týsdagur 28. apríl 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Samtakblaðið
Mikudagur 29. apríl 2015
FYLKING 100 ÁR Tit hava ikki verið bangin fyri at
taka tøk, men tit hava eisini verið framsíggin
Lønirnar á Tvøroyri vóru
tær hægstu í landinum
Ein slóðari fyllir 100
Eldhugaðar røður
og upplýsandi kjak
Í dag ber illa til at hugsa sær, at nakar
í Føroyum ikki skal fáa løn sína gold
na í pengum, men í mjøli, sukuri og
gummistivlum. Tað var nevniliga
heilt vanligt, at arbeiðsfólk noyddust
keypa vørur fyri lønina í handlinum
hjá sama arbeiðsgevara, tey annars ar
beiddu hjá.
Men tað er ikki meiri enn enn ein
lítil øld síðani, at hetta var veruleiki í
Føroyum.
Men so fóru arbeiðsfólkið at ress
ast, og eftir eitt stríð, sum var so
hart, at tey fægstu kunnu ímynda
sær tað, eydnaðist teimum at enda at
fáa trumja ígjøgnum, at arbeiðsfólk
skuldu hava løn sína útgoldna í reið
um pengum.
Leygardagin helt ein av slóð
brótaranum fyri at fáa hetta broytt,
sín 100 ára føðingardag.
Arbeiðsmannafelagið, Fylking, á
Tvøroyri á Tvøroyri var av teimum
feløgunum, sum breyt nasar fyri at
vinna verkafólki rættin til at fáa løn í
reiðum peningi, og fyri at vinna fólki
nógv onnur rættindi
Tað var 25. apríl í 1915, arbeiðs
menn á Tvøroyri hittust á fundi og
stovnaði Enigheden. Í 1932 skifti felag
ið navn til Fylking. Og sostatt fylti
Fylking 100 ár leygardagin, sjálvan
flaggdagin.
Tað varð hátíðarhildið á Segllofti
num á Tvøroyri, leygardagin og í tí
sambandi er eisini ein framsýning á
Seglloftinum um ymsar tættir í søgu
ni hjá Fylking.
Tey, sum ikki hava sæð framsýn
ingina, hava framvegis møguleikan, tí
hon letur ikki aftur fyrrenn hóskvøld
ið.
Myndirnar her á síðunum eru all
ar frá hátíðarhaldinum leygarkvøldið.
Fríggjadagurin er fyrsti mai, og tað er
altjóða arbeiðaradagur.
Tað fara tey eisini at hátíðarhalda
á Tvøroyri, og í ár fara tey at gera eitt
sindur meiri burtur úr, enn vanligt.
Hátíðarhaldið á Tvøroyri verður í
miðbýnum klokkan 16 og har fara Jóa
nes Nielsen og Sonja Jógvansdóttir at
røða, og Tvøroyrar Hornorkestur fer
at spæla.
Aftaná verður farið inn á Seglloft
ið, har kjakfundur verður um arbeiðs
marknaðarviðurskifti og um, hvønn
týdning, og hvønn leiklut, fakfeløgini
hava nú á døgum, og fara at hava í
framtíðini.
Við pallborðið sita Marner Lisberg,
vinnulívsmaður á Tvøroyri, Bergur P.
Dam, hagfrøðingur, Georg F. Hansen,
formaður í Føroya Arbeiðarafelag,
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsi
num og Sonja Jógvansdóttir, í Samtak.
Áki Bertholdsen
-Tit hava verið í mongum leiki, bæði
verkføllum og verkbannum, og ofta
hava drigið longra stráið
Tað
var
føðingardagsheilsanin
frá Helga Eidesgaard, søgufrøðingi,
til arbeiðsmannafelagið Fylking, nú
felagið fyllir 100 ár.
Leygardagin, sjálvan flaggdagin,
25. Apríl, hátíðarhelt elsta arbeiðara
felag í landinum, Arbeiðsmannafelag
ið, Fylking, á Tvøroyri, sín 100 ára føð
ingardag.
Søgufrøðingurin, Helgi Eidesgaard,
hevur verið við til at fyrireika 100 ára
hátíðarhaldið saman við Einar Larsen.
Og hann segði, at eitt, sum hevur
eyðkent felagið, er, at teir hava ikki
verið bangnir fyri at taka tøk.
- Talan var ikki bara um at berjast
fyri at vinna arbeiðsmonnum ávísr
rættindi. Í Fylking vóru tey eisini
ógvuliga framskygd og løgdu lunnar
undir nógv vinnuligt virksemi á Tvør
oyri.
- Tit hava verið í mongum leiki,
bæði verkføllum og verkbannum, og
ofta hava drigið longra stráið, segði
Helgi Eidesgaard.
Hægst í landinum
Hann sigur, at Fylking var so sterkt
felag, at í nógv ár, vóru lønirnar
hjá arbeiðsmonnum á Tvøroyri tær
hægstu í landinum.
Eitt annað hart stríð var at fáa løn
gjaldsstovuna setta á stovn sum skuldi
loysa arbeiðsmannin úr valdinum hjá
reiðarunum og stórkeypmonnunum
við at tryggja, at teir kundu fáa løn
sína goldna í reiðum peningi, og ikki
í vørum.
- Ágangurin var øgiligur, har
arbeiðsmenn, sum ikki vildu lata seg
kúgað, vórðu settir á svartalista, og
vórðu útihýstir frá øllum arbeiði. Men
Fylking vildi ikki slaka og vann stríðið
um at enda, staðfesti Helgi Eidesgaard.
Framsíggin
Men Helgi Eidesgaard sigur, at Fylking
snúði seg ikki bara um verkføll og
stríðið ímóti arbeiðsgevarunum.
Tey vóru eisini rættiliga framsíggin
í Fylking og tóku tung tøk fyri at
tryggja limum sínum arbeiði.
Í hesum sambandi stovnaðu ttey í
Fylking eisini Ísvirkið, men tað gekk
ikki so væl, tí tað fór skjótt fyri bakka,
saman við so nógvum øðrum í alheims
kreppuni fyri eini slakari øld síðani.
- Men teir góvust ikki á hendur,
tí fá ár seinni stovnaðu Fylking, og
Arbeiðskvinnufelagið, Fiskepigernes
Fagforening, sum tá eisini varð stovn
að, Arbejdernes Trawlerdrift. AT, sum
felagai kallaðist, skapti nógv arbeiði
frá 1936 heilt til 1954, og var næst
størsti reiðari í Føroyum eitt skifti.
Helgi Eidesgaard sigur, at hetta eru
tvey dømi um, hvussu nógv arbeiðar
afeløgini á Tvøroyri løgdu fyri í roynd
unum at útvega limunum arbeiði.
Nevnast kann eisini, at Fylking
hevur sett pening í koladriftina í
Rangabotni, flakavirki á Tvøroyri og
trolarar.
Eitt annað dømi um framskygni
hjá Fylking var, at felagið rættiliga tíð
liga stuðlaði upp undir at seta fyrsta
tekniska skúla í landinum á stovn á
Tvøroyri. Tá vóru eisini handverkarar
limir í felagnum.
Leggjast kann afturat, at hesar
næstu dagarnar er ein framsýning á
Seglloftinum um Fylking, opið er um
kvøldið til hóskvøldið.
ARBEIÐARADAGUR Í ár gera tey á Tvøroyri meiri burturur
at hátíðarhalda aarbeiðaradagin, enn vanligt