Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2015 SOSIALURIN 49 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 Óli Jacobsen MALMBERG VAR Á VEG TIL BOTNS, TÁ HENDI UNDRIÐ! Malmberg Simonsen kundi eins væl druknað við Tór 2. Hann slapp kortini við lívinum Krígssøgan 4. partur M almberg var ein kendur maður sum bussførari vestur í Vágum. Vit fingu mangt prátið báðir og gjørdust eisini væl. Hansara søga frá Tór 2 var væl kend, men meðan hann enn var uppá tað besta, greiddi hann mær frá sín um sjólívi í síni heild. Tað kann vera hósk- andi í sambandi minnisdagarnar fyri 2. heims- bar daga at lýsa hansara søgu, um tá tá hann á undrun arsaman hátt slapp undan tí, sum tykt ist at verða tann vissi deyðin. Malmberg greiðir frá: Í 1939 var Jens á Reyni saman við øðrum í ferð við at tekna partapening til Tór 2. Her var ein kjansur at seta eina aktiu í fyri at sleppa við trolara. Men pengar vóru eingir, so okkurt mátti gerast. Tá helt elsti beiggi mín, Mourits, fyri, at hann skuldi fara til D. Danielsen, tann kendi læraran og sambandsmannin, at læna mær fyri aktiuna. Hann kundi fáa peningin aftur, tá av rokningin kom. DD lat hesar pengarnar uppá mítt blanka andlit. D.D. var óførur soleiðis. Hann lænti pengar til fleiri. Soleiðis fekk eg eitt partabræv uppá kr. 500 í Tórfelagnum. Hetta var tætt við eini árs- inn tøku hjá fiskimanni tá í tíðini og var eisini stór ur partur av ársløn hjá lærara. Lagnutúrurin Vit vóru heimkomnir við Tór 2, áðrenn heims- bar dag in brast á í september 1939. Báturin fór til ísfisk, men tá var eg ikki við. Tað skuldu vera færri mans við á ísfiskaveiðu. Men í 1941 fór eg við. Vit fiskaðu undir Íslandi og seldu í Bret landi. Í 1942 lógu vit eina í Kollafirði. Tá kvøldið kom, fóru eg og Karl, svágur mín, heim á Stykk- ið, har hann búði. Tá ið vit fara umborð aft ur, sigur Karl: “Malmberg, tú kemur at liva, og eg komi at doyggja”. »Tvætl«, sigi eg. Men hann hevur haft okkurt ánilsi, tí hann segði hetta við meg aftur seinni. Hetta kundi tó ikki steðga honum. Vit fóru so tann túrin, og hann gekk væl. Selt varð í Fleetwood. Vit lógu einar tveir dagar har, so fóru vit avstað aftur. Kósin varð sett beinleiðis úr Fleetwood og upp til Vest- manna oyggjarnar at byrja nýggjan túr. Tá vit vóru 80 fjórðingar úr Vest manna- oyggju num hendi tað! Tað hevur verið um kaffi tíðina seinnapartin. Eg hevði frívakt og hevði fingið mær kaffi. Nú hyggi eg aftur eftir, tí undir krígnum var líka umráðandi við skipi at hyggja aftureftir sum frameftir, tí vandin kundi vera báðumegin frá. Eg hugdi aftureftir og sá tornið á einum kavbáti. Helt, at eg skuldi fara upp á brúnna. Eg lænti kikaran og kikaði. Jú, tað var ein kavbátur. Eg segði frá tí, eg sá. Men so fór eg fram í lugarið, og har vóru menn- in ir staddir. Seinasti sangur hjá Jens Christian Tað kann kunnu øll ímynda sær, at tað hevur ikki verið stuttligt at bíða eftir deyðanum. Hetta var veruliga støðan. Vit vistu, hvat ið kundi henda. Tað kendist ein slík órógv á monnum. Men eg tørnaði kortini inn og sovn- aði. So tá tað var gingin ein tíð, einir tveir tímar, so hoyrdu vit okkurt og eg tørni út. Tað ljóðaði sum ein motorur. Tá var tað ein torpedo, sum varð skotin eftir okkum. Hon rakti ikki og fór fram við. Vit vistu, at ein rotta var umborð. Hon man eisini hava følt sær okkurt, tí nú kom hon knapp liga inn í lugarið og rann millum beinini á monnunum. Men hon fekk frið. Av monnunum minnist eg Rasmus Joensen, ein eldri eiðismann. Hann lá í koyggjuni og las í Bíbliuni. Hann var komin við fyri sonin, Poul í Skorini. Honum varð greitt varð frá í seinasta parti. Tá kom hann, sum hevði útkikk á stýr- hús takinum niður í lugarið. Hetta var Jens Christian Hammer úr Søldarfirði. Tað var nú um 5-tíðina seinnapartin. Jens Christian tók hina føroysku heimamissónssangbókina, blað aði upp og fór at syngja: “Jesus navnið aldri bliknar, slítist ei av tíðartonn”. Hann sang sangin at enda. Tá ið hann lat bókina aftur - eg síggi hann fyri mær enn, hóast tað eru meira enn 60 ár síðani - legði hann bók- ina inn á hillina aftur, tá brast! Tað var, sum alt fór í knús, so sum skottið niður í lugarið. Báturin rullaði á bak borð, og tá hann so aftur rullaði á stýriborð, fór hann at søkka. So skjótt gekk alt fyri seg. Helst er allur botnurin farin undan skipinum. Eg stóð á dúrkinum og datt. Siðsøga Jens Christian Hammer gjørdist 27 ár. Hansara endaði lívið við einum sangi Herborg og Malmberg. Tey vóru trúlovað, tá ið Herborg var so nær at missa dreingin sum hugsast kann