Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Samtakblaðið Mikudagur 29. apríl 2015 Samtak var stovnað fyri 7 árum síðani av Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiski manna­ felag og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hildu, at nú var stundin komin, at fáa yvir­ skipað fakfelagsligt samstarv. Seinni komu so bæði Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag við í Samtak, og umboðar felagið umleið 1/3 av løntakarunum. Orsøkin hjá feløgunum til at stovna Samtak var at fáa ein sterka savnandi rødd fyri fakfeløgini. Samtak skal kunna limirnar um rættindi teirra og arbeiðsmarknaðar viðurskifti sum heild, og at økja tilvitskuna um arbeiðsmarknaðin úr sjónarhorni løntakaranna. Viðurskifti hjá limunum í Samtak skulu hava størri rúmd í almenna rúminum. Samtak skal hjálpa fakfeløgunum at betra um korini hjá limum sínum, og ber javnan tíðindi og sjónarmið frá fakfeløgunum. Samtak fer at fylgja væl við í tí sum fyriferst í almenna rúminum, og ger tilmæli til politiska landslagi um ymiskar lógir, ið eru viðkomandi fyri limirnar. Tey fimm feløgini handan Samtak vóna við tíðini at kunna savna fleiri fakfeløg í Samtak. Um Samtak Fyrst í seinastu øld vóru stórar rembingar runt um í Evropa. Stórverkfall var í Onglandi, har arbeiðarin har fekk verri og verri kor. Arbeiðsdagarnir vóru langir, og arbeitt var 7 dagar um vikuna, lønin vánalig, korini sera ring, og hesi bara versnaðu. At enda vildu arbeiðararnir ikki finna seg í hesum, og løgdu arbeiði niður, teir kravdu betri arbeiðsumstøður og meira í løn. Arbeiðsgevararnir vildu ikki hoyra talan um hetta, men arbeiðararnir vóru treiskir, og vildu ikki taka arbeiði uppaftur fyrr enn teir fingu nøkur av sínum krøvum ígjøgnum. Arbeiðsgevararnir vildu ikki eftirlíka krøvunum frá arbeiðarunum, teir fingu fólk hinumegin Ermarsund at koma til Onglands at upptaka verkfalsrakta arbeiði, hetta vildu ensku arbeiðararnir ikki finna seg í, so tað endaði við rættiligum stríði teirra millum. Hetta var ein av grundunum at fakfeløg blivu stovnaði runt um í Evropa, so at arbeiðarar í øllum Vesturevropa kundu standa saman, tí hetta ikki skuldi henda aftur. Hetta rák kom eisini til Føroyar, tó at tað var nakað seinni. Á Tvøroyri vóru komnar nýggjar tíðir, gamla bóndasamfelagi var farið í søguna, og arbeiðspláss vóru komin. Nógv fólk komu aðrastaðni frá at arbeiða á Tvøroyri, fólkatalið í bygdini vaks við rúkandi ferð. Korini hjá arbeiðandi fólkinum vóru vánalig, arbeiðstíðin long og óreglulig, lønin lág og ringt var at fáa fatur á pengunum. Tann meinigi arbeiðarin var greiður yvir at okkurt mátti gerast. Tá vóru tað nakrir djarvir menn, sum ikki vildu lata sær hetta lynda. Hesir tóku stig til at stovna fakfelag, tað var ikki nakað lætt tak at fara undir, mótstøðan var hørð. Hesir menn vóru hóttir við at missa arbeiði, og fleiri sluppu ikki aftur til arbeiðis. Mong dømir eru um, at menn, sum tóku stig til at stovna fakfeløg, gingu arbeiðsleysir í fleiri mánaðir. Hesir menn vóru sannar hetjur, hesir løgdu teir fyrstu steinarnar til tann varðan, sum øll Føroyska Arbeiðara­ rørslan, og harvið øll okkara tilvera byggir á. Eitt minnismerki átti at verið reist yvir hesar menn og kvinnur, tí einki er at ivast í, at kvinnurnar hava verið stóri stuðulin ja kanska drívmegin hjá hesum monnum. Nøkur ár seinni stovnaðu tær sítt egna fakfelag. Fakfeløg vóru neyðug tá, og tey eru líka so neyðug í dag, tað kunnu vit, sum dagliga arbeiða við fakfeløgum, sanna. At enda vil eg ynskja Fylking hjartaliga til lukku við 100 ára stovningardegnum og ynskja tykkum góðan byr í komandi tíð. Somuleiðis vil eg takka tykkum, sum hava mynda felagið øll hesi árini fyri sera gott samstarv. Georg F. Hansen formaður í Føroya Arbeiðarafelag Stovnanin av Fylking og síðani at fakfeløg vóru stovnað runt um í Føroyum, er sjálvt grundarlagið undir tíð vælferð vit hava í dag Oddagrein Kvøða til fylking