Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 23 politikkur Floghavnin drúgva viðgerð í tinginum Árni Gregersen E itt lógaruppskot, sum hevur til endamáls at geva Vága Floghavn atgongd til skrásetingina hjá Ak­ stovuni, fekk tingfólk í stóran mun at tosa um nýggju floghavn í Vágum. Hanus Samró, Fólkaflokkurin, legði hart út við atfinningum móti floghavnini, sum hann ikki heldur er bygd á rættan hátt – og hann helt, at nýggja floghavnin er munandi verri enn tann sum var. Fleiri tingfólk tóku eisini undir við atfinningunum og vístu hvør sær á hópin av viðurskiftum, sum áttu at veri gjørd á annan háttt. Sjálvir litirnir í floghavnini stóðu eisini fyri skoti, tí tingfólk ikki hildu, at floghavnin er serliga innbjóðandi. Inngongd til sjúkrahús Hanus Samró vísti fyrst og fremst á, at viðurskiftini hjá sjúklingum, sum vanliga ferðast millum Føroyar og Danmark eru versnað munandi. Fólk noyðast at ganga til flogfarið og so stríðast upp gjøgnum høgu trappuna. – Eg veit væl, at tey nú hava fing­ ið ein bil, men tá ið hann kemur, so sendir hann ljóð frá sær, so øll hoyra, at nú kemur ein sjúklingur, segði Hanus Samró. Hann vísti á, at í veruleikanum er tað so, at floghavnin er inngongdin til tey sjúkrahús í Danmark, sum føroyskir sjúklingar vanliga verða sendir til Eitt stórt tal av tingfólkum, bæði úr samgongu og andstøðu, tóku undir við atfinningum móti nýggju floghavnini. Serliga var ført fram, at lítð var gjørt fyri at verja móti nógva vind­ in­um, sum er í Vágum. Vardi floghavnina Landsstýrismaðurin við vinnu­mál­ um, Jóhan Dahl, Sambandsflokkurin, gjørdi hvat hann kundi fyri at verja nýggju floghavnina í Vágum. Hann staðfesti, at floghavnin er gjørd í samráð við allar myndugleikar, sum hava við slíkt at gera og at allar eglur eru fylgdar. – At Hanus Samró kallar bilin, sum koyrir sjúklingar út til flogfarið fyri ein skrellibil, haldi eg er ov langt úti, segði Jóhan Dahl. Edva Jacobsen, Sam­bands­flokk­ urin, og Kristina Háfoss, Tjóðveldi, hildu eisini at nógv er at finnast at í nýggju floghavnini. Saman við teimum báðum, nevndu fleiri onnur, at staðið har fólk savnast uttanfy ri tollfría handilin, eru viðurskiftini órímiliga vánalig. Plássið er ov lítið og hædd er ikki tikin fyri, at føroyingar vanliga fara á flogvøllin at takaímóti. Tí krevst pláss. – Vit síggja trupulleikan hvørja ferð eitt flogfar er seinkað ein tíma ella tveir. Tá er ikki verandi har og tað sær út sum sild í tunnu, segði Hanus Samró. Hanus Samró segði, at hann meira enn einaferð hevur spurt lands­stýris­ mannin um støðuna, men hann helt seg ikki hava fingið nakað nøktandi svar. Fleiri tingfólk skutu upp, at ting­ ið fær eina frágreiðing frá lands­ stýrismanninum um tað sum er hent – og hví floghavnin sær út sum hon ger. Útbyggingin av floghavnini í Vágum hevur ikki stóra undirtøku millum fleiri tingfólk Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, segði at bygningurin er gjørdur í samráð við myndugleikarnar, sum hava skil á slíkum Fleiri tingfólk funnuast at,a t viðurskiftini á flogvøllinum er vorðin verri, síðani nýggi bygningurin var tikin í brúk Vilja hava pening burtur úr øllum Sjálvt um vinnu­ nevndin tekur undir við, at Vága Floghavn skal fáa atgongd til skrásetingina hjá Akstovuni, so vóru fleiri røddir ímóti – Tey byggja eina nýggja floghavn, og so skulu tey, sum koma hagar við bili gjalda fyri floghavnina. Henrik Old, Javnaðarflokkurin, heldur at tað er løgið, at tað ikki ber til at sleppa av við ein bil í Vág­ um, uttan so at tað skal gjaldast í dýrum dómum fyri tað. Sjálvt vinnunevndin tekur undir við tí. – Men vinnunevndin hevur strekt seg langt. Hon heldur, at steðgar ein bert ein tíma á flog­ vøllinum, so kunnu vit sleppa und­an at gjalda, segði Henrik Old. Grundgevingin hjá ting­mann­ inum fyri, at tað er óneyðugt at gjalda so nógv fyri at parkera ein bil er, at í Vágum er nóg mikið av plássi. – Eg skilji væl, at um hetta er soleiðis í Tokyo og London, men í Vágum er nóg mikið av plássi, segði tingmaðurin. Viðlíkahald Landsstýrismaðurin við vinnu­ málum, Jóhan Dahl, Sambands­ flokkurin, segði, at stóra út­bygg­ ingin skal viðlíkahaldast – og tað fer parkeringsgjaldið til. – Stóru útbyggingarnar skulu sjálvandi viðlíkahaldast og tað kostar pening. Fyri at fáa pening til vega, so er neyðugt, at brúkarin betalir nakað, segði Johan Dahl. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at tað ikki er neyðugt at hava bil við í Vágar, tá ið ein skal við flog­ farinum. – Tænasta er við bussum og bilum, so ein kann lættliga sleppa undan at gjalda fyri parkering, segði Johan Dahl. Sjálvt uppskotið, sum var til viðgerðar, snýr seg um, at Vága Flog­havn fær atgongd til skrá­setingina hjá Ak­stovuni. Hetta skal gera tað lættari hjás floghavnini at fáa pening inn fyri parkeringina. Frammanundan hava undir­ sjóvartunnlarnir somu atgongd og tí heldur Vága Floghavn, at hon eisini eigur at fáa eina slíka atgongd. Datueftirlitið hevur givið grønt ljós fyri at hetta kann gerast, og nú hevur Løgtingið eisini givið hesa heimildina við 2. viðgerð. Málið fær eina viðgerð afturat í tinginum. Hanus Samró var mikið atfinningarsamur móti floghavnini í Vágum