Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-29, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mai 2015 sosialurin 49 39 Ivasamur: Heðin á Lakjuni (lærkrikin) Skaddir: Kenan Hajdarevic, Petur Andreasen og Ísak Simonsen. Tøkur aftur: Jákup B. Andreasen (burturstaddur seinast) Ikki við: Fritleif í Lambanum (Fótliðið, ógreitt hvussu leingi), Jan Ellingsgaard (burturstaddur) Ivasamur: Andy Olsen (Baklær) Við aftur: Bartal Eliasen og Adeshina Lawal Ikki við: Rógvi Poulsen (burturst.), Teitur Jóannesarson (knæið), Jobin Drangastein (økslin, 2 vikur - møgulig skurðviðgerð), Gert Drangastein (fóturin, 6 vikur), Hørður M. Mohr (burturstaddur, 1 vika), Rói Danielsen(Burturst., 2 vikur) Við aftur: Bárður Olsen (sjúka) Ikki við: Ivan Stojkovic (karantenu) Ikki við: Salmundur Bech (fóturin, ivasamt) Ivasamir: Jón Áki Jacobsen og Høgni Madsen (baklærið) Málverjin Ivan Stojkovic varð vístur av vøllinum. Tá fór Patrik Johannesen, sum annars er fram­ rætt­aður miðvallari, at verja málið. Burtursæð frá fyrsta frísparkinum, sum fór beinleiðis í málið, so fór eingin bóltur framvið Patriki. Hesa vikuna hava teir arbeitt við, hvør skal verja TB málið í Streymnesi. Upplagdi avloysarin er Hugin Albinus, sum er eykamálverji. Tað kemur illa við, at hann ikki er tøkur. – Vit hava spurt okkum fyri hjá FSF, hvussu møguleikarnir eru at leiga ein málverja, men tað ber neyv­ an til, og spurningurin er, hvør er tøkur. Í løtuni bendir tað á, at Patrik Johannesen fer at verja málið ímóti EB/Streymi. Hann var málverji í ung­ dóms­deildunum, og tað sást ímóti ÍF, at hann var ikki heilt óvanur við støð­ una, sigur Charlotta Nielsen, sum er sam­skipari hjá TB. Í EB/Streymi vóru teir sera vón­ brotnir eftir 2-1 tapið í Vági, sum bar við sær, at EB/Streymur undan 9. um­ fari er niðast á støðutalvuni. – Vit kunnu taka góða hugburðin ímóti FC Suðuroy við okkum. Spæl­ ar­arnir arbeiddu nógv undir vána­ lig­um umstøðum. Nú fokusera vit á av­bjóðingina á heimavølli ímóti TB. Talan er um so nevndan seks stiga dyst, og harvið er týdningurin sera stórur fyri okkara møguleikar at røkka málinum, sum er at varðveita pláss­ið í deildini, sigur Niels Pauli Danielsen, liðformaður í EB/Streymi. Higartil hevur EB/Streymur ikki vunnið. Talan er um tríggjar javn­ leikir og fimm tap. Fuglfirðingar skulu reisa seg ÍF - FC Suðuroy Kári J. á Høvdanum Sunnudagin kl. 15.00 Lagið var ikki gott í ÍF leguni eftir síðsta bríksl síðsta sunnudag við Stórá í Trongisvági. Fulgfirðingar høvdu tá verið ellivu ímóti tíggju í meiri enn ein tíma, men kortini eydn­ að­ist tað ikki at vinna. ÍF venjarin, Aleksandar Jovevic fílist á avrikið: – Vit stríddust ikki nóg væl, tí teir vunnu nærdystirnar og retur­ bólt­arnar, og vit megnaðu ikki at saman­spæla fram eftir vøllinum. Vit spark­aðu ov nógv. Hjá ÍF kemur tað væl við, at Bartal Eliasen er tøkur aftur eftir leikbann. Harvið verður Karl Løkin fluttur úr mið­verjuni og fram aftur á miðvøllin, har hann er álitið. Tað eigur at vera styrkur hjá ÍF, at Adeshina Lawal er tøkur aftur eftir leikbann tríggjar tær sein­astu ferðirnar. Tølini siga, at ÍF stendur seg væl betri á heimavølli enn aðra staðni. Higartil er úrtøkan sigrar á KÍ og B36 og javnleikur ímóti HB. Lagið er gott í FC Suðuroy leg­ uni, eftir at tað sunnudagin við 2-1 sigri á EB/Streymi eydnaðist lið­num fyri fyrstu ferð síðani upp­flyt­ing­ina at lyfti seg upp um niður­flytingar­ strikuna. Seks stig eru vunnin burtur úr trimum teimum seinastu um­før­ unum. Í triðja dystinum misti FC Suðuroy javnleikin ímóti HB á stokk­ inum. – Heimavøllurin er nú soleiðis, sum vit høvdu vónað. Takið verður nú eisini at vinna úrtøku á útivølli. ÍF í Fuglafirði er stór avbjóðing, men tað telur nógv, at hugburðurin er so