Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Samtakblaðið Mikudagur 29. apríl 2015 Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, heldur, at tað gongur heldur seint við sáttmálasamráðingunum, men hann fegnast um, at partarnir eru í góðum dialogi og at nógv samskifti er millum feløgini Gongur seint við samráðingunum Vilmund Jacobsen Tað er ikki nógv, sum formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, vil siga, nú samráðingar um nýggjan sáttmála við Føroya Reiðarafelag hava staðið upp á í eina rúma tíð. - Vit eru mitt í eini samráðingar­ støðu, og tí kann eg ikki siga so nógv um ítøkiligu gongdina higartil. Fleiri fundir hava verið millum partarnar, og nógv hevur verið tosað. Eg vil siga, at tað gongur heldur seint, tó at tað gongur onkran veg, sum formaðurin tekur til. Tosa væl Jan Højgaard vísir á, at hann sum formaður í Føroya Fiskimannafelag og stjórin í Føroya Reiðarafelag, Her­álvur Joensen, tosa nógv saman og eru í tøttum dialogi um, hvussu viður­skiftini kunnu loysast, soleiðis at partarnir kunnu nærkast einum nýggjum sáttmála. – Jú, vit tosa væl saman, og eg haldi, at tað er rímiliga gott stev mill­ um partarnar. Spurdur, um Føroya Fiskimanna­ felag fer eftir prosentum ella eftir mann­ingarviðurskiftum í síni heild í hesum samráðingunum, sigur formað­ urin, at felagið arbeiðir á øllum økjum. – Vit eru komin so stutt enn, og tí er ógjørligt at siga, hvat fer at spyrjast burturúr. Samskifti millum partarnar er gott, men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Hvør sær Jan Højgaard sigur, at eingin avtala er millum partarnar um, nær samráð­ing­ arnar skulu verða lidnar, og galdandi sáttmáli verður í gildi, so leingi sum samráðst verður. – Vit vildu helst, at tað gekk eitt sindur skjótari, og eg vóni, at meira ferð kemur á, sum dagarnir ganga. Hann leggur aftrat, at tað eru trý manningarfeløg, sum samráðast við reiðararnar, men higartil hava feløgini samráðst hvørt sær við Reiðarafelagið. – Hvussu verður, og um feløgini møguliga fara at samráðast saman ella ei, dugi eg ikki at siga í løtuni. Tað fer tíðin at vísa. Okkara vón er, at vit kunnu gera ein nýggjan sáttmála, sum nertir við og skapar batar á fleiri ym­ iskum økjum – í sátt og semju mill­ um partarnar. Men, um hetta fer at eydnast, er ógjørligt at siga í løtuni, sigur formaðurin í Føroya Fiski­manna­ felag, Jan Højgaard. – Vit arbeiða fyri batum á øllum økjum, nú sáttmálasamráðingar eru, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag Mynd: Birgir W. Høgnesen Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard og stjórin í Føroya Reiðarafelag, Herálvur Joensen, tosa nógv saman og eru í tøttum dialogi um, hvussu viðurskiftini kunnu loysast Lønarliga er talan um sama karm, sum er galdandi fyri hinar sáttmálarnar á privata arbeiðsmarknaðinum Í endanum av februar mánaði skriv­ aðu sjómannadeildin hjá Føroya Fiski­mannafelag og Reiðarafelagið fyri Farma­skip undir nýggjan tvey ára sátt­mála og sínámillum reglur í áhuga­trætum, herundir um frá­boð­ anar­freist. Eftir nýggja sáttmálanum hækk­ aðu lønirnar við 1,98 prosentum hin 1. mars í ár, og 1. mars næsta ár hækka lønirnar við 2,25 prosentum. Føroya Fiskimannafelag sigur, at talan er um sama karm, sum er gald­ andi fyri hinar sáttmálarnar á privata arbeiðsmarknaðinum. – Umframt sáttmálasemjuna varð eisini ein nýggj semja um sínámillum reglur í áhugatrætum undirskrivað. Høvuðsinnihaldið í henni er ein fráboðanarfreist á 48 tímar. Tað merkir, at ein arbeiðssteðgur skrivliga skal verða fráboðaður mótpartinum í seinasta lagi 48 tímar, áðrenn hann kann setast í verk. Á heimasíðuni hjá Føroya Fiski­ manna­felag – www.fiskimannafelag. fo - sæst sáttmálasemjan og semjan um síná­millum reglur í áhugatrætum. Nýggjur sáttmáli um farmaskip