mikudagur 29. apríl 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mai 2015
sosialurin 49
22
um, ið væntandi verða bulurin í
komandi samgongu, stendur ein
nýggj pensjónsskipan ovarliga.
Har er ætlanin at Samhaldsfasti
saman við Fólkapensjónini skulu
verða ein grundleggjandi trygd,
umframt tær eftirlønaravtalur,
sum arbeiðsgevarar og løntakarar
sjálvbodnir gera sínámillum.
Skal semja fáast um eina pen
sjónsnýskipan, gerst tað bert sum
ein felags ætlan millum politiska
skipan, fakfeløg og vinnufeløg.
Arbeiðsmarknaðar- og
vaksnaútbúgvingar
Eitt átrokandi høvuðsmál er at
fáa ein serliga skipan fyri arbeiðs
marknaðarútbúgvingar. Nógv verður
tosað um útbúgving – tó mestsum
bara um Fróðskaparsetur.
Men tað er eitt veldugt mistak
framvegis at ignorera tey í stór
um túsundatali, ið longu eru á ar
beiðsmarknaðinum, tey ófaklærdu,
tilkomin, sum ikki hava fingið aðra
skúlagongd enn fólkaskúlan. Tey,
sum altíð verða harðast rakt av
rationaliseringum og arbeiðsloysi.
Tey fáa tað verri við at fóta sær á ar
beiðsmarknaðinum í komandi árum
við veksandi krøvum til útbúgving og
fakligheit.
Harnæst eru øll tey, sum fyri árum
síðani fingu onkra útbúgving, men
ongantíð havt høvi til at viðlíkahalda
og menna gamlar førleikar – tí
møguleikarnir fyri regluligari eftir
útbúgving ikki eru til staðar.
Útbúgvingargrunnur
fyri arbeiðsmarknaðin
Tað, sum manglar, er ein sam
anhangandi og sentralútbúgv
ingarskipan fyri arbeiðsmarknaðin
– bæði við styttri skeiðum og longri
førleikagevandi útbúgvingum.
Tað nyttar tó onki, bara at bjóða
fólki, sum eru í vinnu og hava allar
dagligar fíggjarligar skyldur, at tey
kunna fáa frí at fara aftur í skúla.
Treytin fyri, at tað skal virka, er tað
eisini verður ein fíggingarskipan,
ein útbúgvingargrunnur, sum ikki
bara fíggjar skúlagjaldið, men eisini
kann gjalda fólki dagpengar, meðan
tey eru á skúlabonki. Einstøku
arbeiðsplássini kunnu ikki hvør sær
fíggja hetta, til tess eru tey ov ymisk
til støddar og summi vinnuøki alt ov
veik – kanska júst tey, har tørvurin
á førleikamennandi útbúgvingum
er størstur.
Tí má ein slíkur útbúgvingar
grunnur fyri arbeiðsmarknaðin fíggj
ast á samhaldsfastan hátt, á sama hátt
sum ALS og Barnsburðarskipanin,
við føstum prosentgjaldi av hvørjari
lønarkrónu – við einum hóskandi
innskoti frá tí almenna.
Norðurlendskar fyrimyndir
Í øllum øðrum norðurlondum
eru fyrimyndarligar skipanir við
vaksnaútbúgvingum. Serliga hósk
andi til okkara viðurskifti tykist hon
í Íslandi at vera, har
• førleikamenningin av vaksnum
er skipað í samstarvið millum
landsmyndugleikar og partarnar
á arbeiðsmarknaðinum, og
• ein sentralur Arbeiðsmarkn
aðardepil samansjóðar hetta
trípartasamstarvið, fyriskipar
førleikamennandi útbúgving
arnar og fíggingina av teimum.
