mánadagur 27. apríl 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
rtreyt fyri frælsi
fólk til maskinmeistarar, skiparar
ella stýrimenn; ja, um eingin bygdi
húsini, vit búgva í; um eingin ansaði
børnunum, teim sjúku og gomlu,
so tey arbeiðsføru fingu tíð til at
fara til arbeiðis at tjena pengar; um
eingin lærdi øll fakfólkini teirra fak
– seljaran og handilsfólkini at selja,
lýsingarfólkini at gera lýsingar,
bókhaldaran at gera roknskap;
um eingin lærari lærdi øll at stava
og rokna, so fólk kunnu ogna sær
meira kunnleika og vaksa upp til
at verða virðisskapandi samfelags
borgarar; um einki medisin var at
lekja fólk við, so tey hava heilsu til
at kunna arbeiða; um eingin í heila
tikið hevði havt umsorgan fyri
hvørjum øðrum.
Alt hongur saman og er síná
millum treytað. Vinnan kann ikki
vera sínar móttakarar fyriuttan og
umvent. Eftirspurningur og útboð
eru treytað av hvørjum øðrum. Tí
ber ikki til at siga, at nøkur fólk
bara eru ein útreiðsla, meðan onnur
bara eru ein inntøka. So einfalt er
tað ikki. Eitt og hvørt menniskja
hevur virði í sær sjálvum og spælir
ein leiklut í heildini. Tørvurin hjá
einum er livibreyðið hjá onkrum
øðrum.
Øll hava tørv á umsorgan
Vit mugu ikki halda, at einans pen
ingalig virði eru nakað verd, tí ikki
alt, sum lønar seg menniskjansliga,
lønar seg peningaliga – og umvent:
ikki alt, sum lønar seg peningaliga,
lønar seg menniskjansliga. Verulig
virði skapa vit fyrst og fremst við
at vera nakað fyri hvønnannan og
við at hava nakran at vera nakað
fyri. At betra um lívsgóðskuna hjá
øðrum, betrar eisini okkara egnu
lívsgóðsku.
Vit mugu ikki gloyma, at vit øll
eru børn at byrja við, og vit kunnu
øll gerast sjúk og gomul, har onnur
mugu taka sær av okkum og geva
okkum umsorgan, fyri at vit kunnu
yvirliva. Eingin yvirlivir alt lívið
púrasta einsamallur. So vit eru
øll bundin so ella so at hvørjum
øðrum. Tað er tí, vit liva saman í
einum “sam-felag”.
Um vit ikki raðfesta samhalds
festi og ikki kenna ábyrgd fyri
hvørjum øðrum, fær tað avleiðingar
fyri samfelagið. Í seinastuni hava
vit í miðlunum lisið og sæð, hvussu
nøkur okkara liva undir fátæka
markinum, har fólk – hóast tey
arbeiða fulla tíð – eru so fátøk,
at tey ikki hava ráð til at keypa
børnum sínum heilsugóðan mat, at
ganga til tannlækna ella lata børn
síni ganga til ítrótt, tí húski teirra
má liva fyri bara 20 kr. um dagin
fyri hvørt fólkið.
Fátækradømi kostar
okkum dýrt
Hava vit veruliga ráð til at loyva,
at børn mugu dúva uppá ókeypis
mat frá hjartagóðum fólki fyri ikki
at ganga nærum svong? Er tað ikki
hjartaleyst at lata børn liva undir
slíkum korum? Hava vit ráð til at
loyva fátækradømi millum eldri
fólk? Er tað ikki ótakksamt? Hava
vit ráð til at lata fólk, sum arbeiða
fulla tíð, óttast fyri, um tey nú
munnu standa heimleys á gøtuni
næsta mánaða, tí lønin ikki røkkur
til vanligar rokningar? Er tað ikki
at leggja eitt heilt órímiligt trýst á
fólk?
Alt fleiri eru tíbetur farin at
kenna á sær, at hetta er ikki rætt,
og at vit mugu gera okkurt við tað,
tí eingin fer væl av, at annar fer illa.
Eg haldi, tað býr djúpt í flestum
menniskjum, at tey vilja hjálpa
øðrum. Tí í veruleikanum hava vit
øll tørv á ikki at vera slept á fjall,
um vit koma illa fyri, men at kunna
kenna okkum trygg sum partur av
einum felagsskapi, sum ansar eftir
okkum.
Vit vita, hvat hendir í samfe
løgum við lítlum samhaldsfesti.
Fleiri gerast fátøk, og fátækradømi
gerst ein óndur snyril, sum førir
við sær meira fátækradømi, neyð
og elendigheit, sjúku, misnýtslu,
brotsverk osfr. Fleiri gerast offur
fyri brotsmonnum, og samfelagið
gerst ótrygt hjá øllum at liva í.