góður, sum tað sást ímóti EB/Streymi, sigur Jón Krosslá Poulsen. NSÍ stuðlarnir eru tøkir aftur NSÍ - KÍ Páll Augustinussen Sunnudagin kl. 15.00 Eftir stóra NSÍ tapið í Sarpugerði sunnu­dagin og annan KÍ heima­ sigurin á rað er nýggjur spenningur undan uppgerðini við Løkin. KÍ hev­ur eftir soltnu fyrstu umførini nú møgu­ leika at lyfta seg nærri topp­lið­unum. – Vit eru nøgdir við hugburðin, sum vit vístu ímóti AB. Spælið var ikki altíð so gott, og kanska spældu umstøðurnar inn. Nú bíðar enn ein stór uppgáva. NSÍ hevur staðið seg væl higartil, men vit rokna avgjørt við møgu­leikanum, at tað skal eydnast okkum at vinna. Men tað krevur øgiliga nógv av okkum, sigur Hjalgrím Elttør, sum var heilt væl upplagdur ímóti AB. Í NSÍ ásanna teir, at teir á ongan hátt megnaðu at halda tørn ímóti Víkingi, sum vann 5-1. Teir rokna við, at fyritreytirnar eru væl betri ímóti KÍ, enn tær vóru í Gøtu. Fleiri lyklaspælarar vóru ikki tøkir ímóti Víkingi. Eitt skifti kvíddu teir fyri, at Árni Frederiksberg var lang­tíðar­ skaddur. Tað var hann ikki. Hann og Jóhan Jacobsen vóru sjúkir síðsta viku­skifti. Teir vera við aftur ímóti KÍ, og tað verður Pól Jóhannus Justinussen eisini. Hann var leik­ bann­aður í Gøtu. – Vit hava lagt tapið í Gøtu aftur um okkum. Nú fokusera vit á KÍ dystin, og vit eiga at standa okkum betri, enn vit gjørdu ímóti Víkingi. Tað hevur stóran týdning at hava roynd­ar spælarar í uppgerðum av hes­um slagnum, og tað hava vit nú, sigur Harry Knudsen, sum er hjálpar­ venjari Lagnuløtu fyri HB HB - Víkingur Lars Müller Sunnudagin kl. 18.00 Sunnukvøldið verður tað greitt, um HB framvegis skal roknast millum FM favorittarnar, ella um sigursvanda felagið fyribils skal spæla um plássini aftanfyri tey, sum bera heiðursmerki og altjóða luttøku við sær. – Tapið ímóti B36 var stórt vón­ brot. Stóran part av tíðini vóru vit ikki niðurspældir, men tað varð tungt hjá okkum at lyfta okkum aftur, eftir at teir við hepnum máli stutt undan steðg­inum løgdu seg framum 2-0, og 3-0 málið bar mótbrekku við sær, sum vit ikki megnaðu, sigur vongverjin Jóhan Troest Davidsen, og hann held­ur fram: – Talan er um leikliga framgongd, og hóast tað í løtuni ikki gongur eftir vild, so rokna vit avgjørt við møgu­ leik­anum. Kappingarárið er fram­ vegis ungt, og tað ber til at venda gongd­ini. Tað eru nítjan umfør eftir, so vit hava ikki avskrivað okkum sjálv­ar, sigur Jóhan Troest Davidsen. Um tað ikki eydnast at vinna úrtøku ímóti Víkingi og helst fulla úr­ tøku, so verður fjarstøðan til topp­in stór. Tí er aftur hesa ferð talan um seks stiga dyst hjá HB. Víkingarnir fara til Havnar við stórum sjálvsáliti. Eftir trilvandi byrjan hava teir tvær tær síðstu ferðirnar tryggjað sær luttøku í hálv­finaluni í steypakappingini og 5-1 sigur á toppliðnum NSÍ í lands­ kapp­ingini. – Spælararnir vísa góðan hugburð, og teir eru raskir. Tað er hugaligt, at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur gingið betri leikliga, og at sjálvsálitið harvið hevur fingið skump rætta vegin, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen. Ikki minst hevur tað víst seg at hava stóran týdning fyri Víking, at Bárður J. Hansen, sum í fjør var sera eyðsýndur, er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg. Í fjør endaðu tveir dystir millum HB og Víking við javnleiki, meðan HB vann ein dyst í Gundadali 2-1. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 8 6 0 2 22 14 +8 18 2 B36 8 5 2 1 18 9 +9 17 3 Víkingur 8 3 5 0 21 12 +9 14 4 HB 8 3 3 2 12 11 +1 12 5 KÍ 8 3 2 3 14 11 +3 11 6 ÍF 8 2 5 1 14 12 +2 11 7 TB 8 1 5 2 10 12 -2 8 8 FC Suðuroy 8 2 0 6 9 23 -14 6 9 AB 8 0 5 3 7 11 -4 5 10 EB/Streymur 8 0 3 5 8 20 -12 3 Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: sigmar mørkøre