Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2015 SOSIALURIN 49 24 DANJAL AV RANA A ndreas Kamm, aðal- skrivari í Dansk Flygtn- inge hjælp, vitjaði fyrr í vikuni í Føroyum, og mána kvøldið helt hann ein fyrilestur í Løks høll, sum partur av einum til- taki, um flótta fólk, sum Tiljar skipaði fyri. Umframt Andreas Kamm vóru fyrilestrar við Rúna Joensen, frá Vinnu mála ráðnum, Ken Nónklett frá Útlend inga stovuni, Regin Jacobsen frá Bakka frost og David Im frá Klaks- vík ar kommunu. Andreas Kamm vísti í fyrilestri sín u m á, at flóttafólkastøðan í dag er tann ringasta síðani 2. heimsbardaga. – Yvir 52 milliónir fólk eru flýdd frá heimi sínum, orsaka av forfylging, hunguri ella kríggi. Miðallongdin á ymisku flóttafólkakreppunum er voks in úr 10 árum til 20 ár seinastu tíð ina. Orsøkin til hetta er, at nýggj kríggj og ófriður birtast, meðan tey gomlu kríggini vara við. Samstundis sum talið á flóttafólkum er met høgt, mink ar fíggjarjáttanin til hjálpar ar- beið ið støðugt, so alt í alt er støðan sera svár, sigur Andreas Kamm. Langt tann størsti parturin, okkurt um tveir triðingar, av flóttafólkum í heiminum í dag, eru innanhýsis flótta fólk, tað vil siga, flóttafólk í egnum landi. Í Sýria, sum er størsta flóttafólkakreppan í løtuni, eru 10 milliónir innanhýsis flóttafólk. – Hesi eru samstundis tey tor- førastu at náa við hjálp. Tað er ofta tor ført at koma til legur teirra, tað er ofta sera vandamikið, og í nógvum før um mugu vit biðja um vælvild at hjálpa teimum, frá tí stjórn ella teim- u m bólkum, sum eru eftir teimum, greiðir Andreas Kamm frá. – Tað er stórur mismunur millum tað methøga talið av flóttafólkum í heiminum og evnini, tað vil siga viljan og fíggjarligu játtanina, at veita teimum forfylgdu verju, sigur Andreas Kamm. Yvir 14 milliónir fólk eru flýdd undan borgarakrígnum í Sýria sein- astu árini. 75 prosent av teimum eru kvinnnur og børn. 5,7 milliónir sýrisk børn liva í dag sum flóttafólk, harav 3,7 milliónir í Sýria. Hann harmast um, at kjakið í vestur heiminum í dag í stóran mun við gerð spurningin um, hvussu vit kunnu sleppa undan at taka ímóti flótta fólki, heldur enn at tosa um, hvussu vit kunnu hjálpa teimum. Í Evropa, eins og í Føroyum, verður nógv tosað um, at vit fyrst og fremst eiga at hjálpa flóttafólkunum har tey eru, í nærumhvørvinum. – Sjálvandi skulu vit hjálpa teim- um í nærumhvørvinum, og megin- parturin av tí hjálpararbeiði, sum verð ur gjørt, verður gjørt í nær um- hvørvi num, sigur Andreas Kamm, og vísir aftur á, at tveir triðingar av øll um flóttafólkum eru innanhýsis flótta fólk. – Tað er bíligari, meiri fæst fyri peng ar nar, men tað er eisini nógv verri og vandamiklari at gera hjálpar- arbeiði í krígsstøðum. Tí kann hetta ikki vera ein spurningur um antin/ ella, men heldur bæði/og. Borgarakríggið í Sýria hevur skapt yvir 14 milliónir flóttafólk. 10 milliónir eru innanhýsis í Sýria, 4 milliónir eru flýdd til grannalondini. Einans 200.000 eru komin til Evropa og eini 20.000 teirra til Danmarkar. – Tey allarflestu fáa tí hjálp í nær- um hvørvinum, eini 90 til 95 pro sent av teimum. Kjakið her í Norð ur- londum ber ofta brá av, at fólk halda, at “øll” flóttafólkini koma til Ev ropa, men tað hevur jú einki hald í veru- leikanum. Tað er bara ein lítil partur av samlaða flóttafólkatalinum, sum kem ur til Evropa, sigur hann. Andreas Kamm sigur, at vit mugu minnast til, at endamálið er, at hesi fólk ini skulu sleppa heim aftur til sítt egna land at búgva. – Hesi fólkini eru ikki farin heiman ífrá av egnum huga, men eru flýdd fyri at bjarga lívinum. Tey droyma um ein dagin at flyta heim aftur, men jú longri tey búgva í flóttafólkalegum, DROYMA ØLL UM AT SLEPPA HEIM AFTUR Hóast neyðhjálpin ger mest mun í nærum hvørvinum, so er eisini torførast at hjálpa har, sigur Andreas Kamm, aðalskrivari í Dansk Flygtningehjælp