Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 6 – Um tú ikki hevur nógvar pengar um hendi, so hevur tú ongan møguleika at verða valdur á ting. Fyri meg sum lesandi, var tað so at siga ógjørligt at gera nakran mun, sigur Hergeir Á. Staksberg, sum fyri fýra árum síðani bjóðaði seg fram sum valevni Valstríð tema Valstríð er ikki fyri vanlig fólk Barbara Holm V alstríðið er uppá nógvar mátar vamlisligt og ræð­ andi. Og tá ið avtornar, so er tað mangan eitt vón­brot. Í øllum førum hjá teimum, sum ikki eru kend frammanundan, og sum skulu royna sítt frægasta at gerast alment viðurkend meðan val­stríðið leikar á. Fyri fýra árum síðani setti 34 ára gamli Hergeir Á. Staksberg sær fyri at bjóða seg fram sum løgtingsvalevni. Hann hevði ein dreym um at gera mun, at seta tónleik, list og onnur evni aftur á breddan, og at varpa ljós á nøkur viður­skifti í samfelagnum, sum hann føldi vóru gloymd. Hann vildi gera ein mun. Men tá ið valstríðið av álvara byrjaði fekk hann skjótt eina kenslu av, at tað var ógvuliga trupult at bróta ígjøgnum miðlamúrin. – Eg fann útav, at eg skuldi verið byrjaði langt áðrenn. Kanska fleiri ár áðrenn. Men í øllum førum langt áðrenn valið varð útskrivað, greiður Hergeir frá. Tá valstríðið offisielt byrjar, so inniber tað, at miðlarnir taka pening fyri politisk lesarabrøv. Bæði greinar á portalar, í tíðindabløð og útvarps og sjón­varpslýsingar kosta nakrar hundr­að krónur, tá ið valstríðið byrj­ar. Og tá ið saman um kemur eru tað ógvuliga kostnaðarmikið, at rinda nakrar hundrað krónur um dagin. Um tú væl at merkja ynskir at síggjast hvønn dag í valstríðnum. – Og tað vil man fegin, bæði tí tað er neyðugt at vera sjónligur, og tí, at eitt lesarabræv druknar rættiliga skjótt í einum meldri av øðrum tilfari, sigur Hergeir Á Staksberg. Marknaðarføring fær teg valdan Meðan Hergeir fór inn í valstríðið við einari idealistiskari hugmynd av, at ein og hvør hevur ein møguleika at sleppa inn á ting. Men tað, sum Hergeir sigur seg hava upplivað er, at soleiðis er ikki. Ert tú ikki eitt kent andlit frammanundan valið er út­ skrivað, so er ikki lætt at broyta hetta tær fýra til seks vikurnar valstríð er á skránni. – Um tú hyggur at stórum fyri­tøk­ um sum Coca Cola, so liggur teirra styrki fyrst og fremst í, at tey eru eitt kent merki. Fólk vita hvat Coca Cola er, og tey hava álit á vøruni. Somu­ leiðis er við politikki, vísur Hergeir á. Hann heldur, at um hann hevði nýtt orku uppá at greiða frá vallyftum kanska fleiri mánaðir áðrenn valið varð útskrivað, so hevði hann ivaleyst havt størri møguleika at verða valdur. – Um eg hevði skrivað og lovað í eitt ár áðrenn valið, so høvdu fólk helst kent seg meira trygg við mær enn við einum, sum kemur við einari grein mitt í valstríðnum, greiður Hergeir frá. Hann heldur, at eitt valstríð snýr seg ikki um tann, sum hevur mest uppá hjarta, ella hevur størstu dreym­arnar. Tað snýr seg um tann, sum marknaðarførir best, tí tað er hann, sum sleppur inn. Samstundis er tað soleiðis, at fyrstu ferð tú stillar upp, so fært tú ikki somu viðferð í miðlunum sum teir politikarar, sum hava verið aktivur áðrenn. – Tú verður fíggjarliga og demo­ kratiskt skúgvar til viks á fleiri front­ um, vísur Hergeir á. Eitt er, at tú fíggjarliga ikki fær nóg mikið av stuðli frá føroysku flokk­ unum, og at miðlarnir taka pening fyri lesarabrøv. Hitt er, at eitt óroynt val­evni, sum kanska er í kapping við fleiri etableraðir politikarar, ikki fær somu vælvild frá flokkinum. – Summi sleppa framat í tí miðla­ tíð, sum flokkarnir hava, meðan onn­ ur ikki sleppa so mikið sum í út­varpið einaferð, sigur Hergeir. Og hesin parturin av valstríðnum órógvaði hann eisini. – Tá valúrslitið kom, sá man, at tað vóru tey, sum dugdu best at marknaðar­føra seg, og sum høvdu pengar­nar, sum vórðu vald. Tað var einki undantak, sigur Hergeir. Tá mátti Hergeir bara staðfesta, at uttan pengar verður tú ikki valdur. – Politikkur er kanska ikki fyri ein lesandi, sum arbeiðir við síðuna av lesnaðinum, og sum missur inn­ tøku orsaka av valstríðnum, vísur Hergeir á. Hann hevur ongar ætlanir um at bjóða seg fram aftur í ár – hvørki sum fólkatings- ella løgtingsvalevni. barbara@sosialurin.fo – Tá valúrslitið kom, sá man, at tað vóru tey, sum dugdu best at marknaðar­føra seg, og sum høvdu pengar­nar, sum vórðu vald. Tað var einki undantak, sigur Hergeir Á. Staksberg savnsmynd