mánadagur 27. apríl 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge – Gundadalur
B36 setti HB upp á pláss í
fyrstu grannauppgerðini í
hesum kappingarárinum. Alt
tos um, at B36 ikki klárar at
spæla við árið eftir eitt FM,
eru nú gjørdar ti skammar –
fyribils.
B36
hevur
eyguni
so
beint eftir gullinum, nú bara
eitt umfar er eftir av fyrsta
triðinginum av kappingini.
Oddaliðið NSÍ mundi sann
føra tey flestu, at teir ikki
verða nakrar FM kanditat
ur, tá teir taptu heili 5-1 fyri
Víkingi.
Í komandi umfari fær B36
vitjan av AB, meðan HB fær
Víking á vitjan. Greiður B36
sína skyldu hendan dagin,
so fer árstalsfelagið frá HB,
Víkingi ella báðum. Alt eftir
hvat tað endar millum hesi
bæði.
HB kenna seg snýttar
HB byrjaði dystin uttan ein
veruligan
áleypara.
René
Shaki Joensen var fluttur
fram á álopskenda miðvøllin,
har hann skuldi renna í djúp
tina, sum tað eitur á fótbólts
máli.
René so gjørdi, tá hann
bleiv spældur leysur. Hann
er fyrr enn Tórður Thomsen
og Odmar Færø á bóltin,
og verður feldur á brots
teigarmarkinum. Dómarin,
Páll Augustinussen, gevur
Tórðuri Thomsen gult kort.
– Eg haldi heilt klárt, at
hatta er reytt kort. Eg hevði
fingið bóltin og skorað, um
hann ikki feldi meg, sigur
René Shaki Joensen.
B36 sleppur við skrekk
inum, meðan René má av
vøllinum stutt eftir, við
skaða frá samanstoytinum.
Lukasz ger munin
Hóast HB hevur vanda
miklastu støðuna, so er tað
B36, ið er omaná leikliga. Tá
dysturin er ein hálvan tíma
gamal, kemur hol á. Sum ikki
eina ferð, so er tað Lukasz
Cieslewicz, ið ger munin. Við
einmansavriki leggur hann
B36 á odda.
Beint fyri hálvleik økir
Hans Pauli Samuelsen, tá
hann meddar til uttanfyri
brotsteigin. Bólturin rakar
Gunnar Haraldsen og endar
í málinum.
– Tað var ótrúliga óhepp
ið, at teir fáa mál akkurát
tá, tí vit halda at vit hava
spælt ein góðan dyst og
skapa eisini møguleikar, sig
ur Johan Troest Davidsen,
verjuspælari hjá HB.
Hans Pauli staðfestur
Í seinna hálvleiki kemur
endaliga stafestingin, tá B36
fer í mótálop. Jákup á Borg
leggur innfyri til Hans Paula
Samuelsen, sum er tolin og
dregur framvið verjuni, áðr
enn hann avgerð dystin við
máli til 3-0.
HB svarar aftur, men tað
er ov lítið alt ov seint. Málið
skorar Jógvan Rói Davidsen.
Tvær ymiskar søgur
B36 og HB eru tvey feløg í
rímiliga ymiskum støðum.
B36 spælir skjótan lættan
fóbólt við nógvum flyting
um. Teir spæla við yvirskot
ið og elta gull. HB spælir
hinvegin uttan hugflog og
yvirskot. Her eru fýra boð
upp á hví B36 kann endur
vinna FM fyri fyrstu ferð
nakrantíð, og hví HB er um
at draga úr FM stríðnum.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
H E S A V I K U N A
2
Teitur M. Gestsson
Sær ikki gott út í 1-0 mál
inum, men kann illa lastast fyri
hini bæði málini.
2
Jóhan Troest
Davidsen
Tryggur í verjustøðu, men tykist
ikki koma við nokk framrætt
aðum loysnum, tá hann spælir á
høgra bakki.
2
Rógvi S. Holm
Hevur trupulleikar av
Camara og Lukasz. Stendur
seg illa í avspælinum og sum
heild virkaði verjan illa uppløgd.
Ikki sannførandi í 1-0 og 3-0
málinum.
2
Gunnar Haraldsen
Var um ein háls av Camara
í fleiri førum, og tað mundi
kostað mál. Ikki sannførandi
í 1-0 og 3-0 málinum. Verjan
endar eisini langt afturi á
vøllinum.
2
Alex José dos Santos
Sum restin av verjuni, so er
ikki talan um sannførandi avrik.
2
Bartal Wardum
Fær gult kort tíðliga í
dystinum og er við á mið
vøllinum, sum tapur kríggið
um miðvøllin. Vísti í løtum
góðan bóltførleika, men er enn
í menning.
