Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin leggja heildina, sigur Birita Ward­ um. Góðtekur góðar grundgevingar Eitt mál, sum hevur fylt sera nógv hjá nógvum havnarborgarum og øðrum føroyingum seinnu tíðina, er málið um Skansabryggjuna, ið Tórshavnar Kommuna hevur í umbúna at seta í verk. Hvat heldur nýggi býararkitekturin um hetta mál? – Eg havi ikki sett meg inn í pro­jektið við Skansabryggjuni. Men sum arkitektur kann eg stúra fyri, hvussu úrslitið verður. Men eru grundgevingarnar nóg góðar, so góðtaki eg tað. Soleiðis eri eg sum arkitektur. Eg góðtaki grund­ gevingar, sum eru haldgóðar, sigur hon. Birita Wardum leggur afturat, at hon er ikki tann týpiski arki­ tekt­urin. – Persónliga havi eg ongantíð havt ein dreym um at tekna og byggja míni egnu hús. Eg eri held­ ur ikki so stílrein, tá ið tað snýr seg um innrætting. Mær dámar væl litir. Nú hava maðurin og eg keypt barndómsheimið hjá mær á Flat. Tað eru ikki eini typuhús, men tað eru heldur ikki nøkur arkitektteknaði hús. Men vit royna at seta okkara dám á húsini í løtuni, greiðir hon frá. Liðugt við hondbóltinum Herfyri gjørdist Birita Wardum greipuvinnari í hondbólti við barn­ dómsfelagnum Neistanum. Hon hevði ikki ætlað sær at spælt hetta kappingarárið, men bleiv lokkað til at taka enn eitt tørn. Men nú er liðugt við hondbóltinum, staðfestir hon avgjørd. – Eg gevist við hondbóltinum nú, og tað er partvís orsaka av ar­ beiðinum. Men tað er fyrst og fremst sonurin og so aldurin, sum ger, at eg steðgi nú. Maðurin hjá mær, Benjamin, siglir, og eg haldi, at tíðin er nú komin at gevast, og eg gevist á toppinum, sigur hon sann­ førandi. Hon viðgongur eisini, at tað burdi ikki borið til at spælt hond­ bólt á hægsta støði við einum barni og einum manni, sum siglir, men tað hevur borið til, tí hon hevur eitt so øgiliga gott bakland. – Tað er einki at ivast í, at tað hevði als ikki borið til hjá mær at spælt hondbólt, um eg ikki hevði so gott bakland. Eg havi eitt øgiliga gott bakland við góðum foreldrum og einari góðari systir, sum hjálpa mær ótrúliga nógv. Men hetta seinasta hondbóltsárið havi eg eisini havt eina avtalu við Neistan um, at tey hava syrgt fyri barnagentu til sonin hjá mær í sambandi við venjing og dystir, sigur Birita Wardum. Fer at sakna hondbóltin Men hvussu verður, tá ið hond­bólt­ urin fer í gongd aftur eftir summ­ arfrítíðina. Fer Birita Wardum at sakna tað, ella fer hon bara at gleðast um allar fríløturnar, sum hon fær, og sum hon ikki hevur havt í fleiri ár. – Beint nú sakni eg hond­bólts­ genturnar. Hitt fer at koma seinni, og tað minnist eg eisini frá tí, at eg var í barnsburðarfarloyvi og ikki spældi. Men eg fari at venja okkurt. Tað má eg, men júst hvat tað verður, tað veit eg ikki, sigur hon. Hon sigur, at tað uttan iva verð­ ur tann sosiali parturin av hond­ bóltin, sum hon fer at sakna mest, og sum fer at geva tað størsta tómrúmið í gerandisdegnum. – Tað sosiala í hondbóltinum fari eg at sakna ómetaliga nógv. Vit hava havt eitt ótrúliga gott samanhald. Man er saman at kalla hvønn dag, og tí kemur man at kennast so ótrúliga væl, sigur Birita Wardum. Hon sigur eisini, at hondbólturin hevur gjørt, at hon hevur havt møgu­leika fyri at sleppa út, hóast maðurin siglir. – Um eg ikki spældi, hevði eg heilt sikkurt ikki komið so nógv út. Men nú fari eg at brúka mína tíð saman við soninum, familjuni og vinkonunum. Nú fái eg eisini møguleika at vera við til ymisk sosial tiltøk, og eg noyðist ikki at velja so nógv frá, og tað gleði eg meg til, sigur Birita Wardum at enda. Eg havi ikki sett meg inn í projektið við Skansa­bryggj­ uni. Men sum arkitektur kann eg stúra fyri, hvussu úrslitið verður Nýsetti býararkitekturin í Havn, Birita Wardum, ætlar sær at leggja stóran dent á at hoyra borgaran og at hugsa longur enn bara einstakar byggiverkætlanir Mynd: Álvur Haraldsen