Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fyrsta ársfjórðing í ár vuksu skattainntøkurnar hjá Nes kommunu heili 8,57% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Sam­bært fyribilsuppgerð hjá Taks var talan um eina meirinntøku á 688.417 krónur í 1. ársfjórðingi. Borgarstjórin í Nes komm­unu, Jóhannus Dan­ ielsen, sigur, at tað serliga er februar mánaði, sum gav tað stóra útslagið. – Í januar var vøksturin 2,67%, í februar heili 20,32% - og í mars var vøksturin 6,39%. Hann sigur, at skatta­pro­ sentið í Nes kommunu hevur verið óbroytt síðan 2006 og er 20,5. – Tað var eitt sindur av trýsti um at hækka skatta­ prosentið, men vit royndu at halda aftur, og í dag síggja vit, at tað var rætt ikki at hækka skattin. Í fjør vaks fólkatalið í Nes kommunu við 26 fólkum, sum gevur ein vøkstur á 2,1%. Jóhannus Danielsen vón­ ar, at lutfalsliga lága skatta­ prosentið saman við lækk­ aðum grund­stykkja­prísi í góðum, vøkrum og planerað­ um byggilendi við Lýðarsveg á Toftum fer at seta enn meira ferð á tilflytingina og fólkavøksturin. Borgarstjórin vísir á, at eftir at kommunan í fjør heyst gjørdi av at lækka grund­stykkjaprísin í út­ stykk­ingini við Lýðarsveg við 100.000 krónum, eru tvey grundstykki seld aftrat teim­um, sum vóru seld frammanundan, og komm­ unan hevur fingið fleiri fyri­ spurningar. Hann sigur, at komm­ un­an nú eigur 20 byggi­ búgv­in grundstykki eftir við Lýðarsveg - við góðari plasering í mun til skúla, ítrótt­arøki, handlar og sam­ komuhús. – Haraftrat kemur, at tað er veðurgott um hesar leiðir á Toftum, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri. Vilmund Jacobsen Tað er ikki steðgur í fyrireikingunum at byggja Sandoyartunnilin. F r í g g j a m o r g u n i n klokkan 07.30, tá Teistin hevði lagt at á Gomlurætt, tóku vit hesa myndina av tveimum fremmandum bilum og fýra monnum. Tá vit fregnaðust, hvat gekk fyri seg, skiltu vit skjótt, at hetta eru norðmenn - fýra í tali - sum eru komnir higar at gera botnkanningar í samband við bygging av Sandoyartunlinum. Spurdir, um skip kemur til Føroya, haðani teir skulu arbeiða og gera botnkanningar, var svarið hjá norðmonnunum, at eitt føroyskt skip verður leigað til endamálið. Myndin omanfyri vísir, at steðgur er ikki í fyrireikingararbeiðnum at byggja Sandoyartunnilin, sum ætlandi skal verða liðugur í 2021. Tað eru góð tíðindi hjá sandoyingum, at gongd er í tunnilsmálinum, sum nú er í einari fastari legu og tíðarætlan. Framgongdin, sum sæst í nógvum kommunum við veksandi skattainntøkum, hevur eisini verið í Nes kommunu, sum nú um vikuskiftið verður karmur um ársins fyrsta bátafestival Tað eru góð tíðindi hjá sandoyingum, at gongd er í tunnilsmálinum, sum nú er í einari fastari legu og tíðarætlan Skóru 100.000 krónur av grund- stykkjaprísinum Botnkanningar í Hestfirði 20 ára gamla nóls­oyargentan – Anna Malan Jógvans­ dóttir - letur í hesum døgum sítt fyrsta yrkingasavn úr hond­ um. 21 yrkingar eru í savninum sum kallast “Undir­ floyma”. Ær og lamb á bønum og gásapar við ungum eru hugna­ ligar vármyndir. Hetta er lembingartíð, og hetta er eisini tíðin, tá gásin kemur út við ungum. Men - enn hevur kuldin ringt við at sleppa okkum. Lítil veiða er undir Føroyum Eitt línuskip kemur undan Íslandi miðskeiðis í vikuni. Skipið hevur eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eini tvey ella trý línuskip, sum fiska undir Føroyum, eisini koma inn at landa í vikuni. Hesi skipini hava mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Lagt verður aftrat, at fleiri línuskip nýliga eru byrjaði túr undir Íslandi, men koma neyvan heim at landa hesa vikuna. - Streymurin verður góður, men veðrið er meira ivasamt. Tí vænta vit ikki so nógvan útróður hesa vikuna. Um partrolaraflotan verður sagt, at teir, sum fiska upsa og teir, sum fiska gulllaks, koma inn at landa sum henda vikan gongur. - Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis vánaligur, og partrolararnir fáa lítið av hvítum fiski. Trý pør eru á gulllaksaveiðu. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at bara tveir eru til fiskiskap, men helst fer onkur út, tá veðrið batnar. - Djúpvatnstrolararnir fiska svartkalva, kongafisk og upsa, men ivasamt er, um nakar landar hesa vikuna. Fríggjadagin, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, lógu allir teir smáu trolbátarnir, men teir fara út aftur, tá veðrið batnar. - Trolbátarnir fara helst norður um at fiska tosk og hýsu. Teir fáa eisini nakað av reyðsprøku og tungu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. – Í dag síggja vit, at tað var rætt ikki at hækka skattin, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen Mynd: Vilmund Jacobsen Fríggjamorgunin stákaðust norðmenn, sum eru í holt við botnkanningar í Hestfirði, á Gomlurætt. Mynd: Vilmund Jacobsen