Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. apríl 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. apríl 2015 · Nr. 47 ítróttur fótbóltur Ein grannauppgerð við lutfaldsliga góðum fótbóltsspæli og góðum undirhaldi. HB – B36 hevur í nøkur ár verið ein góð fót­bólts­uppliving. Hóast undirhaldið í ganna­ uppgerðini er gott, so er soltið við áskoðarum. Føroyskur fótbóltur má rann­saka seg sjálvan á hasum økinum. 4 Tórður Thomsen Var heppin ikki at blíva út­vístur tíðliga í dystinum. Stóða annnars væl og bjargaði, tá hann skuldi. Kundi einki gera við málið. 4 Høgni Eysturoy Er ein tryggur høgri bakkur, sum hesa ferð vísti sítt virðið í verjustøð, tá hann í fleiri førum tok broddin av HB álopunum. 4 Odmar Færø Var eisini íblandaður støð­ uni, tá B36 kundi fingið ein mann útvístan, men fyri uttan tað, so var talan um ein avbera gott avrik í verjuni. 3 Hørður Askham Gjørdi at kalla alt, sum hann skuldi í verjuni. Ikki eins sjón­ ligur og Odmar í tví­dyst­unum, men tryggur. 3 Gestur B. Dam (Út 59.min) Spælir sum ein royndur vinstri bakkur. Tekur ikki óráð fyri og tóktist tora at hava bóltin. Fór út skaddur í seinna hálv­leiki. 3 Eli F. Nielsen B36 vann miðvøllin og fleiri av teimum verjukendu upp­gávunum fullu á Eli. Spældi væl, men manglar enn tað seinasta áðrenn hann sær sítt gjøgnum­brot. 4 Róaldur Jakobsen Lykilin til góða spælið hjá B36 aftur hesaferð. Liggur sum ein annar »Pirlo« stýrir spælinum. Stríddist eisini í verju­støðu. Dagsins Spælari: 5 Lukasz Cieslewicz Enn eina ferð avger­ andi fyri dystin. Skorar tað fyrsta málið og er í upp­spælinum til 3-0 málið. Sum heild eitt fram­úr avrik, har hann er snúnings­punkti, tá B36 vendur spælinum. 4 Jákup á Borg (Út 76.min) Legði upp til 3-0 málið og var annars íblandur í tí mesta á vøllinum. Enn eitt yvir miðal avrik frá liðskiparanum. 4 Hans Pauli Samuelsen Tvey mál og eitt gott av­rik á vinstra kanti. Passar væl inn í framrættaða spælið hjá B36. Tykist hava funnnið spæli­ gleðina. 3 Ibrahma Camara Var um reppið at fáa mál, men rakti stongina, tá hann bleiv púra leysur. Var ein støðug hóttan, tó uttan at vera betri enn miðal. 3 Benjaminsen Heinesen (Inn 59.min) Kom inn á vinstra bakk. Hevði onkrar góðar renningar fram eftir vøllinum, men bleiv eisini yvirspældur onkra ferðina. 3 Andrias H. Eriksen (Inn 76.min) Kom inn seinasta korterið at geva miðvøllinu nýggja orku. spælarameting René skaddur René Shaki Joensen er ikki í iva um, at talan var um reytt kort í støðuni. – Eg verið skumpaður í ryggin og so fari eg umkoll. Eg hevði heilt víst skorað, sigur René, ið bleiv skaddur í støðuni og mátti skiftast út í fyrra hálvleiki. Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 HB - B36 1-3 (0-2) 0-1: Lukasz Cielsewicz 30. 0-2: Hans Pauli Samuelsen 45. 0-3: Hans Pauli Samuelsen 72. 