Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Samtakblaðið Mikudagur 29. apríl 2015 Fiskimannafelagið hevur ongantíð tikið undir við tilfeingisgjaldinum í fiskivinnuni, og góðtekur heldur ikki, at reiðararnir senda hesa rokningina víðari til manningina. Reiðarar eiga rokningina Føroya Reiðarafelag hevur fleiri ferð­ ir alment latið Føroya fólk vita, at tað tekur undir við tilfeingisgjaldi á fiskivinnuna, men Føroya Fiski­manna­ felag hevur ongantíð góðtikið hetta gjaldið. Og tí finnir felagið seg heldur ikki í, at reiðararnir draga tilfeingisgjaldið av søluvirðinum, áðrenn avroknað verður. Ikki í sáttmálanum Reiðararnir halda seg kunna gera hetta við støði í grein 17 í sáttmálanum mill­um manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag. Greinin snýr seg um frádráttir – útreiðslur, sum reiðararnir hava loyvi at draga frá søluvirðinum, áðrenn avroknað verður – men har stendur ikki eitt orð um tilfeingisgjøld. Í grein 17 stykki 3 stendur tó, at “Avgjøld fyri fiskiloyvir av einum og hvørjum slag ganga av óbýttum, tó er keyp av føroyskum kvotum og/ella fiskidøgum millum føroysk skip ikki loyvdur frádráttur.” Reiðarafelagið hevur eisini í einum máli í Fasta Gerðarrætti viðhald í, at kvotakeyp á uppboðssølu var loyvdur frádráttur við støði í hesari áseting. Avgjald á veiðu Men sambært Jan Højgaard merkir tað als ikki, at tilfeingisgjaldið er loyvdur frádráttur. – Niðurstøðan hjá gerðarrættinum bygdi á ta staðfesting, at kvota­keyp­ið á uppboðssøluni var ein rakstrar­út­ reiðsla, sum mátti rindast fyri at skipið yvirhøvur kundi sleppa til fiski­skap. Soleiðis er ikki við tilfeingis­gjaldinum. Tað er ikki eitt avgjald fyri fiskiloyvi, men eitt avgjald á fiskaðu veiðuna, sum verður roknað út og goldið, aftaná at veiðan er fiskað. Í Fiski­ manna­felagnum halda vit tískil ikki, at tilfeingis­gjaldið er loyvdur frádráttur, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Kanna tað juridiska Hann sigur, at felagið í samráð við advo­kat kannar møguleikarnar at royna spurningin í rættarskipanini. – Tað er nógv fyri, at tað skal vera neyðugt, tí hetta er gjald, sum reiðararnir hava góðtikið, men ikki vit. Tí áttu teir eisini at verið somikið búnir og at sær komnir, at teir jálvir rinda rokningina fyri hetta. Tað sein­ asta, vit væntaðu, var, at teir fóru at taka av hýruni hjá manningini til hesa útreiðlsu, sigur Jan Højgaard. – Tá yvirskot hjá reiðaríum skal býtast, fáa okkara limir ongan lut í tí, og tí dugi eg ikki at síggja, hví limirnir so skulu vera við til at rinda rokningar, sum reiðararnir sjálvir eiga og hava góðtikið, sigur hann. Jan Højgaard leggur dent á, at tað er ikki manningin, men skipið, sum hevur fingið útlutað fsikiloyvi – fiskiloyvi, sum reiðararnir síðani nærum frítt kunnu selja øðrum, uttan at mann­ingin tá fær nakran part av søluvinninginum. – Vit hava sæð, at prístalið er fallið hetta seinasta árið, men eg haldi ikki, at vit merkja tað á gerandisvørum, sum framvegis kennast dýrar fyri eina vanliga arbeiðarafamilju. Um vit hyggja eftir, so sæst, at tað ikki er mat­ vørurnar sum eru lækkaðar, og tað er har ein stórur partur av lønini hjá eini arbeiðarafamilju fer til, sigur Jastrid V. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag. Hon er fegin um, at lønarhækkanin stendur mát við prístalið, men vísir á, at fyri eina vanliga arbeiðarafamilju, hava seinastu árini ikki verið gylt, tí bólkurin hon umboðar hevur ikki fingið lut í tí framburði, sum hevur verið í samfelagnum. Tímalønin hækkar 1. mai. Á arbeiðaradegnum hækkar tímalønin við 2,60 kr, so grundlønin gerst 120,44 kr um tíman. Ein ársinntøka hjá einum, sum arbeiðir fulla tíð, gerst tískil 250.510,44 kr. Fyri tey sum hava vunnið sær starvstíðarrættindi er lønin samsvar­ andi hægri. Fyri ein sum hevur 9 ára starvsaldur er tímalønin 125,26 kr og árslønin fyri fulla tíð 260.535,84 kr Starvsaldur Forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðs­ kvinnu­felag minnir á, at arbeiðsfólk hava rætt til at fáa eina viðbót fyri starvs­aldur, tá ið viðkomandi hevur arbeitt innan sama øki í 3 ár. Arbeið­ ara­feløgini hava starvsaldursviðbøtur fyri 3 ár, 5 ár, 7 ár og 9 ár. Um arbeiðari skiftir frá einum arbeiðsplássi til eitt nýtt arbeiðspláss, flytir starvsaldurin við um tað er inn­ an sama øki. Arbeiðsfólk skulu biðja sín fyrr­ verandi arbeiðsgevara um eina váttan, um tey skifta arbeiðspláss, hetta hevur arbeiðsgevarin skyldu at útflýggja. Verður til dømis skift frá einum laksa­virki til eitt flakavirki ella upp­ sjóvarvirkið, so fylgir starvstíðin í fyrra arbeiðnum við. Verður hinvegin arbeiðsøki skift, og farið verður frá t.d. at arbeiða við jørð og betong til eitt ídnaðarvirki ella skiftir frá fiskivinnuni til at vera bussførari, so fylgir starvsaldurin ikki við, tí tað er eitt nýtt starvsøki, har ein ikki hevur royndir áður. Starvsaldurin fylgir eisini við, um eitt arbeiðsfólk tekur ein steðg frá arbeiðnum, og byrjar aftur, um steðgurin er minni enn 7 ár. Lønin hækkar       Vanlig   3  ár   5  ár   7  ár   9  ár   Tímaløn   120,44   121,95   123,79   124,35   125,26   Eftirløn   10%   10%   10%   10%   10%   Yvirtíð  35%   162,59   164,63   166,66   167,87   169,10   Yvirtíð  60%   192,70   195,12   197,52   198,96   200,42   Yvirtíð  65%   198,73   201,22   203,69   208,18   206,68   Yvirtíð  100%   240,88   243,90   246,90   248,70   250,52   Mánaðarløn   20.875,87   21.137,59   21.397,59   21.553,59   21.711,32     Á arbeiðaradegnum hækkar tímalønin hjá arbeiðarafeløgunum. Grundlønin er nú komin upp á 120,44 kr um tíman. Eftirlønin er framvegis 10%. Vit eru fegin um hesa hækkan, so tímalønin stendur mát við prísvøkstur, sigur Jastrid V. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Løn 1. mai 2015 - Tá yvirskot hjá reiðaríum skal býtast, fáa okkara limir ongan lut í tí, og tí dugi eg ikki at síggja, hví limirnir so skulu vera við til at rinda rokningar, sum reiðararnir sjálvir eiga og hava góðtikið, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.