mikudagur 29. apríl 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2015
SOSIALURIN 49
25
jú oftari tey mugu flyta úr staði í
stað, jú kámari gerst dreymurin og
jú minni vónin. Sum frá líður missa
tey trúnna á, nakrantíð at síggja sín
heim stað aftur, sigur Andreas Kamm.
Heimurin er ófriðarligari í dag
enn hann hevur verið í langa tíð, og
er hetta orsøkin til at talið av flótta-
fólk um er vorðið so høgt.
– Arabiska várið gjørdist eitt satt
vónbrot. Gamaní fullu gomlu eina-
veldis ráð harrarnir í stóran mun, men
í teirra stað kom ruðuleikin og ikki
tann framgongd, fólk høvdu vónað.
Í staðin valdar ein ruðuleiki, sum
ymisk ir meiri ella minni harðrendir
bólk ar gera sær dælt av. Stóri taparin
í ófriðarstøðum og kríggi er altíð van-
liga fólkið, sigur Andreas Kamm, sum
heldur ikki væntar, at friður verður í
mið eystri í næstum.
– Áhugamálini hjá ymisku lond-
unum í økinum sameina ikki serliga
væl, og tí hava tey sum so ongan
áhuga í at samstarva um at skapa
frið í økinum. Iran og Saudi Arabia
stríð ast um, hvør skal vera sterki
drong urin í økinum, og brúka ófriðin
í Sýria og ruðuleikan, sum IS skapar,
at styrkja sína egnu støðu í økinum.
Eg trúgvi ikki, at gjørligt er at skapa
frið, uttan gjøgnum altjóða samstarv
í økinum. Stórmaktirnar sum USA,
Kina og Russland hava heldur ikki
víst ser liga stóran vilja at leggja út í
stríð ið, so útlitini fyri broyting til tað
betra eru smá, sigur hann.
Á vitjan síni í Føroyum hevur
Andreas Kamm eisini tosað við
lands stýrisfólk, millum Karsten Han-
sen, ið er landsstýrismaður í neyð-
hjálpar málum. Landsstýrið játtaði í
farnu viku at senda 1 millión krónur
í neyðhjálp til flóttafólkakreppuna í
Miðjara havinum, og Andreas Kamm
sigur, at hann millum annað ráðgav
landsstýrismanninum um, hvar
peng ar nir muna mest.
– Vit í Dansk Flygtningehjælp eru
av tí sannføring, at best er at hjálpa
teimum veikastu, og tað er altíð
kvinnurnar og børnini. Okkara ynski
er at hjálpa teimum so væl í nær um-
hvørvi num, at tey ikki freistast at
royna eydnuna úti á Miðjarahavinum.
Eg havi so greitt Karsteni Hansen frá
teim um ymisku møguleikanum, sum
lands stýrið hevur at hjálpa í økinum,
sigur Andreas Kamm.
- Føroyar og enntá Danmark eru
smá ar tjóðir í heimshøpi, men vit
kunnu veita ein lítlan part, okkara
part, av hjálpini, sigur Andreas Kamm
at enda.
Hvønn dag flýggja 32.200
fólk frá heimi sínum og leita
sær skjól aðrastaðni, antin í
egnum landi ella uttanlands.
80 prosent av flóttafólkunum
eru kvinnur og børn og 50
prosent eru undir 18 ár.
16,7 milliónir fólk
vóru flóttafólk í
øðrum londum við
árslok í 2013.
33,3 milliónir fólk eru flóttafólk í
egnum landi. 63 prosent av øllum
hesum eru úr fimm londum: Sýria,
Kolumbia, Nigeria, Fólkaræðiliga
lýðveldinum Kongo og Sudan. Í
Afrika sunnan fyri Sahara eru 12,5
milliónir flóttafólk í egnum landi,
í Asia eru tey 12,3 milliónir, harav
yvir 9 milliónir eru í londunum í
miðeystri.
Í Kongo verður mett, at minst
tvey at trimum fólkum eru flýdd
úr heimi sínum aftur, eftir at tey
fluttu heim aftur.
Helvtin av íbúgvunum í
Vestursahara hava verið
flóttafólk í Algeria, síðani
Marokko tók seg inn í fyrrverandi
spanska hjálandi í 1975.
Flest flóttafólk búgva í Pakistan
(1,6 milliónir), síðani Iran,
(857.000), Libanon (856.00), Jordan
(641.000) og Turkalandi (609.000).
Heimsins størsta
flóttafólkalega er
Dadaab í Kenya.
Har búgva 400.000
flóttafólk.
Flestu flóttafólk í heiminum eru
úr Sýria, yvir 3 milliónir í 2014.
Teimum á høli kemur Afghanistan
við 2,4 milliónum, og síðani
Somalia, við 1,1 millión. Flestu
sýrisku flóttafólkini búgva í
Libanon, meðan umleið 95 prosent
av afghansku flóttafólkunum
búgva í Pakistan.
Flóttafólkastreymurin setur
sera nógv trýst á grannalondini,
bæði politiskt og økonomist.
Nógvu flóttafólkini gera, at
matvøruprísirnir økjast, meðan
lønin lækkar, av tí at nógv
flóttafólk arbeiða svart.
Londini við flest
innan hýsis flótta-
fólk um eru Sýria, við
yvir 10 milliónum,
Kolum bia, við 5,7
millión um, í Nigeria
eru 3,3 milliónir, í
fólkaræðisliga lýð-
veldi num Kongo 2,9
millión ir, Irak 2,1
millión og í Somalia
eru 1,1 millión innan-
hýs is flóttafólk. Innan-
hýs is flóttafólk eru
fólk, ið flýggja undan
kríggi og ræðuleikum,
men sum enn ikki eru
farin um nakað landa-
mark.
Flestu vápnaði stríð
í heiminum í dag, eru
innanhýsis stríð millum
vápnaðar bólkar. Talið av
hesum stríðum er voksið
nógv seinastu árini, og sæst
tað eisini aftur í økta talinum
av innanhýsis flóttafólkum.
Í 1997 vóru 17 milliónir
innanhýsis flóttafólk, í 2012
vóru tey 28,8 og í dag 33,3
milliónir.
Døpru tølini
tala fyri seg