mánadagur 4. mai 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50
UPPSTILLING
Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, hevur einki náttúrligt tilknýti til
nakran ávísan flokk, og heldur ikki hevur hann ambitiónir um at koma á ting
Hilmar Jan Hansen
– Hjá mær er støðan øgiliga
greið, at eg stilli ikki upp,
tí eg havi ikki verið virkin í
lands politikki, og havi heldur
ikki nakað náttúrligt tilknýti
til nakran flokk.
Tað sigur Jóhannus Dan-
iel sen, borgarstjóri í Nes
komm unu, sum ikki sigur seg
hava sum helst ambitiónir
um at koma á ting heldur,
tí tað er ikki nakað, hann er
»bitin av,« sum hann málber
seg.
– Men tað skilst á lagnum,
at borgarstjórar eru øgiliga
væl umtóktir sum valevni,
hóast tað ikki hevur verið
aktuelt í mínum føri – og
held ur ikki verður tað.
Tá spurningurin síðani
stingur seg upp, um hann
heldur tað bera til at røkja
bæði eitt borgarstjórastarv
og ein tingsess í senn, so vísir
hann á, at í sínum føri helt
hann tað ikki vera ráðiligt
at gera annað, enn at vera
borgarstjóri.
– Sjálvur havi eg ríkiligt
við einum starvi beint nú, og
tá eg kom í kommunustýrið,
hevði eg longu í tvey ár havt
mítt egna virki sum sjálv-
støðugur
vinnurekandi,
har eg fekst við roknskap
og ráð geving. Men eg helt
tað vera ringt at finna útav,
hvar orkan skuldi leggjast,
tá eg hevði tvey størv, so eg
valdi at steðga við mínum
egna virki, hóast eg hevði
fingið fastar kundar, sigur
Jóhannus Danielsen, sum
eisini í borgarstjórasessinum
hevur upplivað, at ivaleyst er
at gera.
– Serliga í fjør, tá vit fingu
eldraøki út og tað skuldi
fyrireikast, kravdi tað nógv
av okkum her um Skála-
fjørðin, tí nógv arbeiði var
av tí. Eg upplivi tað soleiðis,
sum at tað alla tíðina er
okkurt uppi, ið krevur sítt,
so tað er nokk at gera.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tingið ongan áhuga
Krevur fulla orku
Hilmar Jan Hansen
– Eg fari við 100 prosents
vissu ikki at stilla upp til
kom andi løgtingsval.
Tað sigur borgarstjórin í
Vági, Dennis Holm, ið eisini
hevur sína heilt greiðu orsøk
til, hví Løgtingið ikki er ein
lokkandi møguleiki her og
nú:
– Eg haldi, at tað henda
so nógv spennandi ting í
Vágs kommunu, sum krevja
fulla orku av mær, og tí stilli
eg ikki upp til løgtingsvalið,
sigur hann.
Spurdur, um hann heldur
seg aftur, tí hann ikki heldur
tað bera til at røkja bæði
eitt starv sum borgarstjóri
og løgtingsmaður í senn,
sigur Dennis Holm seg ikki
ordiliga hava hug at siga so
nógv um tað, men staðfestir
bara, at tað sær út til at bera
til hjá fleiri, tí vit longu nú
hava fleiri borgarstjórar á
tingi.
– Eg dugi bara ikki at
síggja, at tað skal vera líka
spenn andi at sita í tinginum,
sum tað er at gera tað, sum
eg geri nú. Hetta liggur tætt-
ari tí, sum eg havi hug til,
sigur borgarstjórin í Vági.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Sjálvur havi eg ríkiligt við einum starvi
beint nú, sigur Jóhannus Danielsen, ið
slepti sínum borgarliga virki, tá hann
bleiv borgarstjóri í Nes kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen