Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2015 SOSIALURIN 49 27 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá siglinin undir krígnum hjá Sverra Rasmussen, m.a. um tá teir vóru bumbaðir av týskarum Ljósið fór, men tað var opin eldur í lugarinum, so eg sá so frægt, at eg fann. Tí fekk eg í tí sama vent mær móti leytara num. Eg slapp upp og undan bakkanum. Tá eg var sloppin aftur um bakkan, tá fór hann und ir, so tað vóru sekund, tað snúði seg um. Tá skip ið søkkur sýgur tað okkum við. So hopið var næstan einki um at koma uppundan aftur. Gud legði sín kjálka at mínum Tá kom fram fyri meg: ”Gud mín, Gud mín, hví er tú farin frá mær”. Og tá, ja, tað ljóðar ótrúligt. Gud kom til mín og segði: “Eg eri hjá tær”. Og hann legði sín mjúka kjálka afturat mínum. Eg ken ni sama fløvan enn. Tað, sum bjargaði støðuni nokkso nógv, var, at eg hevði mist knappin í buksunum. Eg hevði so fingið mær eina nál og sett knappin uppí aft ur. Men eg hevði ikki havt tíð til at knappa hann uppá selan aftur. So royndi eg at berjast, fyri at sleppa upp úr sjónum og upp í vatnskorpuna aftur. Tá misti eg bæði stivl ar og buksur, og hetta gjørdi tað lættari at sleppa upp í sjógvin. Hetta hevur kanska verið avgerandi fyri, at eg bjargaðist. Eg kom so uppundan aftur. Havi altíð dugað væl at svomið og kann eg eisini takka D.D., gamla læraranum í Sørvági, fyri tað. Tá eg var kom in uppundan aftur, sá eg eina jollu, sum fleyt har. Eg svam so til jolluna og slapp uppá hana; men hon var brotin. Hetta var kanska eisini heppið, tí tað gjørdi, at vit allir komu í sama bát. Jógvan Elias hevði svomið til tann lítla bátin, sum var eitt fýramannafar. Hann var komin í tann bátin og hevði fingið hann á rætt kjøl. So kom skiparin, Óli Fossaberg, svimj andi móti mær. Óli svam til Jógvan Elias, og teir bugseraðu so bátin uppá síðuna av mær og tóku meg inn. Síðani fóru teir at oysa, og teir oystu hann tóman. Men tá var bliv ið myrkt, og har hoyrdist so einki. Vit sóu bara kavbátin. Hann var so mikið nær, at eg sá stakini á torninum. Vit roknaðu við at verða skot nir, men tað hendi so einki meira. Hinar menninar sóu vit einki til. Vit royndu at rópa, men eingin svaraði. Eg var í før oyskum undirbuksum og føroyskum hos- um, undirtroyggjan var útlendsk, og eg var í skjúrtu. Hevði lært at brúka bát Eg hevði lært brúka bát, og tað kom okkum til góðar, at eg dugdi væl at handfara bæði segl og árar. Eg visti, at vit høvdu siglt undan, so tað var at seta segl tvørtur um á bátinum. Men vindurin varð so nógvur, at báturin skalv sum eitt bókarblað; eg mátti repað seglið, og setti so á aftur. Tá var seglið ikki størri enn ein svinta. Náttin gekk og nógvur vindur var. Har var ein hægri makt, sum helt hondina yvir okk- um, tað var púra sikkurt. At vit skuldu klára tað veðurlagið við tí bátinum! Tað var bæði stormur, nógv regn og ringur sjógvur. So lýsti fyri degi. Fossaberg hevði ligið í báti num, hann var ikki væl fyri. Áðrenn tað varð ljóst, segði hann við meg, at hann skuldi koma at stýra. Nei, segði eg, hann skuldi ikki koma at stýra fyrr enn tað varð blivið ljóst. Tað var bert ein ár at stýra við. Jógvan Elias sat til róðurs við einari ár, og so fór eg fram til hansara eisini. Men so skuldu vit fara at royna at sova. Jógvan Elias var tann fyrri, sum legði seg eftir bekkinum, og tað var beinanvegin hann sovnaði. Mátti buka hitan í køldu kropparnar Tá hann vaknaði aftur, var hann so kaldur. So helt eg, at nú skuldi eg fara at leggja meg. Tað var uppá sama máta, at eg bleiv so øgiliga kaldur. Har var so bert eitt at gera: Eg fór at banka Jógvan Elias og fekk hita í meg sjálvan og í hann eisini. Hann bað meg lata vera, tí hann fekk so ilt, men hetta bjargaði okkum báðum. Tá vit sóu bløðrutara skiltist, at vit máttu vera nokkso nær landi. So komu súlurnar, og tað var enn betri tekin. Tá var tað eisini skjótt, at vit sóu land. Veðrið var nú batnað. Tá gekk so skjótt inn eftir, tí nú var væl av vindi aftur. Tað tók 36 tímar frá tí, skipið sakk, og til vit komu til lands. Teinurin var um 80 fjórðingar. At enda