Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 20 kjak klumman Tað er nú tú skalt liva V it hoyra og lesa og syngja um, at tað er í dag, tú skalt liva. Í morgin kann tað vera ov seint. Tað er ein væl tugd hugmynd. Sovorðið sum vit bara siga. Hugsa ikki meira um tað. Heldur soleiðis: »Tað verður ikki í ár, at eg fari til París ella Athen. Tað verður í næsta ár. Og tá fari eg eisini at vitja gomlu vinkonuna í Holbæk, sum eg í áravís havi ætlað mær«. Innan seks vikur fekk eg deyðsboð av tveimum systkina­børnum. Menn í bestu árum løgdu árarnar inn. Annar fór í desember, hin seinni í januar. Tveir av trimum brøðrum. Báðir miðskeiðis í seksti­ árunum. Tá tú fær slík boð, so verður útsøgnin brád­ liga ítøkilig. Tú hevur bara hesa løtuna. Í hvussu so er eina løtu ert tú greið yvir, at tað er nú tú skalt liva. Meðan eg hugsaði um hetta tá í februar, ringdi ein vinkona. Hon segði mær, at hon og fleiri av hennara ætlaðu til Noregs í summar til eina systkina­barna­ stevnu. Eg hevði møguleika at verða við í ferða­ lagnum og nýta høvið at vitja mína familju har. Var tað í heyst, hon spurdi, so hevði eg helst svarað, at tað skuldi eg hugsa um og takkað fyri tilboðið. Men tá, so stutt eftir deyðsboðini, so skilti eg, at tað tú kanst gera í summar, skalt tú bara gera. Summarið 2016 er alt ov langt burtur. So orðini, »Tað er í dag tú skalt liva«, eru so sonn so sonn. Sjálvsagt er tað torført at liva hvønn dag sum var hann tann seinasti. Dagsins gerandissjagg leggur hald á stóran part av døgninum. Men møguleikarnir at fanga løtuna eru tó nógvir: Gongutúrur við einari systur. Ein løta saman við góðari vinkonu at tosa um lívsins viðurskifti. At fara út í náttúruna hesa ársins tíð er balsam fyri bæði sál og likam. At síggja náttúruna vakna! Eygleiða fuglapørini reiðrast. At verða rørd av at síggja elskuligu lombini spæla sær, fyri síðan at leita til mammuna at súgva og finna hvíld og lívd. Tað er NÚ – tað er LØTAN. Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Tíðin er kom­ in til, at fáa Oygg ja­leik­ ir­nar aftur til Føroya. 1989 var árið, tá Oyggjarleikirnir vóru í Føroyum fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hetta var eitt stórt og stórfingið tiltak, ið eisini skapti stórar ringar í vatninum bæði ítrótt­ar­liga, fíggjarliga og sam­felags­liga. 26 ár eru nú farin framvið síðan, og hóast Føroyar hava staðið seg sera væl á nógvum Oyggjaleikum, so eru tíverri enn ikki útlit fyri, at Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya. Hetta eiga vit at broyta. Tí sjálvandi eiga Oyggjaleikirnir at haldast í Føroyum í nærmastu framtíð. Umsókn um OYL í 2019 tikin aftur Tað var eisini eitt stórt fram­ stig, tá umsókn varð latin inn um, at Føroyar skuldu hýsa Oyggjaleikunum í 2019. Sum skilst bendið alt á, at hinar oyggjaleika-tjóðirnar vóru til reiðar at stuðla Føroyum í hesum, um fyritreytirnar vórðu tær røttu. Men tíverri mátti ÍSF í seinastu løtu taka umsóknina aftur, um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019. Fyritreytirnar vórðu ikki fingnar uppá pláss. Lands­ stýrið megnaði ikki at tryggja at so varð. Hetta var eitt vón­ brot fyri nógv. Ein gyltur møgu­leiki glapp føroyingum av hond­um. Umsókn um OYL í 2021 í seinasta lagi í september Nú er so aftur møguleiki at leggja inn umsókn um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya – hesuferð í 2021. Freistin at lata umsóknina inn til oyggja­leikafelagsskapin er í sep­tember í ár. Men hóast sam­gongan nú hevur havt um 2 ár, síðan umsóknin um Oyggjaleikir í 2019 varð latin inn og tikin aftur, so eru fyri­ treytirnar framhaldandi ikki fingnar uppá pláss. ÍSF hevur tí fráboðað alment, at ongin umsókn verður latin inn um at fáa Oyggjarleikirnar til Føroya í 2021 heldur – í verandi støðu. Altjóða ítróttartiltøk stórt virði fyri allar Føroyar Hetta átti annars verið eitt mál, ið vit øll vóru samd um at standa saman um, og at fremja Føroyum at frama. Ítróttarliga vilja Oyggjarleikir í Føroyum geva ómetaliga jalig ringárin, samfelagsliga vil hetta vera ein spennandi og savnandi avbjóðing fyri allar Føroyar, og fíggjarliga vilja Oyggjaleikirnir – hóast útreiðslur til fyrireiking og fyritreytir – eisini kasta av sær til alt samfelagið. Tað sama er galdandi fyri onnur altjóða ítróttartiltøk eru í Føroyum, so sum HM í fimleiki, Norð­ ur­lendska junior­meistara­ kappingin í svimjing og EM/ HM undankappingar í fótbólti. 4.000 fólk luttaka á OYL í summar Nú nógv verður gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Før­ oyum, er eisini fyri ferða­ vinn­una upplagt, at fáa Oyggja­leikirnar henda vegin. Á kom­andi Oyggjaleikum í Jersey væntast um 3.000 ítróttar­fólk og um 1.000 leiðarar og hjálparfólk. Hetta sigur ikki so lítið um týdningin av Oyggja­leikunum, sum eisini eru millum stórstu ítróttartiltøk í Evropa í 2015. OYL til Føroya í 2021 Tá tað eru so sera nógv viður­ skifti, ið tala fyri, at fáa Oyggja­ leikirnar aftur til Føroya undrar, at tað frá landsins síðu ikki verður gjørt meira fyri, at fáa fyritreytirnar, ið skulu til fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, í rættlag. Landsstýrið átti sjálvandi, at savnað um­boð fyri allar flokkar á Løgtingi, at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu til fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya. Og hetta hastar. Tí ÍSF hevur fráboðað at í ver­andi støðu verður ongin umsókn latin oyggjaleika- felags­skapinum, og at freistin at lata inn umsókn um, at fáa Oyggjaleikirnar í 2021 gongur út í september í ár. Komið til verka, og latið okkum standa saman um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021. Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Meiningar og kjak Simona Weihe Oyggjaleikirnar aftur til Føroya kjak