mikudagur 29. apríl 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mai 2015
sosialurin 49
7
Valstríð er í luftini, og fyri framman eru tvey val. Í 2015 skulu vit hava bæði fólkatingsval og løgtingsval, og longu nú síggja
vit alsamt fleiri valevni bjóða seg fram at umboða fólki fyri teir ymsu flokkarnar. Men tað kann gerast kostnaðarmikið at
føra valstríð, og spurningurin er, um valstríð í veruleikanum bert er fyri tey fáu, sum hava fíggjarliga orku til at taka
dystin upp við politikararnar, sum frammanundan hava eina rødd í samfelagnum.
Hetta lærdi
eg av valinum
»Eg lærdi m.a., at vit ikki hava
demokrati í Føroyum. Eg lærdi, at
tað er eitt greitt samband millum
pengar og tinggáttina.
Tað fyrsta tú skalt gera, tá tú
stillar upp, er at gera teg sjón
ligan og syrgja fyri, at tínar mein
ingar koma út til fólkið. Longu
her svíkir demokratiið.
Eitt gjøgnumført valstríð = $$$
Ætlar tú at skriva eina heilsíðu
í bløðunum, so kostar tað uml.
3.000 kr. Skalt tú so skriva eina
síðu um vikuna í Dimmu, Sosial
inum, Gratisavísini, Norðlýsið og
øðrum valbløðum, so skalt tú av
við 10.000+ um vikuna bara fyri
blaðgreinar.
Skalt tú koma runt til øll fólk,
so mást tú eisini brúka ymisku
portalarnar á netinum. Her hava
vit nordlysid.fo, vagaportal.fo,
sandportal.fo, roddin.fo osfr.
Hesir taka uml. 400 kr fyri hvørja
grein, so her er talan um uml.
2.000 kr um vikuna aftrat.
Síðani koma lýsingarnar. Ein
síða í bløðunum kostar uml
10.000 kr. Skalt tú eisini lýsa á
ymsu portalunum, so kostar
hetta eisini nakrar 1.000 krónur.
Umframt, at lýsingar á Rás2 eis
ini kosta pengar.
Leysliga roknað, so kostar
ein vika við gjøgnumførdum
valstríði uml. 10.000 kr. í blað
greinum, 25.000+/ til lýsingar í
bløðunum, 2.000 kr. fyri greinar
á portalunum + uml. 5-10.000 fyri
lýsingar á portalunum og lýsing
ar á Rás 2 uml. 2-5.000. Hetta
gevur leysliga uml. 52.000 kr. um
vikuna.
Nú mangla vit enn plakatir,
sum kosta uml. 3.000,- fyri 100
stk. Skalt tú hava nakrar størri
plakatir, so kosta tær eisini tað
meir. Visitkort kunnu kosta heilt
upp í 2.700,- fyri 250 stk. Umframt
hetta, so skalt tú eisini gjalda
fyri træplátur, pelar, lím og
strips. Hetta tilfarið kostar uml.
2.000 kr. fyri 30 plakatir. Brúka
vit hetta dømið, so kostar hesin
parturin uml. 7.700,-
Stutta av tí langa: Tað eru tey,
sum hava pengar, sum verða
sædd, og tað eru tey, sum verða
sædd, sum verða vald.«
Hetta skrivaði Hergeir í
lesarabrævið beint eftir
løgtingsvalið seinast:
Hergeir Á. Staksberg
Mynd: privat