mikudagur 29. apríl 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mai 2015
sosialurin 49
38
Ikki við:
Jónas Tór Næs (økslin, 2 vikur)
Alex Mellemgaard (lærkrikin)
Ivasamur:
Hanus Torleifsson (fipur)
Ikki vid:
Pál M. Joensen (knæid, óvist),
Arnbjørn Hansen
(fibur, 2-4 vikur)
Ivasamur:
Andrew av Fløtum (vøddaskæði)
Ikki við:
Hans Jørgen Djurhuus
(kjálkabeinið, óvist)
Ikki við:
Jens Joensen (knæið, 1 vika)
Ivasamur:
Jens Michael Jensen (lyska)
Jóannes Hansen
S
íðani fyrsta umfar í ár hevur
NSÍ verið ovast á talvuni,
og NSÍ venjarin, Trygvi
Mortensen, hevur ásannað,
at úrslitini bera við sær, at tað er meiri
sannlíkt, at NSÍ er millum liðini, sum
kappast um FM, enn tað tóktist vera,
tá ið tipparar spáddu NSÍ at enda á
sætta plássi
Undan kappingarbyrjan varð
roknað við, at havnarfeløgini og
Víkingur fóru at vera fremstu avbjóð
ararnar at vinna FM heitið. Talvan
sigur, at soleiðis er støðan. Tað eru
Víkingur, B36 og HB, sum saman við
NSÍ eru ovast á talvuni.
Spurningurin er, hvussu tað fer
at ganga hjá hesum feløgunum og
hinum, sum fegin vilja vera við í kapp
ingini. Sunnudagin legði NSÍ fyri
aðru ferð rygg til tap á útivølli ímóti
einum av teimum, sum verða roknað
at vera FM evni, og sunnudagin tapti
HB grannauppgerðina ímóti B36 3-1.
HB úrtøkan higartil – 12 stig – er tann
soltnasta eftir 8 umfar síðani 2011 – 10
stig – tá ið FM favorittarnir endaðu á
áttanda plássi, sum er lakasta enda
stsøða hjá HB nakrantíð.
Hjá NSÍ gekk tað sum eftir ánni,
inntil Víkingur sunnudagin gav
grannunum stóra 5-1 sekkin. Víkinga
venjarin Sigfríður Clementsen
heldur, at tað bæði mikukvøldið í
síðstu viku í steypadystinum í Fugla
firði og sunnudagin ímóti NSÍ sást, at
nú eru steypavinnararnir við at koma
seg eftir trilvandi fyrstu umførini.
Hvussu tað stendur til hjá HB og
Víkingi og NSÍ fæst nýggj fráboðan
um sunnudagin. Tá fær HB vitjan av
Víkingi, og tá fær NSÍ vitjan av KÍ,
sum eftir trilvandi byrjan nú hevur
vunnið tvær ferðir, og við sigri í Runa
vík kann lyfta seg fram ímóti heiðurs
merkjakandidatunum.
B36 blíðan byr
Stóri spurningurin undan kappingar
byrjan var, um tað fyri fyrstu ferð
nakrantíð skal eydnast B36 at
endurvinna FM árið eftir fagnaðin
um meistaraheitið. Nú er B36 eitt
stig frá oddasessinum, og so verður
spurningurin heilt aktuellur, um
tað nú fer at eydnast, sum ongantíð
áður er eydnast. Sammett við í fjør er
B36 úrtøkan eftir átta umfør trý stig
lakari. Í fjør var úrtøkan eftir 8 umfør
20 stig. Nú er hon 17 stig.
Tá ið B36 skal vigast, er tað – held
ur enn at sammeta við í fjør – upp
lagt at sammeta við aðrar ferðir, tá ið
høvuðsstaðarfelagið, uttan at tað er
eydnast, í kjalarvørrinum á FM hevur
stríðst fyri at endurvinna meistara
skapin.
Síðani kappingin varð víðkað at
fevna um 27 umfør, hevur B36 vunnið
FM tríggjar ferðir – umframt í fjør í
2005 og 2011. Í 2006 endaði B36 á triðja
plássi við 47 stigum. Tá var úrtøkan
eftir 8 umfør 15 stig. Í 2012 endaði B36
á sætta plássi við 38 stigum. Tá var
úrtøkan eftir 8 umfør 13 stig.
