mánadagur 27. apríl 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Løgmaður var næstan bíb
ilskur í sínum sjáldsama
orðavali, tá hann sum ein
órakaður Móses av tingsins
røðarapalli í farnu viku præ
dikaði um staðin, sum fleyt
í hunangi. Staðurin var ikki
lovaða landið, men Tórs
havn, høvuðsstaðurin, har
løgmaður býr og hevur sítt
embæti, og har 41% av tí
fólki, hann dagliga er stjórn
arleiðari fyri, býr.
Sinti
løgmaðurin
var
firtin um, at hann ikki fekk
undirtøku fyri útjavning:
Nú skuldu b-kommununar
leskast av hunanginum, sum
Havnin fleyt yvir av.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
løgmaður sigur sína hugsan
um kommunala útjavning.
Men hann ger sama mistak
hvørja ferð, tí í hansara
verð snýr útjavning seg um
at finna útav, hvar Havnin
lutfalsliga fær fleiri skatta
krónur inn enn onnur – og so
javna munin um alt landið!
Tvs., at útjavning skal
bert fremjast har, ið Havnin
fær lutfalsliga meira skatta
krónur
burturúr
ávísari
vinnugrein, til dømis innan
almenna fyrisiting – men
útjavningin rennur ongantíð
hinvegin, hóast Havnin í
ólukkumát vantar inntøku
frá øðrum vinnugreinum í
mun til onnur øki í landinum.
Og so skal Havnin revast fyri
at hava eina framúr góða
fíggjarstýring ár um ár!
Leggja vit allar lønargjald
ingar innan alt alment virk
semi saman, so er munurin
millum økini í landinum
sera lítil, tí allar hesar vinnu
greinarnar standa fyri 43%
av lønarsumminum í Suður
streymoy. Øll hini økini
liggja lægri – millum 33-38% -
men munurin er nógv minni,
enn nógvir politikkarar vilja
geva fatan av. Til dømis
stava 16% av inntøkunum í
Suðurstreymoy frá heilsu og
almannaverki, í Suðuroynni
og í Norðoyggjum er sam
svarandi talið 15%, so her er
at kalla eingin munur og tí
einki at útjavna.
Hyggja vit at tí stóru
myndini, so er sostatt ikki
so stórur munur á, hvussu
samlaði almenni lønarsumm
urin verður býttur. Men
samstundis verður mett, at
umleið triðja hvør króna,
sum vunnin verður í Havn,
verður skattað aðrastaðni.
Pendlingin til og úr Havn
at arbeiða er sum kunnugt
stór, og mongu bilarnir, sum
koyra úr Havn seinnapartin,
hava sum viðføri størstu
útjavning, ið hugsast kann til
gagns fyri aðrar kommunur.
Tað merkir tí eisini, at saml
aða myndin vendir full
komiliga – og tað í so stóran
mun, at ein útjavning hevði
runnið til Havnar, og ikki
øvugt, tí ein triðingur av
skattakrónunum
rennur
longu úr býnum!
Útjavning má, fyri at hon
skal virka javnt og rættvíst,
umfata annað og meira enn
skattakrónur frá almenn
um størvum. Tak eitt nú
inntøkurnar av fiskivinnu. Í
Norðoyggjum stavar fjórð
ingurin av lønarsumminum
frá fólksins ogn – fiskinum!
Skulu tær skattakrónurnar
ikki eisini útjavnast? Tí í
Suðurstreymoy koma bara
5% av lønarinntøkunum frá
fiskiídnaði? Skal ikki ein út
javning vera rættvís og virka
báðar vegir? Sær løgmaður
ikki allan hunangin kring
landið?
Løgmaður hevur perfekta
amboðið til at fremja eina
rættvísa útjavning. Í løg
tingslógini um vinnuligan
fiskiskap verður ikki bert
staðfest, at alt fiskatilfeingið
er fólksins ogn, men eisini,
at tað er uppgáva myndug
leikanna at tryggja besta
samfelagsbúskaparliga
íkastið frá fiskivinnuni, støð
ugar arbeiðs- og inntøku
møguleikar og møguleikar
fyri vinnuligum virksemi –
um alt landið!
Men her kann skjótt stað
festast, at høvuðsstaðurin er
fyri stórum vanbýti og fær í
sera lítlan mun lut í hesum
ríkidømi,
sum
løgmaður
og politiska valdið annars
javna út til ávísar partar av
landinum.
Tá so høvuðsstaðurin ikki
fær lut í tilfeingisbýtinum,
men í framskygni leitar sær
aðrar
møguleikar
innan
farma- og ferðafólkavinnu,
tá orkar løgmaður ikki at
síggja vinnulívið í sínum
egna býi blóma. Løgmaður
vil nevnliga ikki, at virk
semið hjá Tórshavnar havn
skal vaksa, og harvið eru
700 arbeiðspláss og nógv
avleitt vinnuvirksemi í høv
uðsstaðnum álvarsliga hótt.
Løgmaður
avdúkaði
henda dagin eisini, hvussu
lítið hann fylgir við í tím
unum, hóast at landsstýrið
júst hevur gabbað um fyri
bilsskattatølini fyri fyrsta
ársfjórðing í ár, har tað sam
bært løgmanni eisini skuldi
ganga so ómetaliga væl hjá
Tórshavnar kommunu.
