Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-28, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

8 Samtakblaðið Mikudagur 29. apríl 2015 At samgongan roynir at fjala og mani­ pulera henda veruleika er skilligt, tí pen­sjóns­nýskipanin øll sum hon er, var ein gøla fyri allar føroyingar, og tað skulu láglønt og framtíðar ættarlið rinda fyri í dýrum dómum, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðara­felag. Limirnir í arbeiðarafeløgunum, sum um nøkur ár skulu á pensjón, missa góðar 1000 kr um mánaðin í pen­ sjón, tí penjónsskatturin er hækkaður til 40% flatskatt, og skatturin verður tikin inn við inngjaldi. Munurin er í høvuðsheitum tí at pensjónsskatturin er hækkaður til heili 40%. Hetta rakar vanliga uppspararan hart. Fyri ein vanligan arbeiðara, sum er pen­sjónistur í 17 ár, er missurin um­leið 200.000 kr í pensjón í dagsins virði. Hetta er ein stór upphædd fyri ein vanligan løntakara, vísir Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðara­ felag á. Fleiri búskaparfrøðingar og aktuarar hava seinastu 3 árini gjørt útrokn­ingar, sum vísa, at hevði pensjóns­skatturin og skipanin verið óbroytt var hetta ein munandi betur fyri lágar og miðal lønir. Uppsparing undir nýggju skipanini Ein pensjónsuppsparing undir ver­andi nýggju skipani, skattar pensjóns­inn­ gjøld við 40%. Um ein vanligur løn­tak­ ari sparir upp eitt arbeiðslív, er upp­ spar­ingin lægri undir nýggju skipanini enn teirri gomlu. Verður egna uppsparingin fram­ roknað og umroknað til leypandi út­gjald og hædd verður tikin fyri grund­upphædd, møguligari viðbót og sam­halds­fasta, fær ein vanligur arbeið­ari eitt árligt útgjald eftir skatt á um­leið kr 129.000 frá egnari pensjón. Uppsparing eftir gomlu skipanini Georg F. Hansen sigur, at Føroya Ar­ beiðara­felag hevur í fleiri um­før­um fingið búskarparfrøðingar, grann­skoð­ arar og aktuarar at gjørt útrokn­ingar um nýggju pensjónina, og myndin er døpur fyri arbeiðaran. Um nýggja eftirlønarskipanin ikki varð sett í verk og pensjónsgjøld ikki vóru skattaði við 40%, men ístaðin sum A-skattur, tá goldið verður út, hevði sami arbeiðari fingið hægri útgjald frá egnari pensjónsuppsparing. Her verður framvegis tikin hædd fyri útgjøldum frá grundupphædd í fólka­pensjónini, møguligari viðbót og samhaldsfasta. Útgjaldið frá egnu pen­sjónini hevði tá verið umleið kr 141.000 árliga. Harðara skattingin ger munin Sum veruleikakenda dømið vísir, missir ein arbeiðari áleið kr 12.000 um árið ella kr 1.000 um mánaðin eftir skatt, orsaka av at skattingin av egn­ ari pensjón er broytt. Í hesum før­inum er tað ikki skattatíðspunktið, sum er orsøk­in til munin. Orsøkin er, at skatt­ ur­in er øktur frá at vera lutfals­hækk­ andi samsvarandi inntøku til 40%. At samgongan tekur skatta­tíðs­ punktið inn í hetta kjak tænir ein­ans einum endamáli, nemliga at káva út­ yvir, at pensjónir í dag verða mun­andi harðari skattaðar enn áður, og fyri at káva útyvir, at meinigi pen­sjóns­ upp­spararin verður hart revsaður av broyt­ingini í skatta­fram­ferðar­hátti av egnari uppspardari pensjón. Formaðurin í Føroya Arbeiðara­ felag vísir á, at arbeiðarin fekk onki burtur­úr flatskattinum, men skal rinda í dýrum dómum við síni framtíðar pen­sjón, tað er sjónligasta úrslitið av pen­sjóns­broytingini, sum samtykt var í desember 2011. Tá ið samgongan í 2011 avgjørdi at hækka pensjónsskattin til 40% og skatta tað við inngjaldi rakti hetta vanliga føroyingin sera meint. Missurin hjá einum vanligum arbeiðara, sum verður pensjónistur um 20 – 30 ár, er um 12.000 kr um árið í pensjón ella samanlagt eini 200.000 kr í pensjónstilveruni Arbeiðarin missur yvir 200.000 kr í pensjón