mánadagur 27. apríl 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Privatur fíggjarligur stuðul til valstríð?
Eivin H. Jacobsen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Skal ein trúgva valserfrøð
ingunum, sum hava úttalað
seg í donsku miðlunum, so
rokna nakrir við ella spáa, at
Danski Statsministarin út
skrivar fólkatingsval ein av
komandi vikunum, eitt boð
er møguliga um mánaðar
skiftið mai-juni.
Grundgevingarnar
eru
nógvar, hví tað verður fólka
tingsval skjótt. Ein av nógvu
grundgevingunum, er at eitt
valstríð er kostnaðarmikið
at føra og at valstríðið fyri
langari tíð síðan er byrjað,
og at allir flokkar ikki hava
eins fíggjarliga styrki at reka
valstríð í longri tíð.
Í desember mánaða í
fjør, játtaði Løgtingið ein
mælt at hækka játtanina
við 1 mió.kr. til politiska
upplýsing og virksemi upp
til góðar 4 mió.kr. árliga.
Høvuðsendamálið at hækka
játtanina var at tryggja og
menna fólkaræðið. Aðrar
grundgevingar vóru, at ongi
valevni skulu halda seg aftur
av fíggjarligum orsøkum at
stilla upp.
Her var ikki talan um
at játta stuðul ella pening
niður í egnan lumma, men at
styrkja okkara fólkaræðið,
við at hækka játtanina til
politiska upplýsing og virk
semi, hetta til flokkarnar at
brúka.
Seinasta heyst viðgjørdi
Tingið eitt uppskot frá and
støðuni um stuðul til polit
isku flokkarnar, løgtings
limir og valevni. Uppskotið
legði upp til, at allir flokkar
skuldu uppgeva privatan
fíggjarligan stuðul, um stuð
ulin fór upp um eina ávísa
upphædd, til persónar ella
flokkin.
Hesin fíggjarligi stuðul
skuldi gevast upp í ársrokn
skapinum, ið allir flokkar
lata inn til góðkenningar.
Endamálið við uppskotinum
var, at almenningurin kundi
fáa innlit í, hvar møguligur
peningur kom frá til eitt
valstríð. Uppskotið fall, men
hevði nógvar áhugaverdar
vinklar.
At privatur fíggjarligur
stuðul
onkursvegna
inn
gongur í valstríðið í fram
tíðini, skal eingin ivast í. Í
londunum rundan um okk
um, sum vit sammeta okkum
við, hevur privatur fíggjarlig
ur stuðul til val verið í nøkur
ár, og kemur hetta helst at
hækka. Til seinasta fólka
tingsval, var stuðulin í Dan
mark oman fyri hundrað
milliónir til at føra valstríð.
Ein kann bæði verða fyri
og ímóti fíggjarligum stuðli
til politisku flokkarnar og
valevnini. Sagt verður, at tað
er týdningarmikið at hava
allar samfelagsbólkar um
boðaðar í einum parlamenti,
og tað kunnu vit verða samd
um, og at tað ikki er líka lætt
hjá øllum at verða hoyrd í
almenna rúminum, serliga
tey, sum trína nýggj inn á
politiska pallin.
Pástandir eru um, at eitt
valdømið er orsøkin, at ov
nógvur peningur er komin
í valstríðið. Hetta er partvís
rætt, men ikki allur sann
leikin. Kappingin, ið varð
ímillum nøkur fá valevni í
valdømunum, er nú eisini
líka stór í millum floks
felagar, sum ímillum flokkar.
Hvat er endamálið við
privatum fíggjarligum stuðli
til flokkar og valevni? Er tað
t.d. út frá persónligum og
vinnuligum
áhugamálum,
um at ávirka politisku skip
anina.
Hetta eru viðkomandi
spurningar, um í hvønn mun
tað tænir okkara fólkaræðið
og politisku skipan. Tað er
einki nýtt at veita stuðul
við einari hjálpandi hond
dagarnar uppundir val, men
hevur hetta verið gjørt á
frívilligum støði og av áhuga.
Stendur tú í politisku
skipanini í skuld til tín polit
iska peningaliga stuðul, er
hetta vandamikið og undir
gravandi fyri okkara fólka
ræðið.
Hetta eru tilstandir, sum
vit kenna til í USA og aðra
staðni, størri stuðul tú megn
ar at útvega tær, jú størri
gerst møguleikin at vinna
eitt val.
Tí er spurningurin, um vit
eiga at loyva hesari gongdini,
sum uttan iva fer at treingja
enn meira uppá her hjá okk
um.
Fólkaræðið og politiska
trúvirðið fær tað betri við
gjøgnumskygni og opinleika
í valstríðnum.
kjak
Greitt sjálvmál av fíggjarmálaráðharranum
Frank Davidsen
Í kjakinum aftaná Degi og
Viku í gjárskvøldið var ein
ikki bilsin, at fíggjarmála
ráðharrin helt lítið lítið um
hugskotið
hjá
formanni
Javnaðarflokksinum,
at
seta ansingargjaldið í barna
gørðum niður í helvt. Hin
vegin so var útspælið frá J.
