mánadagur 4. mai 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hilmar Jan Hansen
Í meira enn eitt ár hevur
Hósvíkar kirkja verið eitt
arbeiðspláss, tí ætlanin var
at fáa hana út- og umbygda,
so hon kundi standa liðug
og klár til 85 ára dagin, sum
var triðja sunnudag í advent.
Men hósvíkingar hava av
sonnum verið noyddir at
ásanna orðatakið um, at »ikki
verður altíð, sum prestur
prædikar,« tí enn er arbeiðið
ikki liðugt.
– Vit hava sjálvandi verið
hart raktir av húsaganginum
hjá Børkini, ið seinkaði ar
beiðinum nógv, umframt
at tað eisini fer at hava við
sær, at tað verður eitt sind
ur dýrari at fáa tað gjørt,
sum skal gerast, sigur Sign
heðin Davidsen, kirkjuráðs
formaður í Hósvík, sum
ásannar, at fólkið á staðnum
ótolnast eftir at fáa kirkjuna
aftur.
– Ja, øll spyrja, hvussu tað
gongst og nær tað verður
liðugt, og einki er at siga til,
at fólk eru farin at ótolnast.
Vit kunnu siga, at stórt sæð
alt hevur gingið galið, sum
kann ganga galið, men nú
havi eg hampuligar vónir
um, at ferð kann koma á ar
beiðið.
Meðan
kirkjan
verður
umvæld, eru gudstænastur
nar í eini stovu í skúlanum,
men tá jarðarferðir eru og
nógv meira fólk enn til eina
vanliga gudstænastu, er tað
í bygdarhúsinum.
Millión dýrari
– Tað gekk øgiliga væl at
fáa kirkjuna innilokaða, tí
handverkararnir, sum eru
lokalir, megnaðu at gera ar
beiðið liðugt eina viku fyri
freistina, so tað gekk bæði
skjótt og væl. Men har er
so eisini ein vatnskaði inni,
ið vit royna at fáa bilbukt
við við avfuktarum. Tíbetur
merkir tann skaðin ikki, at
vit missa nakað, tí har tekur
tryggingin við, sigur Sign
heðin.
– Vindeyguni eru komin
í, men har skal so ein ramma
setast uttan á tey aftur
við teimum sprossunum,
sum vóru frammanundan.
Og tað er um tað lagið, at
varmi er komin uppá, so
kanska tað verður ein glotti
nú. Tað hevur gingið øgi
liga spakuligt síðstu tveir
mánaðirnar, men nú vænti
eg, at tað fer at verða eitt
sindur meira lív í arbeið
inum.
Arbeiðið, sum samanlagt
skuldi kosta umleið 4,8 milli
ónir krónur, er dýrka eina
lítla millión, tí Børkur fór á
húsagang. Men ivasamt er,
hvussu tað hevði gingið við
tí arbeiðinum allíkavæl, tí
nógv bendir á, at tilboðið frá
Børkini var alt ov lágt, tí tað
var líka oman fyri hálvaaðru
millión krónur, meðan tað
næsta var upp á 2,3 milliónir,
so tað er ein øgiligur munur.
Nógv at gera
Ein trupulleiki, sum ikki
hevur gjørt tað lættari at fáa
ferð á arbeiðið, er trotið á
handverkarum, tí tað tykist
vera nógv at gera allastaðni
nú, og tað halda tey í Hósvík
kanska vera eina orsøk til, at
tað hevur gingið so trekt at
fáa gongd á út- og umbygg
ingina aftur.
– Vit høvdu ein byggifund
næstsíðsta mikudag og fara
at hava ein aftur hesa vikuna,
so vit royna at hanga eitt
sindur í teimum, sum skulu
gera arbeiðið, tí teir hava
lovað, at nú skal meira ferð
á, sigur Signheðin Davidsen,
ið fleiri ferðir hevur hugsað
um, hvussu illa tað gekk í
hond, tá kirkjan varð bygd í
síni tíð.
– Tá var arbeiðið seinkað
tvey ár, so 1927 stendur á
torninum, hóast kirkjan ikki
var vígd fyrr enn í 1929. Men
eftir tíðarætlanin, sum er
nú, so verður arbeiðið liðugt
síðst í august, men so veit eg
ikki, hvussu tað fer at halda.
Vit vóna tað besta, tí nú eru
vit farin at troyttast av, at
hetta skal taka so langa tíð.
hilmarjan@sosialurin.fo
HÓSVÍKINGAR
ÓTOLNAST
UM- OG ÚTBYGGING
– Tað hevur gingið øgiliga spakuligt síðstu tveir mánaðirnar, men nú vænti eg, at tað fer at
verða eitt sindur meira lív í, sigur kirkjuráðsformaðurin í Hósvík, Signheðin Davidsen, um
út- og umbyggingina av kirkjuni, sum væntandi verður liðug síðst í august mánaði
Hósvíkar kirkja verður bæði út- og umbygd, men tað nógva av tí, sum var frammanundan, verður
verandi í »nýggju kirkjuni«, og eitt nú verður ikki pláss fyri meira fólki í kirkjuni
Uppi undir hválvinum til vinstru sæst vatnskaðin,
sum tryggingin tó dekkar. Hóast alt er seinkað og
tíðarætlanin fleiri ferðir hevur flutt seg, eru vónir um,
at arbeiðið Hósvíkar kirkju er liðugt síðst í august
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Mynd: Hilmar Jan Hansen