mikudagur 29. apríl 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mai 2015
sosialurin 49
19
Føðingar
NØVN
6. apríl fingu Stefania Láberg, frá Skopun og Meinhard Winther, Tórshavn,
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4600 gr.
Jóan Pauli Joensen,
professari, sjeyti
Í morgin 30. apríl verður Jóan Pauli
Joensen, professari, sjeyti. Palli ella
Palli hjá Irenu, sum vit har vest
uri kalla hann, er sørvingur. Sonur
Petur Ola Joensen og Irenu (Harald
sen). Palli og beiggin Jákup, sum er
studentaskúlalærari á Kambsdali,
gingu sum eg í skúla hjá D. Danielsen
og Napoleon Petersen. D.D. bar ser
ligan alsk til danska mentan og Poli
ikki minni til føroyska. Longu tíðliga
upplivdu vit tískil, hvussu víðfevndur
ein kulturur kann vera. Skúlakultur
urin í Sørvági var hesi fyrstu árini
sera framburðskendur, bæði av hes
um báðum góðu lærarafólkum, men
ikki minni av teimum mongu, sum
komu eftir teir, so hvørt skúlin vaks.
Hjá DD lærdu vit eitt ótal av donsk
um sálmaversum uttanat, hartil
hernaðarligan aga – reinar hendur og
reinar negl skuldu vísast fram hvønn
tíma, hartil reinar lummaklútar
og ikki at gloyma mýkingarfimleik
eina løtu í hvørjum tíma eisini. Hjá
Pola lærdu vit um føroyskan skald
skap og føroyska náttúru. Í okkara
fólkaskúlaárum vóru vit so heppin,
at Sørvágs kommuna setti øll segl
fyri at fáa ein nýggjan skúla við
øllum tí, sum skuldi tryggja fram
tíðina hjá børnunum. Í nýggja
skúla var sanniliga tannlæknastova
(skúlatannlækna fingu vit longu í
1959) og serstovur til fysikk, kemi
og biologi. Vit næmingar vóru ikki
sørt ernir av hesum ambitiónum,
sum forstandarskapið í kommuni
hevði fyri okkum børnum. Tá var
tað eyðsæð, at lærdómur var góður
og hann var lættur at bera – men tað
skuldi sjálvandi arbeiðast hart fyri at
vinna hann. Tað lá í luftini hesi árini
í Sørvági, hvussu týdningarmikið tað
var at vinna sær lærdóm, meðan man
var ungur. Tað hildu í hvussu so er
míni foreldur og eg rokni við, at tað
var tað sama yviri á Kelduni hjá Irenu
og Petur Ola.
Palli var tó fyri tí vanlagnu at missa
pápan í 1957, áðrenn hann var komin
til fermingaraldur. Hann var í fyrsta
árgangi, sum fór á preliminerskúla,
sum byrjaði í Sørvágs Skúla í 1959.
Eftir m.a. at hava verið læraravikarur
í Gásadali fór hann á Rønde Stu
denterkursus og tók nýmálsligt
prógv har í 1966. Byrjaði sama ár at
lesa etnografi og søgu við Aarhus
Universitet. Í 1970 fór hann til Lund
at lesa etnologi. Tók kandidatprógv
bæði í Lund og við Arhus Universitet
í 1972/73. Hann varð doktari í etnologi
við Lunds Universitet í 1975. Docentur
við Lunds universitet í 1980 og dr.
phil. í søgu við Aarhus Universitet
í 1987. Palli hevur sostatt við sínum
tvinnu doktaraheitum í sínum ungu
árum vunnið sær lærdóm sum
neyvan nakar annar føroyingur. Í
donsku Blå Bog sæst at hann ikki
hevur ligið á løtu síðan. Hann hevur
verið uppi í nógvum nevndum og
feløgum, ikki bara í Føroyum, men
í Norðurlondum. Lat meg nevna
limaskapin í Kungl. Gustav Adolfs
Akademien 1994; umboðsmaður
í Nordisk Forskningspolitisk Råd
1995-99 og umboðsmaður í Nordisk
Forskerakademis (NorFa) styrelse
1999-2004. Eisini eiga vit her at nevna
stóra arbeiðið, Jóan Pauli legði í
arbeiðið sum formaður fyri grund
lógarnevndina 1999-2006.
