týsdagur 28. apríl 2015síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Samtakblaðið
Mikudagur 29. apríl 2015
– Fólk grenja ikki, tó at tað er stríggið at fáa endarnar at røkka.
Tey halda tað privata inn at skinninum og eru ikki so krevjandi.
Men, skattalættin til tey ríku øsir fólk, tí hann vendir púrasta
øvut, sigur Karla Einarsson, forkvinna í arbeiðarafelagnum
Hæddini og stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag
Halda tað privata inn at skinninum
Vilmund Jacobsen
Karla Einarsson hevur verið forkvinna
í Arbeiðarafelagnum Hæddini í mong
ár. Felagið fevnir um bydirnar í Runa
víkar kommunu, sum liggja við eystur
armin á Skálafjørðinum, íroknað
Lamba, Æðuvík og Rituvík.
Í økinum hava eisini verið onnur
arbeiðarafeløg, eitt nú Klettur, ið
serliga hevði limir úr Søldfjarðar-
økinum, men tað eru fleiri ár, síðan
Klettur legði saman við Hæddini.
Í nógv ár hevur Karla eisini sitið
í stjórn Føroya Arbeiðarafelags. Eitt
skifti var hon úr leiðsluni vegna sjúku,
men kom so við aftur og er framvegis
partur av stjórnini.
– Mær dámar væl at arbeiða við
fakfelagsviðurskiftum, og tað eru eis
ini onnur enn eg, sum í nógv ár hava
verið við til at mynda okkara lokala
felag – um enn tey ikki hava verið líka
leingi í leiðsluni sum eg.
Stórt felag
Arbeiðarafelagið Hæddin hevur einar
650 limir og er soleiðis eitt av teimum
heilt stóru arbeiðarafeløgunum í land
inum.
– Mær dámar væl, at kvinnur
og menn eru í einum og sama felag.
Lønin fyri sama arbeiði er hin sama
hjá báðum kynum. Tað vóru onnur
enn eg, ið áttu tað stríðið, tí hóast
eg havi verið forkvinna í Hæddini í
mong ár, hevur lønin fyri sama arbeiði
øll hesi ár verið hin sama hjá báðum
kynum.
Karla Einarsson virðismetir nógv
tað stríð og strev, sum undanfarnu
fakfelagsfólk høvdu, og ikki minst er
stríðið fyri líka løn fyri sama arbeiði
við Andreu Árting í oddinum alla æru
vert.
– Tey eru mong, sum upp gjøgnum
árini tóku tøk til frama fyri arbeiðara
fjøldina, og nú er tað uppgávan hjá
okkum, ið mynda fakfelagsrørsluna,
at bera førningin víðari og útvega ar
beiðarafjøldini enn størri batar.
Nógv arbeiði
Karla Einarsson fegnast um, at nógv
arbeiði er í Runavíkar-økinum, og at
limirnir í Arbeiðarafelagnum Hæddini
hava nóg mikið at takast við.
– Jú, her er nógv virksemi, og
ikki minst arbeiða nógvir av okkara
limum á Bakkafrosti á Glyvrum og
á fiskavirkinum hjá Faroe Origin í
Saltangará. Men, vit hava eisini nógv
vaskifólk og arbeiðsfólk aðrastaðni
kring um í økinum.
Forkvinnan í Arbeiðarafelagnum
Hæddini fegnast um, at pláss eisini er
fyri fólki úr øðrum økjum.
– Tað eru ikki bara okkara limir,
sum arbeiða her í økinum, men eisini
nógvir limir úr øðrum feløgum. Nú
Bakkafrosti byggir út og upp á sikt
ætlar at miðsavna alt sítt virksemi á
Glyvrum, vóna vit, at tey, sum í dag
starvast á virkjum hjá samtakinum
aðrastaðni, eisini fáa høvi at fylgja við,
tá teirra arbeiðspláss verða niðurløgd.
Karla sigur, at Bakkafrost hevur
nógv og støðugt arbeiði til fólkið, og
her verður eisini arbeitt í skiftivaktum.
– Hetta fyritakssemi hevur alstóran
týdning fyri arbeiðandi fjøldina um
okkara leiðir, leggur hon aftrat.
Tungt kortini
Hóast fólk hava arbeiði, er tað kortini
stríggið hjá arbeiðarafjøldini at fáa
endarnar at røkka. Tað er dýrt at keypa,
og føstu neyðturviligu útreiðslurnar til
olju, el, kringvarpsgjald og matvørur
eru høgar.
– Tað stríðir ímóti mínari sannfør
ing at veita skattalætta til høgu inn
tøkurnar, meðan lág-og miðalinntøkur
at kalla einki fingu burturúr. Eftir
mínum tykki vendir hetta púrasta øvut
og hevur skapt eina ávísa øsing. Tað
líkar mær heldur ikki, at pensjónir í
dag verða forskattaðar, tí tað eftir mín
um tykki er við til at máa støðið undan
framtíðini.
Karla Einarsson vísir á, at ar
beiðarafjøldin og tey, sum tjena nógv,
keypa í somu handlum, og neyðugu
útreiðslurnar til el, olju og ymisk gjøld
eru tær somu.
– Jú, tað er tungt hjá okkara limum
at fáa endarnar at røkka, tó at fólk eru
til arbeiðis. Lønarsamráðingar verða
aftur næsta ár, men tað vísir seg, at
trupult er at fáa nakað upp á lønina
sum veruliga munar – tó at vit hava
nógvar limir, sum arbeiða á virkjum,
ið tíbetur koyra rættiliga væl.
Inn at skinninum
Forkvinnan heldur tað vera ótrúligt, at
fólk – um man so kann siga – grenja
so lítið, sum tey gera.
– Eg haldi, at okkara limir royna
sum best og halda tað privata nær
inn at skinninum. Eitt annað er, at
arbeiðarafjøldin helst ikki er so krevj
andi, sigur Karla Einarsson, forkvinna
í Hæddini og stjórnarlimur í Føroya
Arbeiðafelag.
vilmund@sosialurin.fo
Bakkafrost á Glyvrum er ivaleyst størsta arbeiðspláss hjá limunum í Arbeiðarafelagnum Hæddini, og her fer í løtuni stór útbygging fram.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Karla Einarsson (ytst til høgru) hevur verið forkvinna í
Arbeiðarafelagnum Hæddini í ein mansaldur, og í nógv ár hevur
hon eisini verið stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag.
Mynd: Áki Bertholdsen