Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 ítróttur og til ta næstu, og tað sæst aftur í úrslitunum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki setti Búi Egilsson hol á, tá ið hann eftir sending frá Høgna Madsen varð leysur í høgru. Seks minuttir seinni var aftur javnt, tá ið Niels Pauli Danielsen umsetti brots­spark til mál, eftir at Rasmus Dan Sørensen fór um koll í nærdysti við Tóka Mortensen. Lítla løtu undan steðg­inum skoraði John Tordar Poulsen sigursmálið, eftir at hann hevði tamt bóltin í brotsteiginum, og í 2. hálv­leiki kom einki mál. Tað var øgiliga kalt og vátt, men tað tók ikki gleð­ ina frá væl nøgdu heima­ monnunum: – Í dag loystu vit upp­ gáv­una til fulnar, og tað ber góða kenslu við sær. Vit vóru sera uppsettir, og vit spældu okkum til størru møgu­leikarnar, eitt nú høvdu vit bóltin á tvør­ træ­num hjá teimum. Tað kom illa við, at teir javnaðu, tá ið vit gjørdu óheppið og óneyð­ugt brotsspark, men vit vístu góðan moral, og tað er týðu­ligt, at liðið er nógv ment, serliga tá ið vit spæla á heima­vølli, var viðmerkingin hjá Jón Krosslá Poulsen. EB/Streyma liðfor­mað­ urin Niels Pauli Danielsen umsetti brotssparkið til 1-1. Hann var ikki heilt samdur við mótsstøðumannin um, at heimasigurin var so uppi­ borin: – Sum 2. hálvleikur leið trýstu vit teir undan vind­ inum, og vit høvdu møgu­ leik­ar at javna, men vit vóru óhepnir. Vit ætlaðu okk­um at vinna, og tí eru vit vón­ brotnir. Men vit kunnu ikki seta fingurin á hugburðin og arbeiðið. Nú eru trý stig upp til áttanda plássið, og tey vóna vit at vinna næstu ferð, tá ið vit eiga TB á heimavølli, sigur Niels Pauli Danielsen. KÍ er nú á fimta plássi Eftir tunga byrjan eru klaks­ vík­ingar so smátt við at ress­ ast. Í gjár vunnu teir 2-1 á heima­vølli ímóti AB, sum nú er niðanfyri strikuna. Talan var ikki um nógv skipað og flótandi spæl, og upp­gerðin var alla tíðina intens og tøtt, hóast trýstið var meiri á AB málið. Sigurs­ málið skoraði innskifti Heðin Klakstein, tá ið tað rest­aðu tólv minuttir. Væl upp­lagdi Hjalgrím Elttør átti uppspælið úr vinstru. Tá hevði tað í stórar tíggju min­utttir staðið á jøvnum. Jógvan Skeel Nolsøe um­ setti brotsspark til 1-1, eftir at Kristin R. Mouritsen var farin um koll í KÍ brots­teig­ inum. Einasta málið í 1. hálvleiki skoraði Páll A. Klettskarð lítla løtu undan steðginum. – Kanska var tað eisini, tí líkindini ikki vóru nakað serlig, men spælið var einki at reypa av. Í løtum gongur tað væl, tá ið vit royna við longum bóltum og onkuntíð samanspæla á smáum økj­ um. Fyri okkum var tað av­ ger­andi, at vit fingu hol á dygst undan steðginum, tí vit høvdu havt fleiri møguleikar. Tað kom illa við, at teir javnaðu við brotssparki, men vit reistu okkum, vunnu nær­dystir­ nar og vóru oftast fyrstir á returbóltunum, og eg haldi, at tað var uppiborið, at vit vunnu, sigur Hjalgrím Elttør hjá KÍ. AB liðformaðurin Jónas Stenberg var samdur í, at talan hevði ikki verið um so poleraða uppgerð: – Útgangsstøðið hjá okk­ um var at verja. Tíverri gera vit ov nógv persónlig mis­tøk, sum teir sekta. Vit bíða fram­ vegis eftir fyrsta sigrinum, og vit vóna, at tað verður ímóti B36 næsta sunnudag. Reyð oyru í Fuglafirði Hóast ÍF í 78 minuttir var yvir­mannað, so var úrs­litið 1-1 á útivølli ímóti TB, sum stríddist og spældi fyri­ myndar­liga, tá ið fyritreytir­ nar verða havdar í huga. Petur Reinert bríkslaði fyri ÍF frísparki á TB brots­teigar­ markinum, tá ið tólv minuttir vóru farnir, og TB málverjin Ivan Stojkovic varð vístur av vøllinum. Patrik Johannesen fór í TB málið at standa, og tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara í netið eftir bóltinum. Leivur Joensen umsetti frí­ sparkið til mál. So var mótbrekkan sera brøtt hjá TB, men heima­ menn­inir løgdu hondina á knæið og arbeiddu fyri lív­ inum. Albert Adu javnaði í 32. minutti, og sum 2. hálvleikur leið stríddist TB fyri at skora sigursmálið. ÍF venjarin, Aleksandar Jovevic, ásannaði, at hetta var ikki nóg gott av hansara monnum: – Tað vóru vit, sum mistu tvey stig. Tá ið havt verður í huga, at vit vóru 11 ímóti 10 so leingi, so kunnu vit ikki brúka nakra orsøk at for­klára, at vit ikki vunnu. Kanska sat tað í beinunum, at vit