Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leygarkvøldið var endabresturin av átakinum "Meðan vit bíða" hjá Miðlahúsinum. Seinastu tríggjar vikurnar hevur Miðlahúsið savnað pening inn og varpað ljós á børn, sum liva í fátækaváða. Átakið hevur savnað góðar 400.000 krónur inn, nú vit skriva 4. mai. Framvegis kemur peningur inn til átakið, bæði frá fyritøkum, privatpersónum og umvegis sølu av ymiskum lutum, sum eru latnir heilt ella partvíst til átakið. Hesar seinastu vikurnar, meðan átakið hevur verið, hevur politiski myndugleikin eisini tikið trupulleikan í álvara. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur snikkað eitt lógaruppskot saman, sum skal veita bráðfeingis hjálp til 300 tær fátækastu familjurnar - áleið 500 tey fátækastu børnini. Hesum fara vit í Miðlahúsinum at fylgja komandi dagarnar, hóast "Meðan vit bíða" nú er komið at enda. MEÐAN VIT BÍÐA TAÐ HEVUR VERIÐ SERA RØRANDI SIGA TEY SJEY Teir sjey ambassadørarnir, sum hava staðið á odda fyri inn­savn­ ingini, kendu dagarnir ógvuliga rør­andi. Trý av teimum Ragnhild Ell­ ingsgaard, Magni Arge og Tróndur Vatnhamar, siga, at hetta hava verið rørandi dagar, tí undirtøkan er so stór. – Nógv fólk hava vent sær til okkum og sagt, at tey vilja stuðla, siga tey trý Startskotið til hesa innsavn­ ing­ina var sendingin ”Við hjálp frá góðum fólki”, sum Kringvarpið sendi fyri stuttum. – Hetta hevur verið rørandi, men tað hevur eisini erið provokerandi, heldur Magni Arge. – Vit hava so illa við at viður­ kenna, at vit hava fátæk fólk í Før­ oyum. Tað átti ikki at verið neyðugt, tí umsita vit okkara tilfeingi, so skuldi verið nokk til øll, sigur hann – Hetta hevur latið eyguni upp hjá nógvum av okkum, legði hann afturat. Katrin Kallsberg er eisini ein teirra, sum hevur savnað inn sein­ astu dagarnar. Hennara vón er, at átakið fer at føra við sær, at fokus frameftir verður á at skapa virðilig kor fyri øll børn og samfelagsbólkar í landinum. – Hesir dagarnir hava verið áhugaverdir, gevandi og rørandi. Eg eri komin í samband við ymisk fólk, sum hava fortalt um teirra støðu. Eisini var tað rørandi at upp­liva viljan hjá fólki at hjálpa, og at gera mun. Tað hevur verið sera áhugavert og gevandi at uppliva hvussu øll, sum eg eri komin í samband við, eru samd um, at vit ynskja virðiligari kor fyri komandi ættarliðini at vaksa upp í. Eisini er tað gott at uppliva, at vit, hóast ósamd um nógv, eru samd um at tað er til gagns fyri alt samfelagið, at ongin livir í fátækraváða, sigur Katrin Kallsberg. Maud Wang Hansen er eisini samd í, at dagarnir hava verið inni­ haldsríkis á allan hátt. – Hetta hevur verið stuttligt, álvarsamt og provokerandi. Stutt­ ligt, tí so nógv kom av sær sjálv­um, har fólk bjoóðaðu ymiskt fram og lótu fríðar lutir til átakið. Álvar­ samt, tí eg veit at hetta er støðan hjá fleiri í Føroyum og hvussu fáa vit varpað ljós á váðan soleiðis, at fólk trúgva tí. Provokerandi tí, tað átti ikki at veri neyðugt í okk­ ara ríka landi, at sjálvboðin ella felagsskapir, veita hjálp fyri at børn fáa mat og part í sosiala lívinum við øðrum børnum, sigur hon. Hjørdis Háberg Petersen er samd í tí, sum hini hava ført fram, og leggur aftrat, at tað hevur sera spennandi at arbeitt við hesum máli, og at fólk sum heild hava verið ógvuliga jalig, og hava ynskt at stuðla á ymiskan hátt.