mánadagur 4. mai 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50
MEÐAN VIT BÍÐA
– Tað hevði best at allir teir polit
isku flokkarnir gjørdu tað í felag.
Tað heldur Høgni Hoydal, løg
tingsmaður
og
formaður
fyri
Tjóðveldi.
Eisini hann var við í stóra til
takinum hjá Miðlahúsinum í Norð
urlandahúsinum leygarkvøldið, við
tí endamáli at varpa ljós á fátæka
dømi í Føroyum.
Hetta var ein partur av átak
inum Miðlahúsið hevur skipað
fyri undir heitinum, "Meðan vit
bíða", og har endamálið er at savna
pening til fátæk børn í Føroyum. Í
tí sambandi varð eisini skipað fyri
kjakfundi í Miðlahúsinum nakað
síðani, har fleiri politiskir formenn
nevndu møguleikan at hækka
barnaískoyti til tey, sum vóru allar
ringast fyri.
Og tað er Høgni Hoydal, sum
samskipar arbeiðið at fáa eitt
uppskot lagt fyri løgtingið, um at
hækka barnaískoytið, hjá teimum,
sum eru allar ringast fyri.
Verður barnaískoytið hækka
so at tað lyftir 500 tey fátækastu
børnini í Føroyum upp um fá
tækamarkið, hevði tað kostað 9,2
milliónir krónur og roynt verður
nú at snikka eitt uppskot til, og at
finna fíggingina til endamálið.
Men av tí at freistin er farin,
krevst, at 17 tinglimir skriva undir
upp á, at málið kann leggjast fram
og verða viðgjørt.
Høgni Hoydal segði á tiltakinim
í leygarkvøldið, at tey hava tosað
við allar flokkar á løgtingið um at
leggja uppskoti fram í felag, tí tað
hevði verið tað besta.
Hann sigur, at í dag, mánadagin,
fæst greiði á, um tað letur seg gera,
men hann hevur góðar vónir um, at
tað fer at eydnast.
Men letur tað seg ikki gera,
krevst,
at
onkrir
tinglimir
í
samgonguni skriva undir upp á, at
málið kann leggjast fram, so at tað
í hvussu so er kann fáa eina viðgerð
í løgtinginum.
– Vit hava vitað um fátæka
dømið, men higartil hava kanska
ikki hugsað um, hvussu umfatandi
tað er í veruleikanum, sigur Høgni
Hoydal.
Men Høgni Hoydal vísir á, at
hetta loysir ikki trupulleikan við
fátækadømi í Føroyum.
– Hetta loysir bara trupulleikan
hjá teimum, sum eru allar ringast
fyri. Tí er eisini neyðugt við øðrum
átøkum, eitt nú at útvega bíligari
íbúðir og at bera so í bandi, at fólk,
serliga kvinnur, kunnu sleppa at
arbeiða fulla tíð.
Løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi
heldur avgjørt, at átøk, sum Í
Menniskjum
Góður
Tokki
og
Meðan vit bíða, hava sína ávirkan.
Men hann heldur eisini, at tað
krevst, at verulig átøk verða framd,
tí vit kunnu slett ikki góðtaka, at
børn liva í fátækadømi í Føroyum
og ikki kunnu taka lut í tí vanliga
samfelafgslívinum, tí tey hava ikki
ráð til tað.
– Vit skulu vera undangongu
land og hava tann hugburð, at
fátækadømi skal ikki vera í Føroy
um, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur tí, at sum støðan
er, er tað neyðugt við átøkum
sum hesum at varpa ljós á trupul
leikan. Men hann heldur, at í veru
leikanum átti tað ikki at verið
neyðugt við átøkum sum hesum,
fyri at vekja politiska myndug
leikan, tí trupulleikin er lýstur í
fólkateljingini, Manntali.
– Men vit eiga eisini at gera
regluliga kanningar av, hvussu
støðan er hjá ymsum samfelags
bólkum, sigur Høgni Hoydal.
Royna at fáa øll at taka lógvatak saman
Leygarkvøldið
varð
greitt,
at áleið 400.000 krónur inn í
innsavningini, sum Miðlahúsið
hevur
skipað
fyri
seinastu
tíðina til frama fyri fátæk børn í
Føroyum.
Tað er í sjálvbodni felagsskap
urin, Í Menniskjum Góður Tokki,
sum umsitur peningin og letur
hann út aftur til tey, sum hava
hann fyri neyðini.
Peningurin skal brúkast til
børn, og hjálpin er serliga ætlað
til frítíðarítriv hjá børnum og til
at halda føðingardag fyri.
Í sambandi við innsavningina
vórðu fleiri málningar latnir til
endamálið. Onkrir vórðu seldir á
uppboði, her allur sølupeningurin
fór óskerdur til fátæk børn. Lista
gluggin selir eisini fleiri málningar
og har fer øll ómakslønin til inn
savningina.
Leygarkvøldið varð greitt, at
70.000 krónur vórðu savnaðar
inn í sambandi við málningarnar.
Men hetta er bara eitt fyribils
tal,
tí
sølan
heldur
fram
í
Listaglugganum alla vikuna, og
har eru málningar eftir fleiri
kendar málarar, og síðani hava
enn fleiri ognað sær ein málning.
Annars hava fólk kunnað sett
pening inn á eina kontu, umframt
at stuðlast kundi við sms. Og
tilsamans komu 319.786 krónur
inn tann vegin, so tilsamans hevur
innsavningin higartil givið 389.786
krónur, sum Í Menniskjum Góður
tokki fekk leygarkvøldið, at lata út
aftur til fátæk børn í Føroyum.
Umframt at málningar eisini
verða seldir í næstu viku, ber eis
ini til framvegis at seta pening á
kontuna.
Annlis Bjarkhamar, frá Í Menn
iskjum Góður Tokki, segði leygar
kvøldið, at peningurin fer at
gleða heilt nógv børn i Føroyum,
sum nú kunnu sleppa nakað so
forkunnugt sum at halda ein
føðingardag, ella fáa ráð til at
rinda limagjald og útgerð til eitt
frítíðarítriv.
Annlis Bjarkhamar hevur ar
beitt við fátøkum familjum sein
astu fimm árini, og hon vísur á, at
støðan hjá summum er ógvuliga
vánalig. Tískil vónar hon, at hetta
átakið førur við sær, at tey fátæk
astu av okkum føroyingum ikki
longur kenna tað sum ein ósigur
ella sum flovisligt, at tey eru í tí
støðu.
– Eitt er, at tey hava tørv á
størri inntøku. Men tað hjálpir
sanniliga eisini, at tey kanska ikki
longur nýtast vera flóv av sínari
støðu, sigur Annlis Bjarkhamar.
– Peningurin skal nýtast til barnaføðingardagar