Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 35 Alment útboð: Nýggj raðhús undir Kongavarða Tórshavnar kommuna er í vøkstri. Tí verður økið eystan fyri bústaðarbyggingina undir Kongavarða boðið út. Alt verður boðið út undir einum. Soleiðis verður bygt: • Raðhús í 4 eindum • Eindir við 5-11 húsum í hvørjari • Tilsamans 32 hús Talan er um grøna økið á kortinum, ið er partur av matrikkul 255a. Hetta er partur av 2. byggi- stigi í útstykkingarætlanini. Á kortinum sæst, hvussu grundstykkini eru skipað. Økið er 8.300 fermetrar til støddar. Fyri at tryggja, at ætlanin verður framd í samsvari við ynski kommununnar, verða settar ávísar treytir í sambandi við søluna. Í fyrsta lagi skal keyparin byggja samanbygdu húsini eftir einum sniði, ið passar til longu framdu bygging- ina undir Kongavarða – serliga við atliti at byggingini niðan fyri vegin. Byggingin skal byrja innan 1 ár frá tí degi, at torshavn.fo sáttmáli er undirskrivaður keypara og seljara ímillum. Øll bygging skal verða liðug innan 3-4 ár. Keyparin skal saman við tilboðnum lata kommu- nuni útgreinaða tíðarætlan, har víst verður, nær einstøku húsini ætlandi verða liðug. Keyparin tekur yvir økið soleiðis, sum tað er og fyriliggur. Keypari stendur fyri at gera økið byggibúgvið, at byggja og selja húsini. Útboðstilfar, ið nágreiniliga sýnir verkætlanina og krøvini til einstøku húsini, fæst við at venda sær til Snarskivuna. Freist Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi frá í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2015 kl. 12. Skrivlig boð verða at lata kommununi í afturlat- num brævbjálva saman við váttan frá peninga- stovni um tøka fígging. Tilfarið verður hildið í trúnaði, til avgerð er tikin í málinum. Brævbjálvin skal verða merktur uttaná: Boð uppá randarhús undir Kongavarða. Umframt navn á boðgevara. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Janus Isfelt, løgdeildin, tel. 210330, teldupostur janus@torshavn.fo. Randarhús Ætlað fríøki Glyvursvegur 8.300 m2