Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 28 Sjúrður Skaale Fleiri leiðandi sam­ bands­fólk hava alt val­skeiðið sagt, at eg føri "tjóð­veldis­poli­ tikk" á Fólka­tingi. Og tí skulu sam­ bandsfólk ikki velja Sjúrð. Nú síggi eg at fleiri tjóðveldis- og fólkafloksfólk siga, at eg eri ein "sambandsrødd" á fólkatingi. Tey siga ikki hvat eg skal hava sagt sum ger mína rødd til eina sambandsrødd - bara at soleiðis er tað. Og tí skulu sjálvstýrisfólk heldur ikki velja Sjúrð. Tá politisk mótstøðufólk soleiðis seta spjaldur á teg heldur enn at argumentera ímóti tær, er orsøkin ofta einføld: Tey hava eingi argument. Tey heingja spjaldrið um hálsin á tær fyri at sleppa undan at tosa um innihald. Úrslit og loysnir Sannleikin er, at eg hvørki havi ført sambands- ella loysingarpolitikk á Fólkatingi. Eg havi – sum lovað fyri síðsta val – roynt at umboða ALLAR føroy­ingar. Eg havi havt sera gott samstarv við føroyskt vinnulív, føroyskt mentanarlív og føroyskar myndugleikar og stovnar. Eg havi - sum lovað fyri síðsta val - ikki flaggað við tí partapolitiska, ideologiska flagginum, men eri alla tíðina farin miðvíst eftir loysnum og úrslitum. Og eg havi - sum lovað fyri síðsta val - gjørt tað hvønn dag, fulla tíð. Samstarv er alt Trý og eitt hálvt ár seinni má stað­ festast, at úrslitini eru mong og fjøl­ broytt. Men ein politiskur flokkur ger einki einsamallur. Og so slett ikki á Fólkatingi, har tú sum føroyingur situr einsamallur í tínum "tingbólki". Úrslitini høvdu verið fá, um ikki fólk høvdu verið sinnað at samstarva og á tann hátt brúka teir møguleikar, sum sessurin gevur. So tað vil eg fegin takka fyri. Ideologi ella úrslit Tað skilst at fleiri teirra, sum vilja skumpa Javnaðarflokkin úr Fólka­ tinginum og sjálv hava sessin, ætla at brúka hann øðrvísi. Nú skal tað ideologiska flaggið takast fram. Nú skulu føroyingar standa á Fólkatingi og agitera fyri loysing ella sambandi. Og nú skal tann, sum fær starvið á Fólkatingi, hava fult starv í Føroyum samstundis. Hetta kann helst gagna tí ideo­ logiska profilinum hjá flokkunum. Men eitt er vist: Tey ítøkiligu úrslitini verða munandi færri, og føroyingar sum heild fáa munandi minni gagn av fólkatingssessinum. Føroyskur partapolitikkur aftur á Fólkating? Fleiri bjóða seg fram at keglast um loysing og samband á Fólkatingi. Tað hevði ikki gagnað føroyingum kjak Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Hevur tú lagt til merk­ is tíðinda­flutn­ing í miðlunum sein­astu tveir dagarnar? So hevur tú utt­an iva frætt um velj­ara­ kanning um eitt komandi fólka­tings­ val, ið Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Einki óvanligt er í at gera veljara­ kanningar, og tær eru sjálvandi áhugaverdar fyri tey, sum fylgja við í politikki. Mín persónur er – uttan nakra sum helst dokumentatión – drigin uppí, og tí noyðist eg at gera hesar fáu viðmerkingar. Gitingar og ongin dokumentatión Kanningin er útløgd sum um, at verandi fólkatingsumboð verða afturvald. Tað er næstan soleiðis, at vinnarar eru kosnir, uttan at val yvirhøvur er útskrivað. Hesin pástandur hevur einki hald í veruleikanum og als ikki í kanningini. Eingin er spurdur hvønn persón, ið tey ætla at velja, og tí er als einki belegg fyri at gera niðurstøður uppá ryggin á persónum – hvørki verandi ella øðrum valevnum, ið vit ikki vita nakað serligt um enn. Sostatt er eingin dokumentatión fyri at siga, at verandi fólka­tings­ umboð verða afturvald. Hetta eru gitingar, og tað er óseriøst. Sær burtur frá úrslitum Í Sosialinum, sum annars er ein út­ merkað avís, verður ró fram undir, at undirritaði fyri tað mesta skal hava funnist at løgmanni, og at hetta skal hava givið undirtøku. Hesa fortreyt, ið Sosialurin legg­ur til grund, góðtaki eg ikki sum fólka­ tingsmaður. Sambandsflokkurin á Christ­ iansborg fæst við seriøsan politikk og skapar nógv úrslit fyri Føroyar, og tað velur blaðið púra at síggja burtur frá. Kanska er tað júst seriøst arbeiði, politiskt virðir og – ikki minst – úrslit, ið veljarar leggja sær í geyma? Í politikki eru tað virðir og úrslit, sum telja. Veljarar gjøgnumskoða taktikk og spinn, ið merkir tað, sum Sosialurin borðreiðir við í sambandi við veljarakanningina. Nógvir ókendir faktorar Sum heild skulu veljarakanningar ikki takast fyri meira enn tað, ið tær eru: kanningar, sum í besta føri geva ábendingar í teirri løtu, tær eru gjørdar. Henda veljarakanningin hjá Fynd bendir á – og tað er ikki umrøtt yvirhøvur – at næstan fjórði hvør veljari ikki hevur tikið støðu til, hvar ið krossurin skal setast. Helst fara hesi mongu, ið ivast, at hava stóra ávirkan á úrslitið, tá ið saman um kemur. Eisini av hesi orsøk er púra burtur­við at pástanda, at hesin ella hasin verður valdur, afturvaldur ella vrakaður. Seriøsiteturin má valda – ikki minst tá ið kanningar av hesum slag verða analyseraðar. Eingin dokumentatión fyri tulking av veljarakanning Als eingin dokumentatión er fyri at siga, at verandi fólkatingsumboð verða afturvald – talan er um gitingar, og tað er óseriøst APRÍL-KAPPINGIN Hvønn dag í apríl mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 11. mai 2015 kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Vinnarin í mars: Kurt Madsen, Argir Vinningurin er eitt gávukort frá Hvonn virði 500 krónur Vinn eitt gávukort á 500,- frá