Føroya Arbeiðarafelag eins og onnur fakfeløg hava fleiri ferðir gjørt útrokningar av, hvønn týdning økti pensjónsskatturin hevur á pensjónsviðurskiftini, og myndin er døpur. Ein tímaløntur arbeiðari, sum bara sparir upp eftir nýggju skipanini, missur áleið 1000 kr um mánaðin í pensjón, meðan viðkomandi fær so at siga onki í skattalætta. Mista pensjónin hjá arbeiðarunum fer til at fíggja skattalætta hjá teimum væl løntu. Hetta er umvendur Robin Hood politikku, sigur Georg F. Hansen og vísir á, at tað gamla føroyska var, at breiðastu herðarnir skuldu taka tyngstu byrðarnar, men so er ikki longur. Eg óttist fyri tí samfelagnum, sum vit eru við at skapa. Her má koma vend í, so at vit fáa skipanir sum gera, at vit øll kunnu búleikast í hesum landi, og hava møguleika at skapa okkum eitt gott lív. Pensjónin kann ikki takast av veit­ ingini, men má leggjast omaná, tí hesar veitingar eru ikki so høgar, at til ber hjá hesum bólkum at missa eina krónu. Harumframt átti uppsparingar­ kravið at verið minkað niður í t.d. 5% og restin kundi so verið fíggja við at styrkja Samhaldsfasta munandi. Sam­ halds­fasti kundi verið 15%, 7,5% frá ar­beiðs­tak­arum og 7,5% frá arbeiðs­ gevarum. Tey 5% sum fólk spara upp sjálvi ella umvegis sítt fakfelag kundi verið brúkt sum ein lívrentuskipan um­framt nakað til tryggingar. Hava fólk ella fakfeløg hug at spara meir upp enn tey 5% skal tað standa teim­um frítt at gera tað, men lógar­kravið nýtist ikki vera hægri, tí Sam­halds­fasti skuldi verið mergurin í framtíðar­pensjóns­ skipan­ini. Samhaldsfasti er ein góð og solidarisk skipan, sum er einføld og bílig at umsita. Samhaldsfasti um­ for­deilir pening millum ættarlið og mill­um lønarbólkar, og tú rindar skatt av út­gjaldinum. Samstundis sum sam­halds­fasti stigvíst hækkar bæði í inn­gjaldi og útgjaldi kundi skatturin verið lækkaður samsvarandi hjá løn­ tak­arum. Fyri arbeiðsgevararnar hevði hetta merkt eina økta útreiðslu á nøkur prosent, men fyri løntakaran var hetta út­reiðsluneutralt. Samhaldsfasti er vegurin framá Sambært lógini um eftirløn skal eftirlønar­upp­ spar­ingin vera 15% í 2028 hjá øllum millum 21 ár og 67 ár, sum hava eina a- ella b-inntøku. Tó eru nøkur undantøk. Nakrir av bólkunum niðan­ fyri fáa ikki eftirløn omaná sína veiting ella løn: M.a. hesir bólkar, fáa ikki eftirløn, sum fáa veiting úr: • arbeiðsloysisskipanini • vardum verkstaði. • arbeiðsfremjandi tiltøk. • dagpening vegna sjúku v.m. • samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima. • fyritíðarpensjón. • forsorgarlógini. • stuðul til uppihaldspening. • barnavernd. • trygdargrunn fiskivinnunnar. • sjúkratrygd til fiskimenn. Fyrimunirnir við at styrkja samhaldsfasta: • Allir borgarar í Føroyum eru tryggjaðir eina grundleggjandi eftirløn – bæði tey sum eru arbeiðsfør, men eisini tey, sum av eini ella aðrari orsøk hava havt eitt leysari tilknýti til arbeiðsmarknaðin eru tryggjað eina eftirløn. • Skattur fer av útgjaldinum – hetta merkir, at skatturin fylgir talinum av pensjónistum. • Ongin eykarokning verður send skattaborgarunum, tí skatturin verður lækkaður samsvarandi tí hækkaða útgjald­ inum úr Samhaldsfasta. • Tað er ikki vandi fyri, at fólkið knappliga missur stóran part av síni uppsparing, tí ein kreppa uppstendur. Samhaldsfasti er ein al­menn skipan, har øll hava ábyrgdina av hvør øðrum. • Ongin borgari í Føroyum kann uppsigast av Samhaldsfasta – øll eru við. • Tað hendir eitt ávíst umbýti av virðum, og tey betri løntu bera eitt sindur tyngri byrðar enn tey lágløntu og tey, sum eru uttanfyri arbeiðs­marknaðin, men øll fáa kortini úr skipanini. • Tað fer at loysa seg at spara upp sjálvur, og løntakarar og