Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen NSÍ er framvegis topplið, so­ leiðis sum tað hevur verið tað síðani fyrsta um­far, og B36 er framvegis næst­ fremst, soleiðis sum árstals­ felagið hevur verið tað síðani eftir triðja umfar. Undan gjárdegnum spøkti møguleikin, at NSÍ av álvara skuldi leggja sjógv mill­um seg og kappingar­ neyt­arnar. Soleiðis hevði tað verið, um NSÍ megnaði at vinna grannauppgerðina ímóti Víkingi í Gøtu, og so­ leiðis hevði tað í uppaftur størri mun verið, um árstals­ felagið ikki megnaði at vinna grannauppgerðina ímóti HB í Gundadali. Úrslitini lagaðu seg so­ leiðis, at B36 vann 3-1 ímóti HB, og at Víkingur vann 5-1 ímóti HB. Harvið er mun­urin millum tvey tey fremstu tódnaður niður í eitt stig. Víkingur er á triðja plás. Hjá víkingunum eru tað fýra stig fram til toppin. Tað ljóðar ikki av nógvum, tá ið havt verður í huga, at gongd­in higartil ikki hevur verið tann, sum teir í Víkingi høvdu vónað og eisini rokn­ að við. Í botnum lætnaði tað hjá FC Suðuroy, sum vann fyri aðru ferð á heimavølli. Hesaferð var tað ímóti EB/ Streymi, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum. AB tapti í Klaksvík, og harvið bíða eisini argjamenn eftir ársins fyrsta sigri. TB misti longu í tólvta minutti málverjan á heima­ vølli ímóti ÍF. Hetta var fjórða reyða kortið hjá tvøra­monnum. Hóast TB var undir­mannað størsta partin av tíðini, so eydnaðist tað at røkka 1-1 ímóti ÍF, sum fyri fimtu ferð var partur av javnleiki. Javnleikirnir geva ikki so nógv. Tað kunnu fýra feløg skriva undir uppá. Tey hava fimm ferðir verið partur av javnleikum – Víkingur, ÍF, TB og AB. Størsti sigurin av øllum var, at tað eydnaðist at avgreiða allar dystirnar. Sunnumorgunin var tað avkavað norðanfyri, og aftur í morgun vóru líkindini soleiðis, at tað var ilt at ímynda sær, at tað skuldi bera til at spæla fótbólt! Toppliðið spælt sundur og saman Tá ið dómarin bríksl­aði fyri síðstu ferð í høgættar­kulda­ num í Sarpugerði, vísti mál­ talvan 5-1. Harvið hevði topp­liðið NSÍ fyri aðru ferð í ár lagt rygg til trivaligt tap á útivølli. Fyrra ferðin var í triðja umfari, tá ið B36 vann 3-0 í Gundadali. Lotið var frískt, og tapið var stórt. Kortini fóru teir í NSÍ leguni ikki um koll í Gøtu: – Hetta var ikki okkara dagur. Vit mugu bara ásanna, at Víkingur spældi væl, og at sigurin var fult uppiborin. Mót­støðumenninir vóru klókari og grammari enn vit. Um teir vunnu 5-1 ella 2-1 hevur ikki so nógv at siga. Tað er lítið at ivast í, at tað hjá okkum spældi inn, at fleiri av teimum, sum higar­ til hava átt lyklaleiklut, ikki vóru við. Ungu og evna­ ríku spæl­ararnir, sum fingu møgu­leikan frá fyrsta bríksla, eru góðir, men júst í so­vorn­um toppdysti og granna­uppgerð hava royndir­nar alstóran týdning, stað­festi NSÍ hjálparvenjarin Harry Knudsen. Hann sipaði til, at Jóhan Jacobsen og Pól Jóhannus Justinussen, sum hava verið sera sannførandi vong­verj­ ar, ikki vóru tøkir, og at Jens Joensen og Árni Frederiks­ berg, sum hevur verið besti maður at fóðra toppskjúttan, Klæmint A. Olsen, heldur ikki vóru við. Miðvallarin Magnus H. Olsen setti hol á fyri NSÍ, men evarska lítlu løtuna und­an steðginum snaraði alt á høvdið, tí tá skoraði Víkingur tvey mál ímóti vind­inum. Við vindinum undan megnaði Víkingur at økja um trýstið, og tað var einki annað enn væntandi, at fleiri mál vórðu skorað. Víkinga venjarin, Sigfríður Clementsen, var – sum vera man – væl nøgdur um, at tað var eydnast hans­ ara monnum at vinna so sann­før­andi ímóti topp­lið­ num: – Nú glapp tað hjá okk­um. Mikukvøldið spældu vit væl í 1. hálvleiki, tá ið vit vóru frammanfyri 2-0 í steypa­ dystinum í Fugla­firði. Tá góvu vit