Eldrapolitiskar arbeiðs
marknaðarskipanir
Vit eru so heppin, at eldra fólkið
í Føroyum heldur nógv longri á í
arbeiðslívinum, enn aðrastaðni. Hetta
er sera gagnligt fyri tann einstaka og
einastu effektivu ráðini til at lofta
demografisku aldursbroytingunum,
sum fara at gera um seg nógv
ár fram í tíðina. Hetta eiga vit at
stuðla uppundir við fleksiblum frá
faringarskipanum, sum kunnu gera
tað møguligt at vera virkin longst
møguligt við lagaligum og líðandi
skifti úr arbeiðslívinum.
Nýggj arbeiðsumhvørvislóg
Fyri 15 árum síðani fingu vit »nýggja«
arbeiðsumhvørvislóg, ið var umseting
av gamlari danskari lóg, ið longu har
var farin úr gildi. Okkara var sostatt
afturútsilgd frá byrjan. Fyrra árið
vóru nakrar dagføringar gjørdar, men
tað vóru bert lappaloysnir í gomlu
lógini. Og enn fevnir føroyska lógin
ikki um psykiskt ella sálarheilsuligt
arbeiðsumhvørvi, m.a. um fremjan
av trivna og fyribyrging av strongd,
happing og sjikanu á arbeiðs
plássinum.
At Arbeiðseftirlitið av spari
politiskum orsøkum – og væntandi
virðing – varð malið inn undir í
Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hevur
bara gjørt ilt verri. So eisini her eigur
ein endurreisn og uppraðfesting at
setast á skránna.
Familjurættaður arbeiðs
marknaðarpolitikkur
Tað eru serliga barnafamiljurnar,
íð hava stórar trupulleikar av ein
um vanrøktum og óliðiligum ar
beiðsmarknaði, uttan tilknýttar
sosialar skipanir. Ofta er víst á,
hvussu trupult tað er at fáa familjulív
og arbeiðslív at hanga saman, m.a. hjá
kvinnum við skiftandi arbeiðstíðum,
við døgnvakt, gerandis- og halgidagar,
hjá foreldrum, har annar makin er
av landinum til arbeiðis helmingin
av árinum, við umstøðunum hjá
veksandi tali av støkum uppihald
arum, og so tann veruleikin, at
ommur og abbar eru ikki tøk at
hjálpa til sum áður. Trupulleikar, íð
síggjast aftur í ovurstóra partinum
av kvinnum, ið arbeiða niðursetta tíð.
Konstruktivir útvegir kunnu
m.a. finnast í samstarvi millum
myndugleikar og arbeiðsmarknaðin
um meira fleksiblar og víðkaðar
skipanir við tryggari barnaansing.
Sum tað fyrsta eigur barns
burðarfarloyvið at longjast upp í
eitt ár, har bæði foreldur skulu eiga
sín lut. Og síðani er tíðin komin
eisini í Føroyum til víðkaðar for
eldrafarloyvisskipanir, ið svara til
tann tørv, ið foreldur við børnum
undir og í skúlaaldri á okkara døgum
hava.
Arbeiðsmarknaðardepil
karmur um samstarvið
Tann besti karmurin um eitt skipað
trípartasamstarv verður, at partarnir
seta ein arbeiðsmarknaðardepil á
stovn,
• sum skal vera krummtappur í
samstarvinum og drívmegi til
arbeiðsmarknaðarligar nýskip
anir,
• sum skal skipa fyri komandi
arbeiðsmarknaðarútbúgvingum
og útbúgvingargrunni til neyðugu
fíggingina,
• og vera amboð hjá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum til at skipa
fyri og taka ábyrgd av egnum við
urskiftum, m.a. so sentralum skip
anum sum ALS, Fasta Gerðarrætti,
Barnsburðarskipan, Samhalds
fasta, Frítíðargrunni, Trygdar
grunni o.ø.
kjak
… Upptakið eftir høgrasamgonguna
framhald av síðu 21
Jákup av Skarði
Tað var hugaligt at
vera í Royndarhús
inum, tá ið nýggja
ferjan til Nólsoyar
var løgd fram. Leingi
hevur verið arbeitt at
dagføra trygga og álitandi farleið um
Nólsoyarfjørð og haldi eg, at hendan
ferjan hevur nógv gott.