á land Vit komu so á eiðið í Vestmannaoyggjum. Áðrenn vit komu so langt, royndu vit at blussa og at ýla við tokuhorninum, men eingin hoyrdi. Teir báðir felagarnir hjá mær vóru ikki so væl kend ir á hesum leiðum, men eg hevði verið har við Vesturfarinum í 1938. Tá plagdu vit at ganga út á eiðið at hyggja at skipunum, sum lógu og fiskaðu. So man visti akkurát, hvar urðin var, og hvar sandurin var. So varð tosað um, hvat ið skuldi gerast. Eg helt, at tað var ov nógv brim. Nei, søgdu teir, teir vóru vanir við brim. Bert skuldi eg siga, hvar vit skuldu lenda, so skuldu teir greiða restina. Vit komu so mitt inn á sandin, og vit steðgaðu eitt lítið sind ur fyri at fáa okkum eina halvváta keks, so fóru vit í land. Allur maturin var blivin vátur, og sjógvur var eisini komin at vatninum. Eg hevði havt til uppgávu at syrgja fyri, at ein fløska av sterkum skuldi heingjast í ein posa und ir bekkin. Tað blandaðu vit uppí vatnið, so vit kundu leska tunguna á. Vit rullaðu okkum so niður í sandin og royndu at leggja albogarnar uppá stokkin fyri at sleppa aftur á føtur. Inn í fyrsta hús So til gongu. Fyrsta hús var ein fiska mjøls- verk smiðja. Har var ein opin eldur, og har still aðu vit okkum at verma okkum. Tá vit høvdu staðið eina løtu, fóru vit aftur at ganga og komu so til eini hús. Vit høvdu avrátt at fara inn í fyrstu hús, vit sóu. Har var myrkt, men vit bankaðu uppá. Hetta var um millum kl. 12 og 2 um náttina. Ein kona kom, lat upp og spurdi, hvørjir vit vóru. Vit søgdu, at vit vóru føro yingar. Tað hevur undrað meg mangan, at hon skuldi klára at taka ímóti okkum. Vit høvdu skorið kapokkpúturnar av bátinum, og høvdu stúvað tað innan fyri klæðini fyri hita. Vit hava sæð út sum villmenn, men hon latst ikki um vón. Vit fingu so kaffi frá henni við sukuri og sterkum í. So ringdi konan til løgregluna og var skógv- aði um hetta, sum hent var. Løgreglan kom skjótt við einum lastbili. Tá vit vóru lidnir at drekka kaffi, fóru vit uppí lastbilin. Tað kendist sum ein drúgvur túrur. Men vit komu so niðan á hospitalið. Har var sjálvandi heitt inni, og tað var skjótt, at vit komu fyri okkum aftur. Vit vóru so á hospi tali- num í nakrar dagar. Men tá vit vóru so frægir, fóru vit í býin at keypa okkum klæðir. Vit máttu keypa alt av nýggjum, tí vit høvdu jú einki at fara í. Okkara egnu klæðir vóru ikki nógv verd eftir ferðina. Danska sendistovan rindaði fyri klæðini. Beinleiðis til skips aftur Tá vit høvdu fingið okkum klæðir, fóru vit til Reyk ja víkar. Vágasluppin »Thor« kom inn í Reyk ja vík at keypa fisk, og vit kundu saktans sleppa heim við henni. Men samstundis kom trolarin »Leivur Øssurs son« inn, og honum manglaði tveir mans. Teir vildu so fegin hava okkum við út at fiska. Tað høvdu vit, sum rímiligt er, ongan serligan hug til, men lótu okkum sannføra. Vit báðir, eg og Jógvan Elias, fóru so út at fiska við Leivi. Vit fiskaðu so túrin út uppi á Halanum og fingu nakað av fiski. Vit sigldu heim fram við Norð landinum og sigldu um Langanes til Føroyar. Endiliga heima Vit komu so heim og á Havnina tann 4. novem- ber, sum skipbrotið var hent 7. sep tember. Navnið Jesus kann aldri blikna Jesunavnið aldri bliknar, slítist ei av tíðar tonn, Jesunavnið aldri viknar, Guds orð eru ævigt sonn. Tað ber boð til ung og gomul, gevur lív og frið í sál, og tað savna kann øll somul, leiðir sálir fram á mál. Eg má elska Jesunavnið; frelsu, frið í tí eg fann, andans eld fekk í hans favni. Eingin frelsir uttan hann! Jesunavnið vakurt ljóðar, lat tað ljóma her á fold! Hann ta stóru gávu bjóðar, sælan frið til óreint hold. Óndskapur tað navn má skýggja, lygn og hatur flýggja má. Jesu navn vil rættferð síggja, tað Guðs ríki bygt er á. Í tí myrku nátt áminnir sum ein viti Jesu navn, og hvør hjálparleysur finnur inn í tryggu himmalhavn. Og tá sólin meir ei skínur, lýsir Jesu navn á nátt, og hin frelsti flokkur trínur fyri Guð og syngur hátt. (A. Petersen týddi) Seinasti sangur hjá Jens Christian Hammer. Malmberg á Eiðinum í Vestmannaoyggjunum, har teir tríggir komu í land Tór 2. 18 av manningini druknaðu.