N. í samband við ansingar
gjaldið ikki sørt skelkandi.
Hugsaði, at hetta kundi
hann ikki meina. Sjálvur
fíggjarmálaráðharrin í al
mennum fjølmiðli leggur
upp til at vit í árinum 2015
við hægsta hákonjukturi og
lægsta arbeiðsloysi, skulu
lóggeva føroysku kvinnuna
aftur í kjøtgryturnar, líka
sum
kvinnurnar
í
mus
limsku londunum. Tí sam
bært honum var loysnin, at
peningurin fyri barnaans
ingina skuldi fylgja barn
inum, soleiðis at kvinn
urnar kunna fara av aftur
arbeiðsmarknaðinum,
og
passa børnini.
So sambært hesi nýhugs
an Fólkaflokksins, so mega
øll virkir innan alivinnuna,
og annars øll onnur virkir,
eins og stovnar hjá tí al
menna og kommunum gera
seg til reiðar, at innflyta
kvinnuliga arbeiðsmegi.
Men tá neyðin er størst,
er hjálpin nær. Tí meðan
kvinnurnar sambært fíggj
armálaráðharranum renna
heim av virkjum og stovn
um, at passa børn, so er ikki
neyðugt við pedagogum o.ø.
til at ansa børnunum. Og
hvat skulu vit nýta barna
garðar til, tá Fólkaflokkurin
kemur at lóggeva kvinn
urnar burtur av arbeiðs
marknaðinum, til at ansa
sinum børnum.
Kanska loysnin hjá Fólka
flokkinum verður, at teir
arbeiðsleysu pedagogarnir
koma at nøkta nakað av tí
tørvi á arbeiðsmegi, ið virkir
og stovnar hava brúk fyri
fram yvir. Men einki er sum
sagt so ringt, at tað ikki er
gott fyri okkurt. Tí við hesum
fólkaflokkspolitikki kemur
ein rúgva av nossiligum
barnagørðum
at
standa
tómir. Sostatt fáa vit tvær
flugir fyri ein smekk. Tí sum
øll vita, so er stórur tørvur
av ellis- og røktarheimum.
So tað næsta verður kanska,
at Fólkaflokkurin kemur at
lóggeva, at barnagarðarnir
verða umbygdir til ellis- og
røktarheim.
Miðskeiðis í fyrrsunum
var eitt løgtingsumboð í fjøl
miðlunum, har hesin gjørdi
vart við, at um landið fór
at byggja barnagarðar vildi
tað verða ein sonn ólukka
fyri okkara samfelag. Nú
hevur so Fólkaflokkurin 30
ár aftaná tikið hesa profeti
til sín, sambært formanni
Fólkaflokksins í orðaskift
inum í gjárskvøldið, aftaná
Degi og Viku.
Borgaraløn
Zakarias Wang
Vegna tann áhuga, málið
um borgaraløn hevur fingið,
hevur ein arbeiðsbólkur í
Danmørk kannað, um tað
yvirhøvur ber til at arbeiða
við hesum uppskoti. Er tað
ikki fullkomulig utopi at
hugsa slíkt? Fer landið ikki á
heysin, um hetta verður sett
í verk?
Tað bólkurin kannaði, var
hvat ið hendi um allir borg
arar yvir 21 ár fingu útgoldið
10.000 skattafrítt um mánan.
Tey, ið fylt høvdu 16, fingu
5000 kr um mánan til tey
vórðu 21.
Útreiðslurnar
gjørdust
520 milliardir krónur, ið tað
almenna kom at rinda út sum
negativur inntøkuskattur.
Tað
almenna
spardi
hin vegin útreiðslur til al
mannamál, herundir arbeiðs
loysisstuðul. Her er talan um
350 milliardir krónur.
Tá øll hava fingið útgoldið
borgaraløn, er ikki neyðugt
at geva botnfrádrátt í skatt
skyldugu
inntøkuni.
Øll
inntøka kann tí skattast við
fimmti prosentum. Hetta
hevði í Danmørk givið eina
meirinntøku upp á 190 milli
ardir. Sparingin og meir
inntøkan hjá tí almenna kom
tí at verða 540 milliardir, ella
tjúgu milliardir meir enn
borgaralønin kostaði.
Landið hevði tí, eftir
hesum at døma, ikki farið á
heysin um borgaraløn varð
samtykt.
Tað hevði verið áhugavert
at fingið føroyskar búskap
arfrøðingar at kanna hetta
roknistykkið. Nógv bendir tó
á, at leiðin er gongd, spurn
ingurin er bara, um viljin
til at gera nakað við málið
er nóg sterkur til at vinna á
mótstøðuni.