Serliga í 2012 var talan um stórt
vónbrot. Mest sum allir, sum vóru
við at vinna FM heitið, hildu fram, tá
ið royndin at endurvinna FM heitið
varð gjørd. B36 tapti á heimavølli
ímóti B68, KÍ, ÍF og tvær ferðir ímóti
EB/Streymi, úrtøkan ímóti HB var
bara trý stig, og samantalda úrslitið
var 10 sigrar, 8 javnleikir og 9 tap.
Higartil í ár hevur B36 vunnið
fýra stig fleiri enn í 2012. Úrtøkan er
5 sigrar, 2 javnleikir og 1 tap, og tað
hevur serligan týdning, at tað er
eydnast at vinna lyklauppgerðirnar
ímóti HB, NSÍ og KÍ. Kiksararnir hava
verið tveir javnleikir á heimavølli – 1-1
ímóti EB/Streymi og 3-3 ímóti Víkingi
– og so 3-1 tapið í Fuglafirði.
Tølini siga altso, at B36 higartil í
ár hevur staðið seg betri enn í 2006
og 2012. Tað kennist hugaligt í syðra
enda í Gundadali. Pílarnir peika rætta
vegin í leikligu avrikunum. Stóra av
bjóðingin hjá Eyðuni Klakstein og
hansara monnum er, hvussu tað
verður við leikbannum og skaðum.
Hópurin tykist ikki vera serliga
breiður, og tað fer heilt víst at verða
dyggur smeitur, um eitt nú Lukasz
Cieslewicz ikki verður tøkur.
Tað er trýst á AB
B36 - AB Rúni Gaardbo
Sunnudagin kl. 15.00
Tað vóru sera fegnir B36 spælarar, sum
eftir síðsta bríksl í grannauppgerðini
ímóti HB síðsta sunnudag heilsaðu
ovurfegnu viðhaldsfólkunum. 3-1
sigurin var tann fyrsti á HB í lands
kappingini síðani 13. juni í 2012.
– Hetta var fyrsta ferðin, at eg var
partur av grannauppgerð í Gundadali,
og tað var rættiliga sjónskt, at hetta
var týdningarmikið. Vit vóru nøgdir
við avrikið og ikki minst effektivitetin.
Nú kemur AB í Gundadal. Harvið
er aftur grannauppgerð á skránni.
Støðutalvan kundi bent á, at talan
verður um lættari avbjóðing enn
síðst, men øll við áhuga og innliti í
fótbólt vita, at í grannauppgerðum
er tað púra opið, uttan mun til hvat
støðutalvan sigur. Hjá okkum ræður
um at vera fult fokuseraðir á hesa
avbjóðingina og einki annað, tí AB
verður heilt víst toppmotiverað, sigur
Eyðun Klakstein.
Í AB eru teir harmir um, at tað
higartil ikki er eydnast at vinna fulla
úrtøku, og vónbrotið var stórt eftir
tapið í Klaksvík.
– Nú er neyðugt at vinna fulla
úrtøku skjótt. Okkum dámar væl at
spæla ímóti B36, og tað fer kanska at
eydnast nú, sigur AB málverjin Heðin
Stenberg.
Patrik skal verja TB málið
EB/Streymur - TB Eiler Rasmussen
Sunnudagin kl. 15.00
Bæði EB/Streymur og TB, sum
sunnudagin fer at vitja í Streymnesi,
spældu í Suðuroy síðsta sunnudag.
Hóast TB var undirmannað í meiri
enn ein tíma, so eydnaðist tað at
vinna eitt stig ímóti ÍF, og teir í TB
vóru vónbrotnir um, at teir ikki
vunnu fulla úrtøku.
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
Víkingur
NSÍ
EB/Streymur
Fótbóltur Gongdin hjá meistarunum higartil bendir
á, at úrtøkan kann verða betri, enn hon hevur verið
nakað ár, eftir at liðið hevur vunnið meistaraheitið, sum
tað higartil ongantíð hevur eydnast at endurvinna
Upptakt til Effodeildina
ítróttur
B36 hevur
møguleika
at trumfa
seg sjálvt