týsdagur 28. apríl 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
»Herre du gav mig en lod på
din jord«.
Hesi orð stóðu í einum
blaði, eg fekk nú um dagar
nar. Tá helt eg, at hetta vóru
passandi orð til Arndis, tí at
tann teigur, ið hon fekk at
røkja her á foldum, hann lá
ikki í órøkt. Hon sáðaði og
vætaði dag og dagliga, so
leingi sum hon kundi. Og vit,
sum kendu hana so væl og
vóru nógv saman við henni,
vistu hvørja umsorgan, hon
hevði fyri menniskjunum
her í oynni. Í øllum bygdun
um, samkomum, kirkjum,
missiónshúsum,
skúlum,
ungdóminum,
teimum
gomlu, ja, øllum. Hon vildi,
at øll skuldu standa saman í
Gudi. Gott at vita, at tá hon
ikki fekk loyvi at vera her
longur saman við sínum
kæru, hevði gjørt seg til
reiðar at fara umborð á sítt
lítla far, sum legði leiðina
mót tí himmalsku strond, har
ið hin frelsti skarin stóð og
bjóðaði henni vælkomnari.
Tú góði og trúgvi tænari,
nú kennir hon ikki til pínu,
ja, alt sum nívdi hana hesa
síðstu tíðina, nú syngur hon
glað við í kórinum, og sonur
sum tónar um Guds paradís,
tá einglar og frelst syngja
Harranum prís.
Brævið, eg fekk frá tær
av ríkissjúkrahúsinum, tá tú
segði, at nú gekk spakuliga
framá og køkuna skuldi eg
nokk fáa til missiónsvikuna,
men tað bleiv av ongum.
Hvíl í friði og takk fyri alt,
ið er farið.
Lag: Ongum er so trygt at fara
Farin er tann kaldi vegur,
glaðan fugl nú hoyra letur,
nú ið sprettur vársins blóma,
aftur lívið kunnu hóma.
Tað tú sáðaði á vári,
teigin vætaði alt árið,
frøddist yvir gróðrarlendi,
eina tøkk tær Harrin sendi.
Blómur spretta men tær
følna,
eins og lívið, ið her kølnað,
hvílir undir grøna lagi,
tí at deyðin fekk sítt ræði.
Tú var ung og tú var vøkur,
lívið sum ein áarløkur,
ongantíð teg sjálvan spardi,
teg frá illum altíð vardi.
Nú ei fótafet at hoyra,
ongi ráð til tykkar oyra.
Dagsins strevið nú er tagnað,
soleiðis er manna lagna.
Minnir góð vit eftir eiga,
yvir breyt tey okkum leiða.
Lívið er sum bylgjan bratta,
tá tað fjarðar kenna lætta.
Góða Arndis, hvíl í friði,
her á foldum fann tú miðið,
vitin lýsti tær á staðið,
har tey syngja einglalagið.
Stokkut hetta foldarlívið,
skjótt í himli festin blívi',
tá ei skilnaður er meira,
ævinleikan har vit feira.
Sólrun
Minningarorð um
Arndis
Nicolajsen
Minningarorð um ommu mína
Hervør Hanusardóttir
Durhuus
19.09.40 – 19.03.13
Góða fitta elskaða omma
Í dag eru júst 2 ár liðin
síðani eg seinast hoyrdi mál
ið á tær. At hetta lagnukvøld
skuldi gerast síðstu ferð vit
tosaðu saman, hevði eg aldr
in ímyndað mær. Sum vant
høvdu vit nógv at práta
um, hetta kvøldið var einki
undantak. Eg minnist tíni
síðstu orð: ”Tað var deiligt
at hoyra málið í tær góða, nú
má tað ikki ganga ov leingi
til næstu ferð”.
Omma, mær leingist so
nógv eftir tær. Mær leingist
so nógv eftir at sleppa at
práta við teg. At vera saman
við tær. Fáa eitt klemm og
ein fittan ommu-muss á
kjálkan.
Eg var altíð hugtikin av,
hvussu tú megnaði at fáa
so nógv av hondum greitt,
uttan at gera nakað hóva
sták burturúr. Tú vart røsk
og arbeiðssom. Gramdi teg
aldrin um nakað. Tú vart
rólig, nærverandi og tolin
sum fáur. Tú vart ein lívs
njótari og dugdi at fanga og
síggja tær góðu løturnar. Tú
elskaði at ferðast og hava
vit verið mangan góðan túr
saman við tær og abba.
Vit báðar høvdu nakað
serligt saman. Tað hevði tú
við øllum ommubørnum tín
um. Vit vóru ikki ”bert” ein
flokkur av ommubørnum.
Tú kendi okkum øll væl,
sum einstaklingar. Tú dugdi
eisini so sera væl at geva tær
stundir, at vera saman við
okkum hvør sær, men eisini
saman. Og tað mest týdn
ingarmikla, tú hevði altíð
tíð til okkara.
Omma, eg misti ikki bert
mína elskaðu ommu, men
eisini mína vinkonu. Mína
fittu vísu vinkonu. Tú vart
og ert ein av mínum fyri
myndum. Eg havi hugsað
um, hvussu nógv tú hevur
lært meg,. Hvussu tú, við
tínum verumáta og sinnalag
hevur lært meg, hvussu man
skal liva og verða.
Tú dugdi væl at liva og
tú elskaði eisini at liva.
