Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UPPSTILLING Hilmar Jan Hansen – Eg havi altíð havt tað so- leiðis, at tá tú letur teg velja inn í einum øki, ræður um at skapa nakað í tí um- hvørvinum. Kanst tú so bæði sita sum borgarstjóri og løg- tingsmaður, síggi eg tað so- leiðis, at tú tá fært ein møgu- leika aftrat at ávirka ting ini, sigur Heðin Zacha riasen. Hann var fyrsti borgar- stjórin í nýggju Sunda komm unu og sat á tingi, tá hann fekk tað álitisstarvið aftrat. Nú hann so aftur er borgarstjóri, er hann tó ikki longur løgtingsmaður eisini. – Eg kom á ting í 2002 og sat í sjey ár út í eitt – burt ur- sæð frá teimum mán að un- um, tá CHE-samgongan sat. Tvær tær fyrru ferðir nar varð eg valdur sum eyka- maður í Norðstreymoy, eftir at vit í báðum førum mistu val dømisvalda mannin, men triðju ferð ina stóð á jøvn um mill um meg og Bjarna Djur- holm, sum vann lutakastið, so eg tá var fyrsti varamaður og kom inn nøkur tíðarskeið, sigur Heðin, ið hevur tikið avgerð um, at hann aftur ikki stillar upp til løgtingsvalið. – Hóast onkrir fyrispurn- ingar hava verið, so havi eg tiki ð ta avgerð, at eg stilli ikki upp. Eg havi verið í ting- inum og valdi heldur ikki at stilla uppaftur á síðsta løg- tingsvali. Mær dámdi væl at sita á tingi og helt tað vera spenn andi, men eg stilli altso ikki uppaftur. Lokal atlit tikin Tá Heðin Zachariasen fyri nøkrum árum síðani hevði møguleikan at røkja bæði størvini, mátti hann tó fáa samtykt frá býráðnum í Sunda kommunu, áðrenn hann kundi sleppa tað. – Ta ferðina spurdu teir meg, hvat eg gjørdi, um teir ikki samtyktu, at eg kundi bæði vera borgarstjóri og ting maður, men eg segði, at tað segði eg teimum ikki, fyrr enn teir høvdu at kvøtt. Eg fekk loyvi frá býráðnum at fara í tingið eisini, men hevði úrslitið av tí atkvøðugreiðsluni verið eitt annað, so hevði eg tikið borgar stjórastarvið fram um løgtingssessin, sigur hann. Borgarstjórin í Sunda kommunu ásannar, at hann í sínum starvi sum borgar- stjóri hevur nógv at gera, men at tað ikki bara snýr seg um arbeiðsbyrðuna, men minst líka nógv um møgu- leik arnar, sum eru í tí. – Tað hevur sanniliga sín ar fyrimunir at sita bæði sum borgarstjóri og løg tings- maður, tí tá fært tú nógv størri ávirkan, sigur Heðin Zachariasen, ið hevur sína greiðu hugsan um tað at røkja bæði størvini í senn. – Eg haldi sjálvur, at tað er gott at fáa kommunal politik- arar í tingið, so atlit verð ur tikið at tí lokala eisini. Tá tú sum borgarstjóri kemur á ting, hevur tú øgi liga góð- ar møguleikar at gera tína ávirkan galdandi. Sum dømi kann eg nevna fígg ing ar- modellið til ellis heim ini, sum ikki hevði komið upp á pláss, hevði eg ikki møgu leikan til at leggja trýst á lands stýrið umvegis mín ting sess. – Tað hevur sanniliga sínar fyrimunir at sita bæði sum borgarstjóri og løgtingsmaður, tí tá fært tú nógv størri ávirkan, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, ið tó ikki stillar upp til komandi løgtingsval BORGAR STJÓRAR LIGGJA FRAMVIÐ Hilmar Jan Hansen Annarhvør borgarstjóri í tíggju teimum størstu kommununum í landinum stillar upp til komandi løgtingsval, og haraftrat koma eisini borgarstjórarnir í onkrum av hinum kommunum, sum ikki teljast mill- um tær størstu. Sum er, eru fýra borgarstjórar á tingi – Kristin Michelsen, Rósa Samuelsen, Ger- hard Lognberg og Brandur Sandoy – og vænt andi fara hesi fýra eisini at stilla upp- aftur. Haraftrat hava Jógvan Skor heim, Magnus Rasmus sen, Jóhan Christian- sen og Pauli T. Peter sen boðað frá, at teir stilla upp, meðan borgar stjórin í høvuðs- staðnum, Heðin Mortensen, hevur verið eitt sindur meira ullintur í sínum svari, hóast hann síðani 2008 ikki hevur stillað upp til annað enn kommunuval. Flokkarnir hugsa aloftast, at tað kann geva atkvøður at hava borgarstjórar á list an um, tí teir ofta fáa nógvar at kvøð ur lokalt. Dømi eru tó eisini um, at »borgar- stjóra-effektin« er tann øvugta, at veljarar á einum plássi heldur vilja vera vís í at varð veita sín borgarstjóra og tí ikki geva hon um tann stuðul til løgtings valið, sum hann annars vildi fingið á kommunu val- inum. hilmarjan@sosialurin.fo Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu og fyrrverandi løgtingsmaður, heldur tað vera gott at fáa kommunalpolitikarar í tingið, so atlit verður tikið at tí lokala eisini Fleiri fyrimunir við báðum