Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 10 tema Valstríð Barbara Holm U m tú ert kreativur og ikki ert bangin fyri at traðka við síðurnar av onkuntíð, so ber væl til at føra val­ stríð uttan nógvar pengar, sigur Rógvi Nybo. Hann staðfestir, at tað er nærum ógjørligt at føra valstríð uttan nakrar pengar yvirhøvur, men hevur mann 15.000 krónur sum einstakt valevni, so ber til at koma rættiliga langt. – Orsøkin til hetta er, at fert tú til eina lýsingafyritøku og keypir ein lidnan pakka, so rindar tú eina rúgvu og fært nøkur ting, so sum plakatir og faldarar, sum geva lítla og onga effekt, sigur hann. Hann metir tó, at hesi tingini sum plakatir og líknandi eru neyðug, men ofta er betri við nøkrum fáum plakat­ um, tí 1.000 plakatir geva ikki 10 ferðir so nógvar atkvøður sum 100 plakatir. Tí heldur hann, at pengarnir skulu brúkast til onnur ting. Tað sum gevur meira eru ein saman­seting av at nýta sosialar miðlar, at luttaka á veljararfundum, at tosa við fólk á gøtuni og at byrja rætt­iliga tíðliga at seta seg í eina góða støðu í flokkinum. – Tað er ikki lætt at føra valstríð uttan pengar, men tað vísir seg, at hevur mann nógvar pengar, so kann tað skjótt henda, at tíðin ikki verður brúkt til kreativitet, men so keypir mann heldur størsta pakkan frá einari lýsingafyritøku, sigur Rógvi Nybo. Tað týdningarmesta heldur hann tó vera, at gera seg sjónligan fyri miðlunum á sosialum miðlum og í lesararbrøvum, sum eru ókeypis mill­um valini, og harvið fáa ókeypis um­røðu við at siga okkurt, sum er nóg áhuga­vert fyri miðlarnar. – Tað kann millum annað gerast við at hava nakrar meiningar, sum eru eitt sindur kontroversiellar, sum mann síðan sleppur at greiða frá og grund­geva fyri, sigur hann. – Sum oftast er tað betri, at fáa ringa umrøðu enn onga umrøðu. Tá eitt valevni positionerar seg í einum flokki, so kann tað skapa ósemjur innan­hýsis, men tað merkir eisini, at so sleppa báðir partar at føra síni Tað er sjálvandi lættari at føra við valstríð nógvum pengum, men er mann kreativur og torir at siga okkurt, sum liggur á markinum, so ber ofta til at fáa ókeypis umrøðu, og í síðsta enda er tað umrøðan, sum ger mun í einum valstríði. Tað sigur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðilesandi við serligum denti á veljaraatburði og politiskum samskifti Tað er avgerandi, skal mann klára seg, at mann sær valstríð sum eina langa tilgongd og ikki sum eitt stríð sum tekur fimm vikur og er í hæddini fyri valið. Dagin fyri valið hava tey allar­flestu í veru­ leikanum longu avgjørt, hvar tey seta sín kross« Ikki ógjørligt at føra val­stríð uttan pengar Rógvi Nybo