týsdagur 28. apríl 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Terji Nielsen
Tann 1. apríl tók 34 ára gamla
havnarkvinnan Birita Wardum við
starvinum sum býararkitektur hjá
Tórshavnar Kommunu. Hon kemur
úr einum starvi hjá Landsverk, har
hon hevur verið í eini seks ár. Birita
Wardum, sum eisini er eitt sera kent
andlit innan føroyskan hondbólt,
gleðir seg til avbjóðingarnar, og
hon sigur seg hava eitt stórt ynski
um, at borgarin skal í størri mun
hoyrast.
Droymdi mest um at
gerast tannlækni
Birita Wardum greiðir frá, at tað
hevur ikki altíð ligið í kortunum, at
hon skuldi gerast arkitektur.
– Tá eg gekk í fólkaskúla, sótu eg
og ein vinkona ofta og innrættaðu
hús, men eg droymdi mest um at
blíva tannlækni. Eg havi ikki sitið
og teknað alt mítt lív. Men arki
tekturur hevur altíð ligið mær nær,
og eg havi havt áhuga fyri tí, sigur
hon.
Eftir loknan fólkaskúla gekk
leiðin hjá Biritu Wardum sum hjá so
mongum øðrum av hennara javn
aldrun niðan í Hoydalar í Studenta
skúlan.
– Tá eg varð liðug í student,
var eg eitt sindur í villareiði, um
hvat eg skuldi gera. Eg arbeiddi tí
í eina tíð, har eg royndi eitt sindur
av hvørjum. Eg var bæði til skips,
arbeiddi í barnagarð og gjørdi
reint. Eg royndi alt møguligt. Men
so mátti eg taka eina avgerð um,
hvat eg vildi lesa. Eg søkti arkitekt
sum nummar eitt, tannlækna sum
nummar tvey og sálarfrøðing sum
nummar trý, og eg slapp inn til
arkitekt, sigur hon.
Leiðin gekk so av landinum til
Århus at lesa, og Birita dylur ikki
fyri, at tá ið hon fyrst kom í gongd,
so fall hon væl.
– Eg fór undir lesturin í Århus, og
eg treivst beinan vegin í lestrinum.
Í lestrarskeiðinum var eg tvær
ferðir í starvsvenjing. Einaferð í
London og einaferð í Føroyum, sig
ur hon.
Til Ghana at gera
hjálpararbeiði
Eftir loknan lestur valdi Birita
Wardum saman við nøkrum av vin
konunum at gera nakað heilt øðr
vísi í eina tíð.
– Eg bleiv liðug sum arkitektur í
januar í 2008. Beint eftir, at eg varð
liðug, fór eg saman við nøkrum
vinkonum til Ghana at gera sjálv
hjálpararbeiði. Vit savnaðu pengar
saman og vóru við til at byggja ein
skúla, greiðir hon frá.
Tá ið tær so vendu nøsina heim
aftur til Danmarkar, helt Birita
Wardum, at tíðin var komin at flyta
úr Århus.
– Eg las í Århus, men eftir
túrin til Ghana flutti eg til Keyp
mannahavn. Tað var kreppa um
tað mundi, og tí var einki arbeiði
at fáa. Men eg fekk samband við
bæði Landsverk og Tórshavnar
Kommunu á Jobmatch í 2008, og
eg gjørdi onkrar fríyrkisuppgávur
næstu tíðina. Men um ársskiftið
2008/2009 flutti eg heim til Føroya,
og tá søkti eg eitt starv hjá Lands
verk, sum eg eisini fekk, sigur hon.
Kennir væl almennu
umsitingina
Birita Wardum hevur seinastu seks
árini verið í starvi hjá Landsverk,
og hon dylur ikki fyri, at tey árini
hava givið henni ein førning, sum
hon væntar kemur at gagna sær í
starvinum sum býararkitektur.
– Á Landsverk havi eg havt
ráðgevarafunktiónir.
Eg
havi
ikki sitið so nógv og teknað. Eg
havi bara havt onkrar smærri
tekniuppgávur. Eg havi samskipað
bygningsreglugerðina, so eg havi
faktisk verið ein umsitingarligur
arkitektur, og á tann hátt havi eg
fingið eitt gott innlit í almennu
umsitingina, og tað ger tað lættari
at blíva býararkitektur, sigur hon.