Palli hevur lukkutíð fyri okkum
valt at leggja sína arbeiðsorku í Før
oyum, fyrst á Føroya Fornminnis
savni og seinni sum professari á
Fróðskaparsetri Føroya á Søgu- og
Samfelagsdeildini og drúgt skeið
eisini rektari setursins. Ikki tí, tað
hevði ikki staðið á hjá honum, við
hansara akademiska førningi at
fingið professarastarv í einum av
teimum stóru universitetsbýunum
í Norðurlondum.
Her heima kennir almenningurin
Palla frá hansara mongu bókum um
føroyska siðsøgu. Ikki minst um
lívið umborð á sluppunum, sum var
hansara byrjanararbeiði. Bókin um
føroyskar brúdleypssiðir skal eisini
nevnast og bókin um grindina við. Nú
á føðingardegnum kemur út hansara
stóra og glæsiliga verk om føroyska
matmentan. Hetta hevur Palli arbeitt
miðvíst við nú í fleiri ár. Og gott er tað,
at hesin parturin av okkara mentan
verður gjølla greinaður. Las nú um
dagarnar greinina hjá Panum um
hansara ferð í Føroyum, tá mesling
arnir gingu so herviliga í 1846. Har
er Panum ikki mjúkur í orðum um
okkara matmentan, serliga tað ræsta.
Vænti heilt víst, at hetta verkið, sum
Palli gevur út í dag, verður eina virði
lig avsannan av, at vit eru matligir
barbarar.
Sum persónur dámligur og frynt
ligur. Hann hevur eitt opið sinn,
frílyntur og tolin.
Lat meg enda hesi orð við at
ynskja trímenninginum úr Sørvági
hjartaliga tillukku við teimum sjeyti
– í tíni tægu er nógv, sum fer at gerast
mentanararvur føroyinga.
Pál Weihe
18. mars fingu Hanna og Benjamin Berg, Hvalba, eina dóttur. Hon var 53
cm long og vigaði 4040 gr.
26. apríl fingu Niels og Salve Nattestad Miðvágur, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði 3450 gr.
25. apríl fingu Maibritt og Áki Joensen, Miðvági, eina dóttur. Hon var
51 cm long og vigaði 3410 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 02. mai giftast Árni S. S. Samuelsen,
Sandavágur, og Elisa H. Joen-Jacobsen,
Sandavágur. Vígslan verður í Sandavágs kirkju kl:
11.00. Døgurði og veitsla verður fyri innbodnum.
Konfirmatión
Tann 1. mai verður Teresa Krogh konfirmerað
í Bredsten kirkju. Teresa er dóttur Peter og
Kammu Krogh úr Miðvági, búsitandi í Danmark.
Addressan er Vestervang 14,7182 Bredsten.
Tlf:61869114 ella 61863114.
Konfirmatión
2. mai verður Hans Petur Djurhuus konfirmeraður
í Kvaglund kirkju í Esbjerg, Hans Petur er sonur
Fríðbjørg og Jørgin Djurhuus av Strondum,
búsitandi Daddlilunden 10,2th 6705 Esbjerg. Opið
hús er áMalervej 1, 6715 Esbjerg N frá kl. 17,00
Konfirmatión
3. mai verður Iben Dalsgaard Bak konfirmera í
Nyborg Vor Frue kirke. Iben er dóttir Fríbjørg
Dalsgaard Bak og Tom Bak, tey búgva í
Sofienbjergvej 26 Nyborg
Konfirmatión
Sunnudagin 3. mai verður Marjun Høgnadóttir
Eriksen (dóttir Randi Restorff Jacobsen og Høgna
Eriksen) fermd í Sct. Jacobi kirkju. Adr.: Navervej
7, 6800 Varde.