mikukvøldið spældu 120 minuttir, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Í steðg­inum avráddu vit, at vit skuldu spæla skjótt og harvið at fáa teir at renna aftan á okkum, men tað megn­aðu vit ikki. Alt ov ofta spark­aðu vit langt og høgt, og tá ið TB arbeiddi so væl og nógv, so høvdu vit ikki uppi­borið at vinna. Tað var av­gjørt ikki nóg gott, sigur Aleksandar Jovevic. joannes@sosialurin.fo fótbóltur Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 8 6 0 2 22 14 +8 18 2 B36 8 5 2 1 18 9 +9 17 3 Víkingur 8 3 5 0 21 12 +9 14 4 HB 8 3 3 2 12 11 +1 12 5 KÍ 8 3 2 3 14 11 +3 11 6 ÍF 8 2 5 1 14 12 +2 11 7 TB 8 1 5 2 10 12 -2 8 8 FC Suðuroy 8 2 0 6 9 23 -14 6 9 AB 8 0 5 3 7 11 -4 5 10 EB/Streymur 8 0 3 5 8 20 -12 3 FC Suðuroy - EB/Streymur 2-1 (2-1) 1-0: Búi Egilsson 26.  1-1: Niels Pauli Danielsen br 32. 2-1: John Tordar Poulsen 44. Dómari: Alex Troleis FC Suðuroy: Rani N. Johannesen – Heini Bech (Dánjal Godtfred, 62.), Valerian Iobashvili ■, Christian Ibeagha, Høgni Madsen ■ (Jón Krosslá Poulsen, 57.) – Búi Egilsson, Heri Kjærbo, Palli Augustinussen ■, Tóki Mortensen – Mamuka Torondjazde, John Tordar Poulsen EB/Streymur: Jákup Højgaard – Ragnar Danielsen ■, Árni G. Olsen ■, Andras Olsen, Jóhannes Hansen – Rógvi E. Nielsen (Andru Poulsen, 86.), Arnar Dam – Brian Olsen (Ólavur Ejdesgaard, 73.), Niels Pauli Danielsen, Rasmus Dan Sørensen (Hanus Olsen, 79.) – Leif Niclasen TB - ÍF 1-1 (1-1) 0-1: Leivur Joensen 14. 1-1: Albert Adu 32 Dómari: Petur Reinert TB: Ivan Stojkovic ■ – Teitur Justinussen, Heine Mortensen (Teitur Olsen, 54.), Martin Tausen, Andri Freyr Bjørnsson – Rógvi Joensen, Heini M. Mortensen, Reynir Magnússon, Patrik Johannesen, Franck Odje Able (Arthur D. Poulsen, 74.) – Albert Adu (Eirikur M. Ellendersen, 88.) ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen (Sjúrður Jacobsen, 59.), Karl Løkin, Poul Nolsøe Mikkelsen, Áki Petersen – Frank Poulsen, Kristoffur Jakobsen – Dánjal á Lakjuni (John Daniel Guðjónsson, 77.), Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric (Andrias Poulsen, 86.) – Clayton Soares Víkingur - NSÍ 5-1 (2-1) 0-1: Magnus H. Olsen 19. 1-1: Bárður J. Hansen 44. 2-1: Erling Jacobsen 45. 3-1: Finnur Justinussen 66. 4-1: Erling Jacobsen 76. 5-1: Gunnar Vatnhamar 80. Dómari: Lars Müller Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen (Heðin Hansen, 81.), Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Gert Hansen, Súni Olsen – Gunnar Vatnhamar (Sámal Jákup Joensen, 86.), Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic ■ (Magnus Jarnskor, 89.) – Finnur Justinussen NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard ■, Monrad Holm Jacobsen, Einar Tróndargjógv ■ – Magnus H. Olsen (Michal Przybylski, 78.), Haraldur R. Højgaard (Andras Frederiksberg, 76.) – Jonleif Højgaard, Hákun Edmundsson, Jann Martin Mortensen (Meinhard E. Olsen, 68.) – Klæmint A. Olsen   KÍ - AB 2-1 (1-0) 1-0: Páll A. Klettskarð 41. 1-1: Jógvan Skeel Nolsøe br 63. 2-1: Heðin Klakstein 78. Dómari: Kári J. á Høvdanum KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø ■, Jonas Flindt Rasmussen, Ndenda Adama Guéye, Mayowa Oladele Alli ■ – Jóannes Bjartalíð (Tórur Justesen, 90.), Atli Danielsen ■, Evrard Blé, Hjalgrím Elttør – Páll A. Klettskarð, Kenan Hajdarevic (Heðin Klakstein, 60.) AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg (Nicolaj Eriksen, 88.), Dmitrije Jankovic, Andras B. Vágsheyg ■, Sørin Samuelsen – Álvur F. Christiansen (Tóki á Lofti, 66.), Mikkjal T. Hentze, Kristin R. Mouritsen, Dan í Soylu (Karstin Højgaard, 72.), Magnus Egilsson – Jógvan Skeel Nolsøe Petur Asbjørn Lervig víkingur Vespurnar stungu ikki í dag wink emoticon Ì dag var klassamunur og vónandi halda vit støði til næsta dyst, har vit møta HB. Eittans orð rennur mær í huga í dag: KLASSI... WLYV fjepparin Allan Smedemark tb Skjóta okkum sjálvar í fótin enn einaferd, vid eitt tápiligt reytt kort! Tad má stødga nú! Men kláradu at pressa ÍF vid 10 monnum, og høvdu í minsta lagi fortjent javnleikin. Men nú mugu 3 stig skjótt setast inn á kontoina aftur. Vónandi verdur tad næsta dystin. TEEEEEEBEEEEEEE fjepparin Myndir: Sigmar Mørkøre hagtøl 8. umfar Sæbjørn Leiti íf Einki fjepp... fjepparin