týsdagur 28. apríl 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. apríl 2015 · Nr. 48
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Navnakapping
Trivnaðardepilin í Almannaverkinum bjóðar til navnakapping
í samband við nýggja Depilin til børn og ung við fjølbreki og
menningartarni á Gerðisvegi 5 í Runavík, sum læt upp hálvan
decembur 2014. Ynski verður sett fram um at fáa eitt breitt
úrval at velja ímillum.
Samlaði depilin er í tveimum hæddum. Ovara hæddin er
deild upp í dagtilboð, sum er í norðara partinum og um
lættingar tilboð, sum er í sunnara endanum. Dagtilboðið,
sum er býtt upp í dag, frítíðar og virkistilboð, er normerað
til 12 borgarar. Í dagtilboðnum eru børn og ung úr Eystur
oynni.
Umlættingin kann húsa 8 borgarum í senn. Depilin bjóðar
umlætting gerandiskvøld, vikuskiftir, summarumlætting og
um høgtíðir. Til umlætting koma børn og ung úr øllum
Føroyum.
Í niðaru hæddini eru ymisk høli, sum allir borgarar kunnu
gera brúk av. Har er fysio og ergoterapi, sansarúm, ítrivsrúm
og annað.
Uppskot ynskist til navn á samlaða bygninginum.
Frágreiðing um uppskotið er vælkomin, men ongin treyt.
Ein dómsnevnd er mannað at viðgera innkomnu uppskotini
og leggja tey framm fyri AlmannaverkiðTrivnaðardepilin og
Eind 2 at taka støðu til.
Kr. 3.000 verða latnar sum vinningur til valda uppskotið.
Freistin at lata inn er mánadagin 08 juni kl. 12.00 Uppskotini
skulu sendast til oddah@av.fo viðmerk ”Navnakapping”
Vit gravera
nýggj nøvn
og væla um
skriftina
á gomlum
gravsteinum.
Danstein
www.danstein.fo
Runavík
Gerðisvegur 17
Tórshavn
Marknagilsvegur 86
Tel 21 75 12
Gravsteinar og blómubeð
• Prísir við litum verða eisini
sendir um alt landið
• Skjót avgreiðsla
• Bílegg í góðari tíð. Um ynsk-
ist og møguleikar eru fyri tí,
verður steinurin uppsettur.
k re a
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
• Gravsteinar
(Framsýning við Marknagilsvegin 86)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
á Hálsi · tlf. 31 72 10 / 21 72 10
FERIUAVLOYSARI
Vit sóknast eftir feriuavloysara frá
24. aug. til 11. sept. 2015
Hevur tú áður staðið í klædnahandli
er tað ein fyrimunur
Landsfelag Pensjónista
Ársaðalfundur felagsins verður á
Skúlaheiminum,
Marknagilsvegur 75, Tórshavn,
leygardagin 30. mai 2015 kl. 13:00.
Dagsskrá sambært § 7 í viðtøkum
felagsins.
Nevndin
Starv sum varaskúlastjóri
í Skúlanum á Giljanesi
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv
í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at
menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika
at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Skúlanum á
Giljanesi.
Í skúlanum á Giljanesi eru 314 næmingar í 10
árgangum, og 30 lærarar starvast í skúlanum.
Starvið verður sett frá 1.maj ella skjótast gjørligt.
Um starvið
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir
ábyrgd og í samstarvi við skúlaleiðaran skal taka
lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni
av virksemi skúlans. Harafturat skal viðkomandi
duga at samstarva, vera fyrikomandi og fúsur at
taka á seg uppgávur í samstarvi og eftir fyriskipan
skúlaleiðarans.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving
og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt
er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava
leiðsluroyndir.
Lønar og setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við
tænastu í Skúlanum á Giljanesi. Tann, ið sett/
ur verður, eigur at tola broytingar starvinum
viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi
reglum.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 30.apríl 2015
kl. 12.00
Nærri fæst at vita, við at venda sær til Skúlan
á Giljanesi, við at ringja tlf. 344424 ella til
skúlaleiðaran tlf. 794425 ella við at senda
teldupost til skúlan sag@skulin.fo
SKÚLIN
Á GILJANESI
www.sag.fo
Bjálving
við stein- ella pappírsull
Tlf. 594611 / 519309