Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Samtakblaðið Mikudagur 29. apríl 2015 FYLKING 100 ÁR Tað vóru sannar hetjur, sum stovnaðu Arbeiðsmannafelagið Fylking, fyri 100 árum síðani FYLKING 100 ÁR Høvdu fakfeløg, og kommunan, ikki verið so virkin í vinnulívinum, hevði Tvøroyri ikki verið tað plássið, tað er í dag Tit eru grundar­ lagið undir okkara vælferð Lat bara hini grenja Áki Bertholdsen - Høvdu fakfeløg, og kommunan, ikki havt so virknan leiklut í vinnulívinum, hevði Tvøroyri ikki verið tað plássið, tað er í dag. Tað segði Kristin Michelsen, borgar­stjóri á Tvøroyri, uttan at blun­ ka, á 100 ára hátíðarhaldinum fyri elsta arbeiðara­felag í landinum, Arbeiðs­ manna­felagið, Fylking á Tvøroyri. Tann 25. Apríl vóru 100 ár síðani, at Fylking varð sett á stovn, og borgar­ stjór­in fortaldi, at onkuntíð hevði hann sjálv­ur eisini notið gott av limaskapi í Fylk­ing, tá ið hann eitt skifti var arbeiðs­maður á Tvøroyri, beint sum hann var liðugur í fólkaskúlanum.   Avgerðandi leiklut Kristin Michelsen vísti á, at eina myrka nátt fyrst í nítiárunum, vórðu øll virði í Føroyum skorin niður í helvt og føroyska samfelagið átók sær eina skuld á fimm milliardir. Men samstundis avskrivaði danska stjórn­in somu upphædd í skuld hjá menn­ing­ar­lond­um. - Var tað dummstoltleiki hjá før­oy­ ing­um, sum forðaði fyri, at vit kravdu somu sømdir frá dønum, spurdi borgar­stjórin. - Í krepputíðum sum hasum, hevur tað víst seg, at tað eru fakfeløg og kom­munan, sum hava tann avgerandi leik­lut­in, segði hann. Hann sigur, at tað er bara at samanbera Tvøroyri við onnr pláss í landinum, so gongur sjón fyri søgn. Hann staðfestir, at uttan fak­feløg­ ini, høvdu vit ikki havt tað lønarlag, og onnur rættindi, vit hava í dag. - Og standa vit ikki saman, kunnu vit skjótt missa hesi rættindi aftur, legði hann afturat. Tók broddin Kristin Michelsen sigur, at samstarv ímill­um kommunna og fakfeløg hevur tikið ringasta broddin av kreuppunum, sum hava verið. - Lata okkum halda fram við hesum og draga eina línu, legði hann afturat. Hann sigur, at á Tvøroyri hava fak­ feløg og kommuna verið langt framm­ an­fyri sína tíð, og hava gingið á odda við váðafúsum kapitali í vinnulívi. Og uttan hatta samstarvið, hevði Tvøroyri ikki verið tað plássið, tað er í dag. - Lat so bara onnur grenja um Tvør­oyri og javnaðarfólk, legði hann aftur­at. Hann sigur, at tað er bæði neyðugt og vælkomið, at fakfeløg sum Fylking eru við í royndunum at menna vinnu­ lív­ið. Hann sigur, at hóast nógv er vunn­ ið, er langt eftir á mál. - Tað er beinleiðis ósannindi at billa fólki inn, at stættarstríðið er av. Hann vísir á, at væl er lønin er hækk­að. Men er hon nóg høg, spurdi hann. - Eitt krav má verða, at alt arbeiðið er sáttmálabundið. Hava eina meining Borgarstjórin á Tvøroyri vísir eisini á, at vit hava fingið flatskatt, men tey, sum høvdu størst tørv á einum skatta­ lætta, fingu hann ikki. - Hevur landsins elsta fakfelag ikki eina meining um, hvussu sam­felags­ kakan skal býtast, hvør skal so, spurdi borgar­stjórin á hátíðarhaldinum í gjár­ kvøldið. Hann heldur eisini, at landsins elsta fak­felag eigur at hava eina meining um ætlanina at avreiða alla