Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 11 sjónar­mið fram fyri teimum, sum ikki longu velja flokkin, og harvið fær flokk­urin almenna umrøðu. Tað er tó eitt mark fyri, hvussu stórar tí­líkar ósemjur skulu vera, greiðir Rógvi Nybo frá. Sum dømi um, har tann negativa umrøðan er ov stór til at geva nakað positivt, nevnir hann millum ann­að toll­málið hjá Jørgen Niclasen og fylgi­ skjølini hjá Lars Løkke Rasmussen. Tekur langa tíð Ein annar háttur at byggja sær ein grundarlag er at byrja rættiliga tíðliga at koma út við politiskum boð­skap­ um, so mann longu hevur eina stóra áhoyrara­fjøld, tá mann einaferð stillar upp. – Petur Háberg hevur í hálvtannað ár breitt politiskar boðskapir út á ein øðrvísi hátt á facebook, og tað sein­ asta vit sóu frá honum er, at hann nú ivast í at stilla upp fyri ein ónevndan flokk. Soleiðis hevur hann eina fjøld, áðrenn hann yvirhøvur hevur stillað upp. Tað er avgerandi, skal mann klára seg, at mann sær valstríð sum eina langa tilgongd og ikki sum eitt stríð sum tekur fimm vikur og er í hædd­ini fyri valið. Dagin fyri valið hava tey allarflestu í veruleikanum longu avgjørt, hvar tey seta sín kross, sigur Rógvi Nybo. Fólk velja tey somu Fyri at at hava ein góðan kjans, so er tað nakað annað enn teir pengarnir, sum mann sjálvur brúkar, sum gevur størsta møguleikan at verða valdur inn á ting. – Tað allar besta er longu at sita á tingi. Gert tú eitt nøkulunda arbeiði har og hevur fingið umrøðu gjøgnum eitt heilt valskeið, so vita fólk longu, hvør tú ert og hvat veljarin fær aftur­ fyri, sigur Rógvi Nybo. Men veruleikin er eisini, sambært Rógva Nybo, at tað er øgiliga torført at sleppa inn sum fyrstvaldur ella næst­valdur, um tú ikki hevur eina rúgvu av pengum og ikki minst fært rúm í flokkinum. Men uttan pengar, har tú í staðin ert kreativur og torir at gera nøkur ting, ber ofta til at fáa eitt av seinastu plássinum ella blíva per­ma­nent varafólk fyri tey, sum fara í lands­stýrið, og tá hevur tú fingið pallin, sum gevur tær ein enn størri møgu­leika næstu ferð. Kappingin er intern – Tá valið er útskrivað vita 80 prosent av veljarunum, hvønn flokk tey skulu velja, umleið helvtin av restini fer aftur til flokkin tey vóru hjá áðrenn. Sostatt eru bert umleið 10 prosent av atkvøðunum, sum eru at berjast um millum flokkarnar. Tí síggja vit sjáldan eitt skrædl, sigur Rógvi Nybo. Sambært Rógva Nybo er av­leið­ ingin av hesum, at stóra stríðið hjá ein­staka valevninum, tá valið er út­ skrivað, er at yvirhála nøkur innan­ hýsis í flokkinum. Og tað finnast aðrar loysnir uppá tað enn pengar. Pengar forða ikki uppstilling Tað er tó greitt, at tað er ein ávís grund­leggjandi upphædd, sum skal til fyri at fyri at kunna føra eitt val­ stríð, men tað heldur Rógvi Nybo ikki vera ein størri trupulleika. – Soleiðis sum eg kenni flokkarnar í Føroyum, so fær hvørt valevni nóg mikið av hjálp frá flokkinum til at kunna fara í gongd við eitt valstríð. Men hevur tú eina millión, so hevur tú sjálvandi ein fyrimun, sigur hann. Rógvi Nybo staðfestir, at hetta skapar ein ávísan ójavna, men hann heldur ikki, at tað rætta er at leggja av­markingar á, hvussu nógvir pengar verða brúktir. – Tað er eitt sindur utopiskt, og tað hevði kanska verið gott í einari ideellari, teoretiskari støðu, men tað eru praktiskir kostnaðir av at føra eitt valstríð og verða teir pengarnir ikki brúktir, so verður borgarin neyvan nóg upplýstur til at fara at velja. – Eg haldi røttu loysnina vera at lata veljaran gera av, hvat er tað rætta, við at upplýsa hann um, hvussu pengarnir eru komnir til flokk­arnar og valevnini. Hetta kanst tú gera við lóg, um politiskur vilji er til tað. Tá ber sostatt til at síggja, um val­evn­ini arbeiða fyri seg sjálvan og fólkið, ella um teirra atkvøða í roynd og veru er keypt av onkrum øðrum, sum møguliga hevur síni egnu seráhugamál, sigur Rógvi Nybo. barbara@sosialurin.fo »Eg haldi røttu loysnina vera at lata veljaran gera av, hvat er tað rætta, við at upplýsa hann um, hvussu pengarnir eru komnir til flokkarnar og valevnini. Hetta kanst tú gera við lóg, um politiskur vilji er til tað« Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðilesandi Savnsmynd