mikudagur 29. apríl 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mai 2015
sosialurin 49
21
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Upptakið eftir
høgrasamgonguna
krevur tætt trípartasamstarv millum komandi stjórn, vinnu og fakfeløg
F
yrsta mai eru tað fakfeløgini
og arbeiðararørslan, ið seta
dagsskránna. Tá tala tey við
hvassari politiskum broddi
enn á nøkrum øðrum degi á árinum,
og tey føra mál og visjónir fram, ið
røkka út um dagliga stríðið. Eg vil
loyva mær at koma við einum íkasti
í hesi tíðargrein og vóni, at tað kann
vinna okkurt afturljóð í fakfeløgum,
vinnufeløgum og politiskum flokk
um.
Stórt upptak eftir
høgrasamgonguna
Til heystar verður eitt stórt upptak
eftir høgrasamgonguna, sum í bestu
tíðum hevur megnað:
• at undirgrava haldføri í lands
búskapinum við ráninum av
milliardum av pensjónsskatti, ið
skuldu verða framtíðartrygging
av vælferðarsamfelagnum,
• at elva til ruðuleika í sjúkrahúsverk
inum sum okkara týdningarmestu
vælferðartænastu,
• at økja um ótryggleikan fyri
høvuðsvinnuna og samstundis
oysa virði av fólksins ognum út
til eitt fámanna úrvalslið.
Tørvurin á grundleggjandi
nýskipanum størri
enn nakrantíð
Stórar avbjóðingar bíða eftir komandi
nýggju samgongu, í fyrstu syftu:
• at avtaka politisku korruptiónina
í fiskivinnuni og skapa teir tryggu
karmar, sum okkara høvuðsvinna
skal virka undir nú og í framtíðini,
• at gera ein arbeiðsmarknaðar
reform við útbúgvingarligum,
arbeiðsheilsuligum og familju
politiskum nýskipanum,
• at fremja ein progressivan skatta
reform, til fyrimunar fyri lág- og
miðinntøkurnar, og harvið fyri
javnari inntøkubýti og størri sam
felagsgagni,
• at skipa pensjónsviðurskiftini, so
fólkapensjónin og samhaldsfasti
verða høvuðstrygdin, og løntak
arar og arbeiðsgevarar sjálvi gera
avtalur um aðra eftirløn.
Einræðisligur atburður
vendast til samspæl
Tað vil siga, at kósin skal snarast
180 stig frá tí einræðisliga atburði,
høgrastjórnin legði seg eftir frá fyrsta
degi í nov. 2011, tá hon við flatskattinum
og pensjónsforskattingini trumlaði
kollveltandi broytingar í skatta- og
eftirlønarviðurskiftunum ígjøgnum,
yvir høvdið á løntakara- og vinnu
feløgum, og sópaði allan fakligan
iva, fakfelagskritikk og politisk mót
mæli tilviks. Og soleiðis hevur teirra
hugburður verið til dagin í dag.
Skal komandi landsstýri hava
eydnuna við sær og vinna á avbjóð
ingunum, má tað verða eitt sam
starvandi landsstýri – ikki bert millum
politiskar flokkar, men við hinar
týdningarmiklu samfelagspolitisku
aktørarnar, fakfeløgini, vinnufeløgini
og kommunurnar.
Landsstýri, fakfeløg
og vinna
Tað fyrsta landsins komandi nýggja
politiska stjórn má gera, er at seta
seg á odda fyri einum vælskipaðum
trípartasamstarvi við báðar part
arnar á arbeiðsmarknaðinum, fak
feløgini og vinnufeløgini. Saman
mugu tey leggja eina strategi fyri
einum útbúgvingarligum, arbeiðs
heilsuligum og familjupolitiskum
arbeiðsmarknaðarreformi. Somu
leiðis tá tað snýr seg um høvuðs
vinnuna, pensjóns- og skattareform.
Landsstýri, kommunur
og fakfeløg
Haraftrat hava kommunurnar á fleiri
stórum økjum ein so týðandi leiklut,
at tá eru landsstýri, kommunur og
fakfeløg teir náttúrligu luttakararnir
í trípartasamstarvinum. Her eru
víðfevnandi málsøki sum barna- og
ungdómsøkið, fólkaskúlin, eldra
økið og orku- og umhvørvisøkið.
Somuleiðis er óhugsandi at gera ein
skattareform, uttan at kommunurnar
eru aktivur medspælari frá byrjan av.
Trípartasamstarv í »norður
lendska modellinum«
Í okkara grannalondum er tríparta
samstarvið um ein samvirknan
arbeiðsmarknaðarpolitikk eitt
høvuðsamboð til at tryggja livikor,
vinnuliga menning og fíggjarligt
støðufesti, m.a. móti demografiskum
broytingum í aldurssamansetingini
og veksandi avbjóðingum frá glo
baliseraðu kappingini.
Har er ein virkin arbeiðsmarkn
aðarpolitikkur eisini tætt knýttur
at vinnupolitikkinum – sum tvær
síður av somu søk. Somuleiðis
spæla arbeiðsmarknaðar- og sosial
politikkur tætt saman. Hetta er
ein av høvuðsorsøkunum til at
Norðurlond sum Danmark, Noreg,
Svøríki og Finland og seinni árini
Ísland við, altíð standa í ovastu røð í
øllum kappingarmátingum. Í altjóða
búskaparpolitiskum tíðarritum er
ferð eftir ferð, at hetta “norðurlendska
modellið” verður upphevjað til fyri
mynd hjá øðrum londum.
Samhaldsfasti og
fólkapensjónin
Hjá báðum stóru andstøðuflokkun
Hans Pauli Strøm
fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður
tíðargrein
framhald á næstu síðu
2011. Mótmæla flatskattinum
Mynd: Álvur Haraldsen