Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 34 Tórshavnar kommuna lýsir við hesum eitt grundstykki undir Kongavarða til sølu. Grundstykkið er til víddar uml. 5.500 m2, og verður selt sum tað er og fyriliggur. Stykki verður matrikkulerað burtur úr matr. nr. 255a, Argir. Kommunan skilar sær rætt til smærri reguler- ingar av stødd og skap á grundstykkinum uttan at gjørd verður tilsvarandi regulering í keyps- prísinum. Nýtslan av økinum Grundstykkið verður selt at nýta til handilsvirk- semi. Byggisamtykt Sambært byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu er talan um A3 økið í 3. grundumráði. Kostnaður Grundstykkið verður selt til hægstbjóðandi, men tilskilar kommunan sær rætt til at havna øllum boðum. torshavn.fo Viðmerkjast skal at byggihøllin sum stendur á grundstykkinum, ikki fylgir við í søluni. Freist Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi frá í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2015 kl. 12. Skrivlig boð verða at lata kommununi í afturlat- num brævbjálva saman við váttan frá peninga- stovni um tøka fígging. Tilfarið verður hildið í trúnaði, til avgerð er tikin í málinum. Brævbjálvin skal verða merktur uttaná: Boð uppá grundstykki undir Kongavarða. Umframt navn á boðgevara. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjartur Mortensen, løgdeildin, tel. 224230, teldupostur bjartur@torshavn.fo. Grundstykki til handilsvirksemi undir Kongavarða til sølu Uml. 5.500 m2 undir Kongavarða Glyvursvegur Byggihøll Í Trivnaðardeplinum á Almannaverkinum er eitt fulltíðar starv sum kontrollari leyst at søkja. Kontrollarin kemur at hava beinleiðis tilvísing til depilsstjórarnar í Trivnaðardeplinum. Talan er um eitt nýtt starv. Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Starvið verður lønt í samráð millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag við samráðingarrætti fyri starvið. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum og øðrum, skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “umsókn kontrollari Trivnaðardepilin”. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. mai 2015 kl. 12. Hevur tú áhuga í at vera við til at tryggja skynsamiligan rakstur í einum av landsins størstu arbeiðsplássum av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Ársaðalfundur P/F Tjaldur hevur ársaðalfund leygardagin 30. mai 2015 klokkan 13 í Reyngøti 9, Tórshavn Dagskrá: smb. Viðtøkum felagsins. Til ber at tekna seg til fundin við at ringja til tlf. 457500 ella senda teldupost til status@olivant.fo í seinasta lagi 27.mai klokkan 12.00 Nevndin Jørð til sølu 1/3 av matrikkul nr. 28 í Norðagøtu er til sølu. Talan er um 13 frælsir í ognarhaganum og góðar 10.000 fermetur av innangarðsjørð, meginpartin við Magnstøðina í Gøtudali. Prísuppskot kr 400.000 áhugað kunnu venda sær til tlf. 228059 Cafékvøld Berin 7. mai kl.19-21 á Hotell Føroyum Til tín, ið hevur mist ein av tínum kæru og til tín, ið hevur ein vin/floksfelaga, ið hevur mist. Kvøldið er skipað av ungum sjálvbodnum og ætlað ungum í aldrinum uml. 16 til 28 ár. Byrja verður við stuttari framløgu, har tvær gentur úr miðnám greiða frá, hvussu tað er at bera sorg samstundis við avbjóðingar í miðnám. Aftaná kunna tey, ið hava hug, seta spurningar ella deila av egnum royndum. Tíð er eisini sett av til hugnaprát við onkrum góðum afturvið. Kvøldið er ókeypis og tú er vælkomin at taka ein vin við tær. Tilmelding innan 5. mai tlf. 222993/ skriva til info@berin.fo ella til Beran á FB.