mikudagur 29. apríl 2015síða 40
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mai 2015
sosialurin 49
40
F
yri einum krákuári síðani
fóru heilsuprofetarnir at
leika í um D-vitamin. Eitt
nýtt ganDaorð ræddi øll,
sum ræðast ússaligheit og vánaliga
støðu yvirhøvur av vitamintroti.
Deyðin í D-durunum í D-duri.
Sannlíkt er, varð prædikað, at
allir føroyingar, allir føroyingar í
Føroyum í hvussu so er, tað eru
tveir av trimum føroyingum, eiga
ov lítið D-vitamin. Tí D-vitamin fáa
fólk fyrst og fremst av sólini. Og tá
sólin hendingaferð sæst í Føroyum,
kemur mánin tvætlandi fyri, so har
vóru bara nakrar lítlar d-vitaminir
at fáa.
Tað er lætt at fáa at vita,
um tú hevur ov lítið D-vita
min innanborða. Ein blóð
roynd sigur tær, um onkur
kemiskur frymil ikki er sum
hann átti at verið. Um
D-vitaminirnar eru ov
fáar.
Men er blóðroyndin neyðug?
Eru hyggjuráðini ikki bara at koyra
D-vitamin í seg, ongantíð ov nógvar?
Sum ein segði: oyn snapsur er góður
fyri hoylsuna, tvoyr eru dupult
so góðir.
Nei, tíverri, tí ov nógv
D-vitamin er heldur ikki
gott, sjálvandi. Tað er,
sum skilst, nógv
verri enn ov lítið
d-vitamin.
So, eins og við øllum øðrum, tað
ræður um at finna gyltu gøtuna
millum breiða asfaltereraða vegin
og tann smala runuta.
Blóðroynd fært tú ikki tikna uttan
ávísing frá kommunulækna.
Fekk tíð klokkan 10.00. Slapp
framat klokkan 10.40.
Men, nei, tað ber ikki til at fáa
tikna blóðroynd fyri D-vitamin. Blóð
royndir kosta pengar, segði læknin.
Hetta var 1. apríl, gamaní, men eg
haldi ikki, at eg varð sendur apríl.
Ráðini vóru tí at keypa D-vitaminir
og svølgja tær. Tí allir føroyingar hava
D-vitamintrot. Og so vóna, at tú rakar
beint á nøgdina, tú skalt hava.
Seinnapartin
sama
dagin
hoyrdi eg so í Útvarpinum, at 11.000
blóðroyndir eru tiknar – fyri at
staðfesta D-vitamin. Hvør kostar
100 krónur, 1,1 millión til onga nyttu,
tveittar burtur, tí allir føroyingar í
Føroyum hava ov lítið D-vitamin.
Ei undur í, at heilsuverkið er á
reyvini alla tíð og læknar uttan fyri
landsmarkið ikki tíma heim.
So uttan at vita nakað um mín
D-vitamin status, skal eg eftir ráð
unum hjá kommunulæknanum eta
D-vitaminir. Tað kostar heilsuverk
inum einki, men tað kostar mær.
Tá ein onnur sjúka, sum verri
enn so allir føroyingar hava, gjørdist
yvirskriftin í fjølmiðlunum, eisini
ein D-sjúka, CDT, var einki óført at
taka blóðroyndir av øllum føroy
ingum. Men ókey, tær noyddust fólk
at gjalda fyri, brúkaragjald í heilsu
verkinum, meðan Miðflokkurin var í
samgonguni.
Eitt annað D, sum føroyingar
eisini ræðast, tí tey fáa at vita frá
klókum profetum, at tey skulu og
eiga at ræðast, er hatta í NemiD
ómaksleysur samleiki, samleiki sum
ein lort.
Men tí Dnum sleppa vit undan.
Bankarnir skuldu bara líka vita, um
tað var ein kjansur at fáa føroyingar
at svølgja eitt D afturat.
Men, nei, den gik ikke. Uttan at vita,
um tað er neyðugt, siga føroyingar í
Føroyum ja fyri D-vitaminum, men
nei fyri NemiD, uttan at vita, hvat
NemiD er, ella um vit hava brúk fyri
tí, bara tí at onkur sigur tað.
Øll hasi ólukku Dini eru ørkyml
andi. Kanska er tað tí, at fólk rýma
av lista D og fáast ikki á hann aftur
uttan at dyrgt verður við góðum sess
um.
Ð-vitamin fær eingin, hvørki í
skúlunum ella í fjølmiðlunum. Men
vit hava taÐ fínt uttan. Vit skilja
hvønn annan við Ð og líka væl uttan
Ð.
Hvør er so niðurstøðan? Eingin.
Vit svølgja D-bollar uttan at vita,
um teir virka. Tað gjørdu P-bollarnir
hóast alt. Men teir hava annað enda
mál, at forða fyri lívi í staðin fyri at
bjarga lívi. D-kan fari!
D-moraliserandi vitaminvitan
Eyðun Jacobsen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Fyritíðarpensionistur
Bústaður: Glyvrar
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Mín dreymur sum barn var at blíva kendur sangari/tónleikari.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Hvussu ringt tað er hjá einum mannfólki at blíva forkølaður,
tá hava vit brúk fyri at blíva bornir á hondum.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin?
– Ein sangur sigur: »De voksne kan osse være bange«. Børn
halda at vaksin eru órørilig og makta alt. Men kanska burdu
tey vita, at vit vaksnu sanniliga eisini kunnu blíva bangin og
stundum føla okkum hjálparleys.
Hvat var seinasti dreymurin,
tú gjørdi til veruleika?
- At innspæla fløgu í USA.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg…
… sagt meira, enn eg tori.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Sjálvandi hevur man hug at siga, um alt kríggj og
allur óndskapur endaði. Men tað eru eisini onnur ting.
Sum t.d. at vísa virðing fyri menniskjum, líkamikið hvør
og hvussu tað er, sjálvt um tað eru ting, ein er rúkandi
ósamdur um.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá ein persónur bjargaði mær úr eini ómøguligari
støðu.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
… alt eri eg mentur í Honum,
sum ger meg sterkan. Hetta er
mítt motto.
Enda setningin: Føroyingar burdu…
… givist við at hingið so fast í skjúrtinum á móðir
Danmark.
baksíðan