1-3: Jógvan Rói Davidsen 85. Dómari: Páll Augustinussen HB: Teitur Matras Gestsson – Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Fróði Benjaminsen ■ – Christian R. Mouritsen, René S. Joensen (Jógvan Rói Davidsen, 36.), Levi Hanssen ■ – Símun Samuelsen (Poul Ingason, 70.) B36: Tórður Thomsen ■ – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Gestsur B. Dam (Benjamin Heinesen, 59.) – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen – Jákup á Borg (Andrias Eriksen ■, 76.), Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Ibrahim Camara Fýra orsøkir til, at HB er um at dragna úr FM stríðnum: 1 Fantasileyst spæl HB hevur í eina tíð spælt lítið undirhaldandi fótbólt. Ser­liga er tað vantandi hug­ flogið í spælinum, sum ann­ ars hevur eyðkent HB, ið hev­ur dripið undirhaldið. Mill­um annað hevur HB ein mið­verja á høgra bakki, og ein høgra bakk á vinstra vongi. Sum heild tykist HB mangla spælarar, sum eru góðir á bóltinum. Andrew av Fløtum passar væl til HB, men í eitt nú Poul Ingason, hev­ur felagið ein heilt øðr­ vísi áleyp­ara, sum meiri kemp­ar, stríðist og fer altíð bein­leiðis á mál. Eisini gongur tað strilti at fáa bóltin spældan út frá mál­inum til verjuna, sum síðani skal ber bóltin niðan á mið­vøllin. Tað er ilt at fáa eyga á spæli­gleðina á HB liðnum. Teir tykjast ikki njóta at spæla fótbólt, sum eitt nú B36 og NSÍ gera. Heldur tykj­ ast spælararnir inni­lukk­aðir og til tíðir frustreraðir. Við spæli­gleði kemur hugflogið. 2 Spælskiparin HB er í løtuni uttan ein spæl­skipara. B36 hevur Róald Jakobsen, Víkingur hevur Súna Olsen, meðan NSÍ í Hákun Edmundsson hevur funn­ið ein framtíðar spæl­skip­ara. Fyri HB skuldi tað hava verið Tróndur Jensen, men hann sló aldrin til, og er í dag partur av ÍF Føroyum, sum spælir hugnafótbólt í Dan­mark. 3 Uppstartur og skaðar HB hevur í ár havt nógvar skað­ar. Menn sum Arnbjørn Hansen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen og Fróði Benjamin­sen hava allir av ymisk­um orsøkum, sitið uttan­fyri í upp­start­inum ella síð­ani kapp­ingar­byrjan. Tað kann hava ávirkan á nú­ ver­andi formin. 4 Útskifting Meðan B36 hevur havt eina sunna útskifting, so hevur talan verið um ósunna út­skift­ing hjá HB. Liðið hev­ ur mist týdningarmiklan mið­vall­ara í Heina Vatnsdal. Tróndur Jensen sá leingi út sum spæl­skiparin, sum fel­ agið hevur leitað eftir, men hann er fluttur av landinum. Brád­liga endaði Kristin R. Mouritsen á Argjum, eftir at hann ikki slapp inn í steypa­ final­uni. Afturgangandi fyri frá­ gongd­ina er óvissan um skift­ini. Teitur M. Gestsson og Pál M. Joensen hava somu­leiðis leitað aðrastaðni, men tað bleiv ikki til nakað. Tilgongdin tyksit ikki so tilætlað. Jóan Símun Edmunds­son var bara í felag­ num eitt hálvt ár, meðan Poul Ingason eitt nú ikki passar profilin sum HB áleypari. So ynskir venjaratoymið Høgna Madsen, men skiftið verður steðgað av uttan­fyri­stand­ andi kreftum. Tá alt kemur til alt, so tykist ikki sum HB hóp­urin verður uppbygdur eftir eini ætlan. Tað er meiri best sum ber til. Eitt nú kundi HB væl brúk Høgna Madsen á miðjuni og Kristin R. Mouritsen á vonginum í gjár. trondur@sosialurin.fo Allan Enghamar hb Sá ikki dagsins dyst, vegna arbeiðs­ørindi uttanlanda og havi lova sváginum ikki at senda negativ fjepp, so eg fái ikki sagt nógv meir eftir dagsins úrslit. HåååBeee fjepparin