Hetta kostar í veruleikanum sam
felagnum nógv meira í síðsta enda
enn tað at basa fátækradømi. So
nei, vit hava ikki ráð til ikki at geva
fólki, serliga børnum, ein tjans.
Børn rætt til eitt
trygt og gott lív
Vit vita eisini um nógv víðagitin
fólk við einastandandi gávum –
granskarar, læknar, tónleikarar,
forsetar – ið sum børn livdu í
djúpasta fátækradømi, men sum
tilvildarliga møttu hjartagóðum
fólkum, ið sóu møguleikarnar í
teimum og hjálptu teimum, so tey
fingu ein tjans. Um eingin hevði
sæð tey og hjálpt teimum, høvdu
tey ongantíð fingið høvi til at vísa
sítt virði og at veita sítt virðismikla
ískoyti til heimin.
Tað er syrgiligt at hugsa sær,
hvussu nógv fólk detta niður
ímillum, sum hava góðar gávur, ið
fara fyri skeyti, og sum vit onnur
ongantíð fáa ágóðan av, tí tey ikki
eru heppin at møta onkrum, sum
sær tey og rættir teimum eina
hjálpandi hond – ella tí tey ikki liva
í einum samfelag, sum tekur sær av
teimum, ið eru við skerdan lut.
Tí mugu vit syrgja fyri, at hvør
einasti borgari fær eitt virðiligt
útgangsstøði og møguleikar til at
menna síni evni og førleikar á besta
hátt. Tað er ábyrgd okkara alra at
skipa samfelagið soleiðis, at eingin
verður hildin niðri av fátækradømi.
Tey børn, ið verða sett í verðina,
eiga øll rættin til eitt lív – og ikki
bara eitt lív, men eitt trygt og gott
lív, sum styrkir tey og ger tey til
góðar samfelagsborgarar.
Viðkomandi slagorð
Júst hvat teir tríggir – Jens Olivur
Lisberg, Janus Øssursson og Pauli
Dahl – hugsaðu, tá teir gjørdi tað
fyrsta Merkið í 1919, veit eg ikki,
men óivað valdu teir ímyndina av
kristnu trúnni – krossin – fyri at
Merkið skuldi minna okkum á tey
virðini, sum øll hini fløggini við
krossi á hjá okkara brøðratjóðum í
Norðanlondum eisini umboða. Teir
tríggir litirnir eru teir somu sum í
norska og íslendska flagginum,
men kanska er tað heldur ikki heilt
av tilvild, at litirnir eisini eru teir
somu sum í franska flagginum,
kallað Tricolore, har blái liturin
stendur fyri liberté (frælsi), hvíti
liturin fyri égalité (javna), og reyði
liturin fyri fraternité (brøðralag).
Liberté,
egalité,
fraternité.
Hetta vóru slagorðini í fronsku
kollveltingini í 1789. Hesi orðini
eggjaðu til uppreistur móti einum
kongshúsi, sum var farið út um
alt mark í síni valdsmisnýtslu og
hevði púrasta mist alt samband
við fólkið. Harðrenda einaveldið
tók frælsið frá borgarunum, gjørdi
alstóran mun á fólki og syndraði
samanhaldið millum teirra, inntil
fólkið ikki longur fann seg í hesum.
Samanhald fortreyt
fyri trygd og frælsi
Hóast danir neyvan vóru líka so
harðrendir móti føroyingum, tá
Jens Olivur og onnur teknaðu før
oyska flaggið, sum franska feu
dalstýrið var móti fransmonnum,
so vóru hesi trý slagorðini kortini
uttan iva eisini viðkomandi fyri
fólk okkara. Og tey eru tað enn,
tí tað øvuta – ófrælsi, ójavni og
split – spjaðir fólkið og syndrar
samanhaldið, ið er fortreytin fyri,
at vit øll kunnu yvirliva á hesum
lutfalsliga avbyrgdu, veðurbardu
oyggjum í Norðuratlantshavi. Og
ikki bara yvirliva, men liva væl –
saman.
Merkið minnir okkum á, hvussu
týdningarmikið tað er at vera til
vitaður um, at vit liva saman í
sam-felag, har vit øll hvør sær hava
ábyrgd av at tryggja hvønnannan
við okkara íkasti. Tí við at halda
saman og hjálpa hvørjum øðrum
lyfta vit hvørtannað, so vit øll
kunnu gerast bæði trygg og fræls
menniskju.
Eg fari at enda við at ynskja okk
um øllum hjartaliga til lukku við
75 ára degnum hjá flaggi okkara,
Merkinum. Takk fyri, at eg fekk
høvi til at bera hesi orð fram henda
serliga dag. Og takk fyri, at tit
lurtaðu so leingi.