Spurd, um hon ikki saknar at sita
og tekna sethús og nýbygningar,
sigur Birita Wardum, at ger hon
ikki.
– Eg sakni ikki at tekna hús, men
tað er heldur ikki nakað, sum eg
havi gjørt stórvegis við, burtursæð
frá at eg onkuntíð havi hjálpt
onkrari vinkonu í samband við, at
tey hava verið í gongd við at byggja,
sigur hon.
Borgarin skal hoyrast
Um starvið sum býararkitektur í
høvuðsstaðnum sigur Birita Ward
um, at tað eftir hennara tykki er
eitt ógvuliga spennandi starv.
– Eg haldi, at tað er ein ótrúliga
stór og spennandi avbjóðing. Eg
skal faktisk planleggja býin. Men
eg komi sjálvandi eisini inn yvir
sethúsabyggingina, sigur hon.
Og stendur tað til nýggja býar
arkitektin, so kunnu havnarborgar
ar vænta sær, at borgarin nú veðrur
hoyrdur í størri mun.
– Eg haldi, at Havnin manglar,
at borgarin verður hoyrdur. Tað
eru nógvir borgarar, ið hava nógv
góð hugskot, hvussu vit kunnu
víðarimenna kommunuætlanina,
og hvussu vit útbyggja býin. Um
vit til dømis taka miðbýin, so eru
nógv fólk, sum hava hugskot til
menning av miðbýnum. Eg haldi,
at tað er umráðandi, at vit veruliga
fáa fatur á hesum fólkum, og hoyra
hvat tey hava at siga. Tað er eitt
stórt ynski hjá mær, sigur Birita
Wardum.
Ymiskleiki kring býin
Men hvussu fer Havnin annars at
merkja, at man hevur fingið ein
nýggjan býararkitekt, spyrja vit
Biritu Wardum. Fer hon at skapa
meiri lív í miðbýnum í Havn til
dømis.
– Tað er ilt at siga. Tað búgva um
20.000 fólk í kommununi, harav
gott og væl 18.000 í Havn. Vit klára
ikki at fylla býin upp. Men vit
kunnu gera økir, sum tæna ymisk
áhugamál, sigur hon.
Birita Wardum greiðir frá, at
hóast býurin hevur ein avmarkaða
stødd, so kann man altíð gera ymisk
átøk fyri at skapa enn betri trivnað
og eisini lív í býnum.
– Eg las herfyri eina grein hjá
einum írskum tíðindamanni, sum
hevði verið her, og hann kallaði
Tórshavn fyri ”the town that al
ways sleeps”, altso býurin sum altíð
svevur. So sjálvt um vit sjálvi halda,
at nakað av lívi er í býnum, so haldi
onnur nakað annað. Vit noyðast
at viðurkenna, at um kvøldið er
tað serstakliga deytt í miðbýnum í
Havn, sigur hon.
Men hon er skjót at leggja aft
urat, at tað ber altíð til at gera ábøt
ur og átøk, sum betra um trivnaðin.
– Vit kunnu fríðka um býin
við at gera spælipláss og onnur
savningarstøð. Men vit kunnu
ikki hava somu kvalitetir kring
býin, og tí noyðast vit at hava ein
varieraðan bý, har økini eru ymisk.
Vit skulu skapa ein ymiskleika við
ymiskum dygdum. Vit skulu eisini
hugsa longur enn einstøk stórar
byggiverkætlanir og heldur plan
Vit skulu
hugsa býin
sum eina heild
Nýsetti býararkitekturin í Havn, Birita Wardum, ætlar sær at leggja stóran dent á at hoyra borgaran og
at hugsa longur enn bara einstakar byggiverkætlanir. Vit skulu hugsa býin sum eina heild, sigur hon
Eg haldi, at Havnin manglar, at borgarin
verður hoyrdur. Tað eru nógvir borgarar, ið
hava nógv góð hugskot, hvussu vit kunnu
víðarimenna kommunuætlanina, og hvussu vit
útbyggja býin