Víst
er
framgongd
í
Tórshavnar kommunu, tað
fegnast vit um, men hevði
løgmaður gjørt sær ómak,
hevði hann sæð, at vøkst
urin í skattainntøkuni fyri
Tórshavnar kommunu er
5,6%, meðan skattainntøku
vøksturin í t.d. Klaksvík var
meira enn 14%! Í veruleik
anum er vøksturin í Tórs
havnar
kommunu
lægri
enn landsmiðal. Hvar er tá
hunangurin?
Nei,
okkara
løgmaður
tosar heldur um at javna allar
inntøkur úr Havnini, sam
stundis sum mann vil niður
leggja hundraðtals arbeiðs
pláss í høvuðsstaðnum.
Hetta er enn einaferð eitt
framhald av herferðini hjá
landsmyndugleikunum móti
høvuðsstaðnum. Sig mær,
eigur Havnin framvegis ong
an vin á løgtingi?
Løgmaður gliðin í hunanginum
kjak
Meirinntøkan longu brúkt
Jógvan Arge
varaborgarstjóri
úr Tjóðveldi
Ein skuldi trúð, at nú Tórs
havnar
kommuna
hevði
53,7 mió kr í meirinntøku í
skatti í 2014, var lagað manni
beinanvegin at fara undir
átøk, sum hava troðkað á
leingi. Her komu jú meir
enn hálvthundrað milliónir
inn í kassan, sum býráðið
ikki hevði roknað við, tá
fíggjarætlanin varð løgd fyri
farna ár.
Men í so máta er ikki nógv
at heinta. Býráðið viðgjørdi í
gjárkvøldið eitt uppskot um,
hvussu
meirinntøkurnar
verða at býta. Meginparturin
fer til at fíggja slíkt, sum
longu er avgreitt, ella til stað
festa meirnýtslu í farna ári.
14 mió kr fara til at gjalda
jørðina, sum keypt varð í
fjør undir Kongavarða. Slak
ar 10 mió til at gjalda part
av halli á kontu fyri keyp og
sølu, og aðrar slakar 10 mió
kr fara til at fíggja byggi
búningarætlanir, sum eru
gjørdar lidnar.
Meirnýtsla í rakstrinum
á serliga barna- og ung
dómsøkinum verður eisini
fíggjað av meirinntøkunum.
Tað svarar til einar 9 mió kr,
sum hava verið nýttar meir
enn ætlað í 2014. Sumt eru
lógarbundnar útreiðslur og
annað eru beinleiðis rakst
rarjáttanir, sum hava verið
smærri enn nýtslan. Góðar
2 mió fara til skúla og ítrótt.
Tá eru smáar 9 mió kr
eftir at gera gott við.
Tær verða smábýttar. 2
mió kr til Müllers pakkhús,
1 mió til spælipláss í Miðbý
num og 0,5 mió kr at býta
millum
Boðanesheimið,
skúlan á Løgmannabreyt og
skúlan á Argjahamri. 1 mió
verður játtað til vegir, 1,3
mió kr at gera felagshúsið á
Argjum liðugt, 1 mió at gera
núverandi byggistig í Hoy
víkshøllini liðugt, 1 mió kr
til baðiland og 1 mió til Tórs
havnar Musikkskúla.
Hesar játtanir koma væl
við, har tær lenda. Men ólíka
hugaligari hevði verið, um
meirinntøkurnar allar vóru
tøkar til framtíðina heldur
enn til farnar tíðir.
Betur at byggja enn leiga
Jógvan Philbrow
formaður í Føroya
Pedagogfelag
Vit hoyra í miðlunum, at al
mennu stovnarnir eru sera
illa fyri, millum annað sam
býlini, har fólk við menn
ingartarni búgva.
Ein stór óneyðug útreiðsla
fyri føroyska samfelagið eru
tey ovurhonds stóru – og
dýru – leigumálini, sum tað
almenna hevur.
Vit uppliva ár eftir ár,
hvussu tað almenna spýtir
pening í leigumál, sum als
ikki hóska til endamálið.
Hetta er eisini eitt, sum
stavsfólk, ið dagliga starvast
í til dømis sambýlum, har
fólk
við
menningartarni
búgva, hava gjørt vart við.
Meginparturin av teimum
starvsfólkum, sum starvast
innan hetta økið, eru limir
í Føroya Pedagogfelag, og
hetta eru ikki umstøður, sum
okkara limir kunnu starvast
undir.
Føroya Pedagogfelag hev
ur ta áskoðan, at best er at
byggja til endamálið heldur
enn at leiga bygningar og
høli, sum upprunaliga eru
ætlað til annað endamál.
Almennu myndugleikarnir
hava vanliga leigað ella keypt
gomul sethús til sambýli.
Hesi hús skulu síðani um
vælast og innrættast, so tey
sum frægast kunnu brúkast
til endamálið.
Óneyðugar
útreiðslur
hava staðist av hesum, og
sum oftast hava sambýlini
ikki livað upp til tað endamál,
tey eiga at hava.
Neyðugt er at gera eina
langtíðarætlan fyri hetta
økið, og neyðugt er at hava
serkunnleikan við í tí arbeið
num. Her verður hugsað um
bæði starvsfólk, búfólk og
avvarandi at teimum, sum
skulu búgva á sambýlunum.