Tú tók ikki lív og heilsu
sum eina sjálvfylgju, men
sum eina gávu. Minnist
sera væl á eina løtu, tá ið
tú vart og vitjaði meg her
í
Keypmannahavn.
Vit
sótu og hugnaðu okkum á
eini kafe. Eg gleddist um,
hvussu deiligt tað var at tú
vart komin. Tú svarar: ”Ja,
Hervør góða, men tað er
eingin sjálvfylga at vit sita
her báðar”. Tú vart takksom
fyri lívið.
Fyri stuttum kom eg
framm á eitt sjónbandabrot
á telduni, ið eg ikki havi
sæð fyrr. Tað er frá okkara
summartúri í Fugloyð í 2012.
Vit sita um borðið í hugna
ligu stovuni í summarhús
inum á Kirkju. Øll hava vit
reyðar sólbrendar kjálkar
og vit sita og spæla kort.
Sum vant skal man ansa
sær fyri babba og abba,
sum snýta um man ikki er
nóg vakin. Meðan vit spæla
verður ”Við reiðrið” hjá Hans
Andriasi Djurhuus sungin.
Ørindið ljóðar:
Og kvikur hann frá reiðrið
rann
og maðkar fann,
tá lýstu eygu bláu,
so gav hann seg at pota teir,
fyrst ein og síðan tveir og
tveir
í nevini tey smáu.
Omma, tað var trygt at vera
ungi í tínum fjálga reiðri.
Og nógv gott hevur tú pota
í okkum, bæði so og so.
Tú doyði, sum tú stóð og
bakaði góðaráð. Bert 5 tímar
eftir eg hevði práta við teg.
Fyri okkum avvarandi, var
hetta ein stórur skelkur, tí
vit ikki vistu av at tú vart
sjúk. Tín tíð var komin, tað
vistu hvørki vit ella tú.
Tað er ein stórur saknur,
at tú ikki longur ert millum
okkara. Eg hugsi um teg
hvønn dag. Vit vildu sera
fegin, at vit høvdu teg í nógv
ár afturat. Men omma, tá ið
eg hugsi um teg, gerðist eg
glað. Glað og takksom fyri
at tú vart omma mín. Er eri
errin av, at bera títt navn, eg
havi nógv at liva upp til.
Hervør Hanusardóttir
Durhuus
nøvn
Konfirmantar í Tvøroyrar kirkju 1. mai kl. 11
Maria Alma Sikivat Andersen, Tjaldursvegur 14, Tvøroyri
Jórun Magnusdóttir Kristensen, Miðtún 12, Tvøroyri
Randi Magnusdóttir Kristensen, Miðtún 12, Tvøroyri
Hjalmar Hammer, Sjógøta 224, Tvøroyri
Hjalgrím Højgaard, Traðarvegur 47, Tvøroyri. Opið hús
verður í Missiónshúsinum frá kl. 18.
Flemming Nybo Jespersen, Sjógøta 46, Tvøroyri.
Jónas Øster, Sevmýri 73, Tvøroyri.
Anja Magnussen, Hvammavegur 87, Trongisvágur.
Johanna Hammer Stórhamar, Sóljugøta 12, Trongisvágur.
Berit Róadóttir Midjord, Høvdavegur 5, Froðba
Opið hús verður í bygdahúsinum í Lopra frá kl. 15.
Hanna Jóanisdóttir Petersen, Fámjinsvegur 5, Fámjin.
Opið hús verður í heiminum frá kl. 16.
Konfirmantar í Nólsoyar kirkju 1. mai kl. 11
Pól Torgeir Búgvason Jacobsen, Eggjargøta 8, 270 Nólsoy
Alda av Skarði, í Stong 1, 270 Nólsoy
Jens Rikard Poulsen, Vaktarhúsbrekka 8, 100 Tórshavn
Leivur í Geil, í Túni 6, 270 Nólsoy
Sólja Bárðardóttir Poulsen, Válagøta 16, 270 Nólsoy
Konfirmantar í Kollafjarðar kirkju 1. mai kl. 11
Zoe Elizabeth Dickson, í Líðini 37, Kollafirði.
Richard Hans Dickson, í Líðini 37, Kollafirði.
Annika á Fløtunum Rasmussen, í Líðini 117, Kollafirði.
Tóna Fritsdóttir, Heygavegur 4, Kollafirði.
Aleksandur Hammer, Líðin 45, Kollafirði.
Herit Johannesen, á Miðgerði 11, Kollafirði.
Julia Jóhansdóttir, Jóan Paula gøta 5, Kollafirði.
Kristian Kruse, í Homrum 21, Kollafirði.
Súsanna Tummasardóttir, Polatrøð 4, Kollafirði. Dagurin
verður hildin í bygdarhúsinum í Kollafirið, vælkomst frá
kl 15
Konfirmantar í Kvívíkar kirkju 3. mai kl. 12
Sonja Skylv Petersen, Leynarvegur 22, 335 Leynar
Karin Marianna Petersen, Víkarvegur 28, 340 Kvívík. Opið
hús verður á Heygnum 13 frá kl. 17:00
Jórunn Aradóttir, á Heygnum 9, 340 Kvívík
Jákup Jacobsen, Steinagerði 9, 340 Kvívík
Petur Ovi Hjaltalin Dam, Ovari vegur 42, 335 Leynar. Opið
hús verður í AB-húsinum frá kl. 15:30
Heini Holm, Hornavegur 33, 350 Vestmanna. Opið hús
verður í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna frá kl. 17:00
Konfirmatiónir