Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Avbjóðandi starv sum KT-leiðari Atlantic Airways søkir hervið eftir KT-leiðara til felagið. Virksemi felagsins fevnir um ferðaseðlasølu, avgreiðslu av flogførum, inntøku- og útreiðslu- stýring, planlegging av flogførum og flogfólki, viðlíkahaldi av flogførum og tyrlum, umsiting og aðrar uppgávur. Hetta krevur eitt margfeldi av serskipanum og altjóða skipanum, sum vit nýta í dagliga arbeiðinum. Felagið eru sera frammarlaga innan KT-økið. KT er ein týðandi partur fyri at tryggja kappingarføri og sum KT-leiðari hevur tú ábyrgd av, at KT stuðlar undir at effektivisera felagið. Atlantic Airways hevur 200 KT-brúkarar, sum skulu hava atgongd til teirra KT-skipanir døgnið runt, allar dagar í árinum. Á KT-deildini starvast 3 fólk, og hevur KT-leiðarin tilvísing til fíggjarstjóran. Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum í Vágum. Arbeiðsøkið • At samskipa og menna KT-umhvørvið í allari fyritøkuni • At dagføra og viðlíkahalda KT-skipanirnar • At hava ábyrgd av KT-trygdini • At gera langtíðarætlanir og seta mál fyri KT-deildina • At leiða og leggja til rættis KT-verkætlanir í tøttum samstarvi við deildarleiðarar • At røkja samstarvið við uttanhýsis KT-veitarar • At taka lut í vaktarskipanini á KT-deildini Førleikar og eginleikar • Viðkomandi útbúgving og/ella hóskandi royndir • Góð samstarvsevnir • Dugir væl at motivera starvsfólk og at arbeiða í toymi • Dugir væl at skipa arbeiðið, hevur fokus á loysnir og megnar at taka avgerðir Setanarviðurskifti Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í tøttum samstarvi við leiðsluna í Atlantic Airways. Møguleiki er fyri fakligari og persón- ligari menning í einum framfýsnum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Vit miðja eftir at seta starvið sum skjótast. Umsóknir og samband Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marius Davidsen, fíggjarstjóra á tel. 213703 ella teldupost marius@atlantic.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. mai 2015 og skal sendast við telduposti til Georg Suðurgarð, starvsfólkaleiðara, teldupost georg@atlantic.fo. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi, Noregi og Spania. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.