2
Fróði Benjaminsen
Tað vil ikki ordiliga hjá
liðskiparanum, sum ikki tykist
vera komin ordiliga í gongd enn.
Lá undir í dystinum á miðjuni –
og tað er heldur sjáldan.
4
René Shaki Joensen
(Út 36.min) Spældi bara eina
løtu, men sær sum ein maður
í form, sum vil nakað. Mundi
verið sentralur í dystaravgerandi
hending, tá hann bleiv feldur á
brotssteigarmarkinum.
4
Christian
R. Mouritsen
Spældi væl á høgra vongi, har
hann javnan setti menn av og
spældi góðar bóltar innum B36
verjuna. Byrjar at líkjast hjá
honum.
2
Levi Hanssen
Stríðist manniliga, men
tað blívur ov sjáldan umsett
til nakað. Hevði millum annað
góðan møguleika í fyrra hálv
leiki, men skotið var ov vánaligt.
2
Símun Samuelsen
(Út 70.min) Byrjaði sum
fremsti maður, men tað riggaði
ikki sum ætlað. Endaði á vong
inum, har tað ikki kom so nógv
burturúr.
3
Jógvan Rói Davidsen
(Inn 36.min) Kemur inn á
vinstra vong og skorar málið
fyri HB. Tykist feilplaseraður
á vinstra vongi, har hann fær
millum lítið og einki burturúr.
3
Poul Ingason
(Inn 70.min) Kom brasandi
inn á vøllin og vildi vísa nakað,
men tað endaði við tvídystum og
skotum uppum.
spælarameting B36 kann
endur-
vinna FM
Tað staðfesti B36 við 3-1 sigri á HB í grannauppgerðini í
gjár. Í blaðnum í dag meta vit um fýra orsøkir til, hví B36
hesa ferð kann endurvinna FM. Somuleiðis verður hugt eftir
fýra orsøkum til, at HB er um at dragna í FM stríðnum
Lukasz: Tað var reytt kort Lukasz Cieslewicz heldur
eins og René Shaki Joensen, at Tórður Thomsen skuldi havt
fingið reytt kort. – Hevði eg verið dómari, so hevði eg nokk
givið reytt kort. Tað havi eg ikki trupullleikar av at siga, sigur
Lukasz Cieslewicz, sum skoraði eitt av málunum hjá B36.
1 til 6
Lissi Mouritsen
B36
HB = Skumpa-hála-sikkurt klípa
teir eisini og høvdu dómarin við
sær allan dystin! OG TAPTU
– FLOTT Eyðun við manning
– Heilt óluksáliga FLOTT!
fjepparin
Fýra orsøkir
til, at B36 kann
endurvinna FM:
1
FM spælið
heldur fram
Eyðkenda FM spælið frá
í fjør heldur fram. Liðið
missur at kalla ikki bóltin
í
vandamiklum
støðum,
samanspælið er framúr og
lyklaspælarar tykjast hava
funnið formin. Málmunurin
er áleið tann sami, sum í fjør.
Liðið heintar eisini 2,1 stig
fyri hvønn dyst í ár, í mun til
2,3 stig í fjør. Vinna teir á AB
komandi umfar, so er miðal
stig fyri hvønn dyst áleið tað
sama sum í fjør.
2
Nóg stór útskifting
– ikki mettir
Nýggjur venjari, lyklaspælari
í Hans Paula Samuelsen, um
framt Ibrahima Camara og
Jónas Tór Næs. Felagið hev
ur framt røttu mongdina av
broytingum, fyri at halda
hópin svangan.
Eisini spælarar sum Eli F.
Nielsen og Ibrahima Camara
hava nakað at prógva í før
oyskum fótbólti. Teir spæla
eisini sum, at teir vilja nakað.
3
Ungir traðka til
B36
hevur
eina
sunna tilgongd av ungum
spælarum í løtuni. Frá Róaldi
Jakobsen í 2008 og Høgna
Eysturoy í 2009, til Gestur
B. Dam í 2015. Har í millum
eru spælarar sum Hørður
Askham, Andrias H. Eriksen
og Benjamin Heinesen.
Í ár hevur verið brúk
fyri einum nýggjum vinstra
bakki. Púra óroyndur hevur
Gestur B. Dam sett seg á
plássið, og spælir upp við
hinar FM vinnararnar frá í
fjør.
4
Allir skilja
konseptið
Hetta er kanska ein blanding
av nummar eitt og nummar
trý, men tað tykist bara sum,
at allir spælararnir hjá B36
skilja spæliætlanina. Tú situr
ongantíð við kensluni av, at
ein spælari als ikki hoyrir
heima á liðnum hjá B36. Teir
hava eitt lið í javnvág við
somu fótbóltshugsan.
trondur@sosialurin.fo