fakfeløg fáa frælsi til sjálvi at avgera, hvør skipan loysir seg best fyri tey. • Gerast skal ein 10 ára skiftistíð, so privati og almenni arbeiðs­gevarin fær stundir at laga seg til økt útgjald. • Tað fer at loysa seg at arbeiða eftir pensjóns­ aldur, tí pensjónisturin nýtist ikki at hugsa um mótrokningar, og nær viðkomandi skal steðga at arbeiða, tí meginparturin fer av í skatti, mót­rokning ella avgjøldum. • Tú fært eina skipan, sum er bílig og einføld at umsita, og sum øll skilja. • Tú varðveitir týðandi táttin um “vælferðar­ skipanina fyri øll” (universalisma) og ta týdningar­miklu sosialu kontraktina millum borgarar og ættarlið. Pensjónslógin má broytast, og pensjón leggjast omaná allar veitingar og endurgjald fyri løn, soleiðis at allir bólkar fáa pensjón afturat arbeiðs­loysis­stuðlinum, forsorgini, barns­ burðar­peninginum, lønini fyri varda starv­inum o.s.fr. Í vikuskiftinum kemur frítíðarlønin á bók. Í samband við frítíðarløn og summarfrítíð hevur tú sum løn­ takari nøkur lógartryggjaði rætt­ indi. Tú hevur krav uppá frítíðar­løn av allari løn, og tú hevur rætt til fimm vikurs summarfrítíð. Sum løntakari, hevur tú lógar­ tryggjað krav upp á frítíðarløn av allari løn, sum tú fært. Frítíðarlønin er antin 12% omaná lønina, og so heldur tú frí uttan løn ella er tað eitt frítíðarískoyti á 1,5% omaná løn­ina, og so hevur tú rætt til frí við løn, men hetta seinna er bert gald­andi fyri fastlønt. Øll hava rætt til fimm vikurs summarfrítíð, sum skal haldast í tíðarskeiðnum 1. mai – 1. oktober. Nær tú heldur frí verður ásett í sam­ráð við arbeiðsgevaran. Tú hev­ur ikki krav uppá at halda frí eitt ávíst tíðarskeið, men tú hevur rætt til fýra vikurs samanhangandi frí­tíð í tíðarskeiðnum mai-oktober. Arbeiðsgevarin ásetir nær frí­ tíð­in skal haldast og sambært lógini skal hetta gerast í samráð við løn­ tak­aran. Avgerð arbeiðsgevarin, at tú skalt halda frí eitt ávíst tíðar­ skeið, skalt tú hava hetta at vita í góð­ari tíð frammanundan, t.v.s. van­liga ikki seinni enn 2-3 mánaðar áðrenn tú skal í summarfrí.  Frítíðarløn Hóast tú hevur verið styttri enn 1 ár hjá einum arbeiðsgevara, hevur tú rætt til nevndu frítíð, men frí­tíðar­ lønin verður innvunnin fyri eitt ár í senn, t.v.s. um tú hevur arbeitt í t.d. ½ ár, so fær tú frítíðarløn, sum svarar til 12% av hesari løn. Innvinningarárið er vanliga frá 1. apríl – 31. mars, men tú kanst avtala við arbeiðsgevara tín, at inn­vinn­ingar­árið í staðin er álmu­ nakka­árið. Sjúka í frítíðini Gerst tú sjúkur beint áðrenn tú skalt í summarfrítíð, og ert sjúkur nakrar dagar inn í tína frítíð, so telja sjúkradagarnir ikki sum frí­ dagar. So mást tú gera avtalu við arbeiðs­gevaran, nær tú heldur teir dagarnar. Vanligt er, at leggja teir afturat í endanum av tí frammanundan av­ talaðu frídøgunum, so tú ert í frítíð, tað skeiðið, sum tit hava avtalað. Ert tú somikið óheppin at gerast sjúkur eftir at frítíð tín er byrjað, so hevur tú ikki rætt til at fáa eyka frídagar í tíðarskeiðnum tú ert sjúkur, uttan so at arbeiðsgevarin góð­tekur at lata tær eyka frídagar fyri sjúkradagar tínar. Tú hevur rætt til frítíð Ein arbeiðsgevari kann ikki krevja, at tú kemur til arbeiðis í tíni frítíð. Um løntakarin verður sagdur úr starvi og uppsagnarfreistin ikki er úti 1. mai, so skulu 4 vikur leggj­ast afturat uppsagnarfreistini, tí sam­ bært lógini skal uppsagnar­freistin ikki styttast við at frítíðin (høvuðs­ frí­tíðin, sum er 4 vikur) verður løgd í uppsagnarfreistin.  Tíni rættindi eru greið sambært frítíðarlógini, og heldur tú teg vera fyri mismuni, so er endiliga at seta teg í samband við fakfelagið hjá tær. Tú hevur rætt til summarfrítíð og frítíðarløn