kongsjørð út­vald­um fólki fyri lítið og lætt. - Skal tann ætlanin steðgast, er neyðugt, at fakfeløgini standa saman, sig­ur borgarstjórin. Kristin Michelsen vildi eisini ynskt, at fakfeløgini gjørdu meiri vart við seg í pensjónsmálinum og krevja ávirkan á, hvussu pensjóns samansparingin verð­ur umsitin. Borgarstjórin sær eisini fyri sær, at fak­feløgini eisini átaka sær ein leiklut í at upplýsa fólki. - Vit fáa nú ein mentanardepil á Drel­nesi og fakfeløg eru meiri enn væl­kom­in at brúka hann til upplýsandi virk­semi, ella annað virksemi. Áki Bertholdsen - At Arbeiðsmannafelagið, Fylking, varð sett á stovn í 1915, og Føroya Arbeiðara­felag 10 ár seinni, er sjálvt grundar­lagið undir tí vælferð, vit hava í dag. Tað staðfesti Georg F. Hansen, for­mað­ur í Føroya Arbeiðarafelag á stór­ur hátíðarhaldi á Tvøroyri, leyg­ ar­kvøldið. Sjálvan flaggdagin, eru 100 ár síða­ni at elsta arbeiðarafelag í landi­ num, Fylking á Tvøroyri, varð sett á stovn, og í tí sambandi var há­tíð­ar­ hald á Seglloftinum á Tvør­oy­ri. Tíggu ár seinni, í 1925, var Fylk­ ing eisini við til at stovna Føroya Arbeiðara­felag. Djarvir menn Georg F. Hansen sigur, at í átjan­ hundrað­talinum fór verka­manna­ fjøld­in niðri í Evropa at ressast av álvara, tí at tey vildu ikki long­ur góð­taka at arbeiða undir so vána­ lig­um umstøðum og fyri so lítla løn. Tá vórðu spírarnir lagdir til at skipa arbeiðararørsluna í feløg. - Hetta rákið at stovna fakfeløg, kom eisini til Føroyar, segði Georg F. Hansen. Hann sigur, at serliga vóru nýggj­ ar tíðir á Tvøroyri. Skip vórðu keypt til bygdina og nógv arbeiði var á landi og har komu eisini nógv fólk aðra­staðni frá at at arbeiða - Men umstøðurnar vóru vána­ liga. Lønin var ikki bara lág, men tað var eisini at kalla ómøguligt at fáa hana goldna í reiðum pengum. Arbeiðsgevararnir vóru eisini keyp­menn, og ístaðin fyri at fáa løn­ina goldna í reiðnum pengum, noydd­ust arbeiðsfólkið at keypa í handli­num og so varð mótroknað so hvørt. Men fyrst í farnu øld, vildu ar­ beiðs­mennenir á Tvøroyri ikki góð­ taka eina slíka skipan longur, og 25. apríl í 1915, sum ikki varð vorð­in al­ men­n­u­r flagg­dagur tá, stovn­aðu teir Ar­beiðs­manna­felagið Enig­hed­en, sum nøk­ur fá ár seinni fekk navn­ið Fylk­ing. - Tað vóru djarvir menn, sum tóku stig til at stovna Fylking, sigur Georg F. Hansen. Hann staðfestur, at tað var eitt ódnar­tak, tí mótstøðan var ómetaliga hørð. Arbeiðsgevararnir settu menn, sum vóru við í felagnum, á svarta­ lista og teir vórðu sostatt ikki bidnir aft­ur til arbeiðis - Dømi eru um, at menn gingu arbeiðs­leysir í mánaðir, tí teir stóðu á svarta­lista hjá arbeiðsgevarunum, segði Georg F. Hansen. - Hesir menn vóru sannar hetjur, tí teir løgdu fyrstu steinarnar í tí varða, øll okkara tilvera nú á døgum bygg­ir á, legði hann afturat. Dánjal av Rana, vinstrumegin, varð knýttur at Fylking í yvir 30 ár, bæði sum nevndarlimir, formaður og sum leiðari á løngjaldstovuni. Her er hann saman við Manna Næs í Hvalba Tey í Fylking vildu ikki lata seg kúgað og at enda vunnu tey stríðið, sigur Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, høgrumegin, saman við Elvin Borðá, sum nú er formaður í Fylking