Umboðið fyri Knud E. Hansen
legði greitt fram tekningar og ymsu
atlitini felagið skuldi taka, tá teir
fingu uppgávuna at tekna nýggju
ferjuna. Hetta var í 2013 og tá varð
einki nevnt um prís á 50 mió. kr. Tí
verður spennandi at frætta hvat
tilboðini fara at ljóða uppá, nú boðið
verður út. Vónandi verður ikki polit
iskt spæl um sparingar, ið hevur víst
seg í øðrum verkætlanum.
Standferðslu-umboðið fekk
tíanverri ikki svarað í hvønn mun
Strandfaraskip Landsins hevur í
huga at gagnnýta nýggju ferjuna,
at sparingarnar í rakstri fara at hava
við sær fleiri túrar. Nýggja ferjan
hevur við sær at spardir verða tveir
mans. Manningin umborð á Ternuni
telur 6, meðan nýggja skipið krevur
manningatal á 4.
Støddfrøðisliga er lætt at rokna
seg fram til, at tríggjar manningar
við nýggju ferjuni, er nett sama tal
sum tvær manningar á Ternuni. Við
hesum í huga, kann ferðaætlanin
betrast munandi uttan eyka mann
ingarløn. Hugaligt hevði verið at sæð
útspæl um nýggja ferðaætlan við
fleiri túrum. T.d. hevði túrurin kl. 9:30
komið væl við og ofta hevur ynski
verið sett um ein túr seinni enn kl. 22.
Undan fundinum bar eg fram
ynski, at nýggja ferjan leggur at heima
í bygdini. Hesi orð havi eg somuleiðis
borið fram í Kringvarpinum og Rás2,
men tíanverri er eingin reaktión
komin frá Tórshavnar kommunu
enn. Eitt framlítandi útspæl frá
økisnevndini og Tórshavnar Havn
kundi verið grund undir politiskari
handling.
Strandferðslan og Knud E. Hansen
meta at byggitíðin er 18 mánaðir. Tí
er átroðkandi beinanveg at kanna
hvørjar broytingar skulu gerast, at
ferjan fær nýggja atløgu: Hvar skal
smábátaplássið verða? Hvussu nógv
skal dýpast? Hvussu langt út skal
skráin til rampuna stoypast?
Vit hava nú møguleikan at grund
geva fyri ynskinum at nýggja ferjan
leggir at heima í bygdini. Fyrsta
eg havi í huga er, at tað skapar lív
og hugnað, at lagt verður at und
ir Kunningarstovuni - hetta er
samstundis besta móttøka fyri út
lendskum gestum. Eg hugsi at fólk
fara at leita oman á keiina, tá ið ferjan
er her - at taka ímóti gestum, fylgja
gestum avstað ella bara av áhuga
og forvitni. Samstundis sum vaksin
soleiðis leita oman á keiina, verður
eisini tryggari hjá børnum at verða
á keiini og í fjørðuni.
Tórshavnar Havn hugsi eg
eigur fyriskipanina av bestu av- og
áskipan á keiini. Uppskot mítt er, at
bilraðið til ferjuna, stendur frá keiini
norður móti kirkjuni og síðani niðan
brekkuna norðan fyri Kongsstovu.
Bilar, ið koma til Nólsoyar fara høg
ligast eystur móti Pakkhúsinum
og út á Veg - eins og farmurin til
Matvørubúðina. Fólk til og frá ferjuni
kunnu tá ganga í frið undir Heiðurs
portrinum.
Eg gleði meg til nýggja ferjan
kemur í sigling og eg seti álit mítt á
avvarandi mynduleikarnar at nýggj
atløga verður skipað í krókinum
undir Kunningarstovuni.
Nýggj ferja og nýggir møguleikar