fugl­firð­ing­um loyvi at sleppa upp í aftur, og tað var um reppið, at vit mistu plássið í steypakappingini. Í dag spældu vit væl allar 90 minuttirnar, og tað var huga­ligt, at vit fingu úrtøku burtur­úr. Í sovornum líkind­ um hava deyðbóltarnir al­ stór­an týdning, og fleiri av mál­unum vóru eftir horna og fríspark. Men vit skulu eisini hava í huga, at tað í støð­unum, sum bóru deyð­ bólts­støðurnar við sær, eydn­aðist væl. Hesaferð var Gert Hansen á verjukenda miðvøllinum sam­an við Súna Olsen. Bárður J. Hansen, sum higar­ til í ár hevur verið nógv skaða­plágaður, var á sín­ um gamla plássi sum álops­ hugað­ur vong­verji í høgru, og hann var saman við mið­ verjanum Erlingi Jacobsen so sera væl upplagdur. Bárður javnaði til 1-1, og lítla løtu seinni – í síðstu sekundunum undan steðginum – var Erling Jacobsen hægstur og stýrdi bóltin í málið. Tað kendist á teimum ljósa­bláu, tá ið teir komu á vøllin eftir steðgin, at nú fór tað at vera hjá teimum, og soleiðis varð. Finnur Justinussen og aftur Erling Jacobsen øktu um leiðsluna. Síðsta málið skoraði Gunnar Vatnhamar við høvdinum. Hann hevur í ár vunnið sær fast pláss á liðnum í høgru – við síðuna av beiggjanum Sølva – og tað gongur fínt! – Eg kann ikki annað enn rósa spælarunum fyri, at teir vístu tol og góðan hugburð. Teir vóru raskir og leitaðu eftir málmøguleikunum, og tað eydnaðist teimum at finna teir. Í úrtøku eru vit tvey stig aftanfyri tað, sum vit fyrr í ár settu okkum fyri at røkka í teimum dystunum, sum vit hava spælt. Tað ræð­ur um at hanga í. Tá ið fyrsti triðingurin er farin ella kanska hálv kappingin ræður um at vera, har tað er huga­ligt at kappast, og vit eru ikki so langt burtur frá tí, staðfesti Sigfríður Clementsen, sum nú hevur vunnið 10 stig í fýra dystum, eftir at fýra teir fyrstu end­ aðu javnir. Nú er lagið betri í Vági Við 2-1 heimasigri á EB/ Streymi lyfti FC Suðuroy seg fyri fyrstu ferð upp um niðurflytingarstrikuna. Eftir katastrofala byrjan upp á kappingina hongur tað nú betri saman. Meðan tað fyrstu umførini var frustrer­andi at bíða eftir spæliloyvum hjá út­lendsk­ um spælarum og aðrir vóru leikbannaðir ella skaddir, so er manningin nú umleið tann sama frá einari uppgerð Hóast tvøramenn vóru undirmannaðir mesta partin av tíðini, so pressaðu teir fyri at vinna ímóti ÍF. FC Suðuroy lyfti sær við fullari úrtøku ímóti EB/ Streymi upp um niðurflytingarstrikuna, har teir í Sundalagnum nú eru saman við AB, sum tapti ímóti KÍ, sum nú er á fimta plássi Víkingarnir vaknaðu og meistarar­nir eru bestir í Gundadali Páll Lervig fc Suðuroy Gott kempa av FC.Suðuroy ídag. Tillukku við sigrinum dreingir. Nú hava tit víst 4 teir síðstu dystirnar, at tit kunna sagtans bíta frá tykkum. Hettar var fyrsti dysturin í ár, at vit vóru full­ mannaðir. Koyr á FC.Suðuroy. fjepparin Rógvi Dam EB/Streymur Vit fóru eftir øllum stigum, men fóru norð aftur við ongum, nú takað okur og vinna á TB til næsta dyst. Saman standa vit sterk. fjepparin Kristian Joensen kí AB kom ikki til Klaksvíkar at spæla fótbólt, endamálið var at oyileggja ein fótbóltsdyst. Tað eydnaðist tíanbetur ikki... Flott mál av Heðin og tiltíðir gott spæl av KÍ.. Nú fara vit manssterk til Runavíkar sunnudagin og taka 3 stig aftrat á leiðini til FM 2015. Koyr á KÍ fjepparin Jan B. Antonioussen nsí Oh well.. Man kann ikki vinna hvørja ferð. Møttu einu væl spælandi Víkinga liði, ið vildu tað meira. Vit vóru skerdir, men vit hava gott fólk á bonkinum, so vit burdu havt klárað okkum betri. Sama ger. Hatta er farið. Enn liggja vit fremst. Lat okkum syrgja fyri at vit enn gera tað næsta sunnudag! Góðir! Til tíðir lætt, til tíðir hart. Hjartað altíð gult og svart! fjepparin