Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fo Til sølu Citroen Jumper diesel frá 2004 til 13 ferðandi, diesel 2,8 til sølu. Er í sera góðum standi, nýsynaður Nov. 2014, eingin rustur. Hevur bert koyrt 117.000 km.Upphangskúlir, støddeyvarar, bremsur aftan og framman skift í Okt. 2014. Kamreim og kobling akkurát skift. Hevur oljufyr og aircondition. Verður seldur vegna keyp av størri bussi. Sera væl egnaður til arbeiðsbil ella camping. Kabinustødd 3.30 mm + 1.80 m. Prísuppskot kr. 60.000,00 Tlf. 221866 Frá Tvøroyrar Havn Tey, sum eiga leysir lutir á havnarøkinum ha- rundir bátahyljunum, verða biðin um at taka hesar burtur innan 14 dagar, annars verða teir burturbeindir fyri eigarans rokning. Meiri upplýsing á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvoroyri.fo Útbjóðing Útbjóðing av kafévirksemi í Reinsarínum Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út leigumálið at reka kaféina í Reinsarínum í Tórsgøtu 3, 100 Tórshavn, fyribils í eitt ár. Av tí at talan er um eina royndartíð, verður raksturin boðin út í eitt ár í fyrsta umfari. Hvørgin av sáttmálapørtunum kann siga sáttmálan upp teir fyrstu 6 mánaðirnar. Tilboð skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. mai 2015 kl. 12.00. Lesið meira á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Eitt av starvsfólkum okkara fer í barnsburðarfarloyvi og tí søkja vit eftir fólki frá 01.07.15, ella skjóast til ber eftir tað, og til 31.05.16. Starvsøkið er:  bókhaldið hjá landinum  at bóka og skráseta eftir boðum frá stovnum  at samskifta við stovnar um bókhaldsfyrispurningar  at vegleiða stovnum í at brúka Búskaparskipan landsins, serliga Rokningarverkgongd og Leiðslu kunning  móttøkan í Fíggjarmálaráðnum. Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at:  ljóslesa rokningar  skráseta grundardátur  skráseta útlendsk gjaldoyru  skráseta í kreditor- og høvuðsbókhaldi. Krøv til starvið: Best er, at tú hevur hægri handilsskúlaprógv e.t. ella viðkomandi arbeiðs royndir. Tað er ógvuliga týðandi, at tú skilir væl bókhald, hevur góðan ordan í tínum arbeiði og at tað fellur tær lætt at hava yvirlit. Arbeiðið á Gjaldstovuni er fyri tað mesta skipað í bólkum og tí er eisini Tíðaravmarkað starv í kreditor- bókhaldinum á Gjaldstovuni Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: Løn & bókhald landsins, KT landsins og Fígging landsins. Gjaldstovan hevur eisini um hendi felagsuppgávurnar í Fíggjarmálaráðnum, t.e. reingerð, kantinu og móttøku. Á Gjaldstovuni starvast 53 fólk, 8 teirra eru í kreditor- bókhaldinum. Meiri fæst at vita á heimasíðu okkara www.gjaldstovan.fo GJALDSTOVAN I KVÍGGJARTÚN 1 I FO-160 ARGIR I FØROYAR TEL: +298 35 24 00 I FAX: +298 35 24 01 GJALDSTOVAN@GJALDSTOVAN.FO I WWW.GJALDSTOVAN.FO týðandi, at tú hevur góð samstarvs evni og ger títt til, at bólkurin arbeiðir væl saman. Av tí at KT-skipanir stuðla undir alt arbeiðið á Gjald stovuni, er fyritreyt fyri arbeiðinum, at tað fellur tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir. Setanarviðurskifti: Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvs mannafelagið og verður lønt í lønarflokki 2 ella 3, alt eftir útbúgving og royndum. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Annu Højgaard, annah@gjaldstovan.fo, sum eisini er at hitta á tlf. 35 24 46 ella 26 11 70. Umsókn: Umsókn við prógvum og møguligum við - mæl um skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartúni 1, Boks 2009, 110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 08.05.15 á miðdegi.