Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50 Russiska fiskiskipið Ros, sum hevur ligið uttan nakran góðan í Kollafirði síðstu sjey árini, verður fyrsta dagin sleipað til Danmarkar. Ætlanin var at fara í dag, men enn verður bíðað eftir frægari veðri UPPHØGGAST Hilmar Jan Hansen Tá almenna uppboðssølan av Ros var av, vóru trý boð komin inn. Eitt norskt felag átti hægsta boðið, sum var upp á 100.000 krónur, men tað varð tikið aftur. Eitt danskt upphøggingarfelag, sum átti næsthægsta boð upp á 35.000 krónur, fekk tí skip­ið fyri ta upphæddina. Har var eisini eitt enn lægri boð, sum kom úr Føroyum. Men hóast russiska skip­ið er selt fyri tveimum mán­að­ um síðani, liggur tað fram­ vegis á Kollafirði. – Tá skipið varð selt, var av­talan, at nýggi eigarin skuldi fara avstað við tí, so skjótt sum veðrið var til vild­ ar. Vit ráða ikki yvir skip­in­ um longur, tí tað ger nýggi eig­arin, og hann sigur, at teir eru ávegis at fáa skipið sleipað niður til Danmarkar, sigur John Kølbæk, fúti. Nýggi eigarin, sum er Smedegaarden í Århus, sigur alt ganga eftir ætlan, hóast Ros enn liggur á Kollafirði, men at tíðarætlanin sigur, at farið verður helst avstað við skipinum í dag. – Veðrið má vera til vildar at sleipa Ros, tí er tað ikki tað, kann vandi vera fyri, at hann søkkur, og tað hevði ikki verið so gott. Tryggingin krev­ur, at tað skulu verða góðar veðurforsagnir fimm dag­ar fram, áðrenn farið verður undir sleipið, so tað mugu vit halda okkum til, sigur Morten Smedegaard, stjóri í Smedegaarden. Thor skal sleipa – Vit hava gjørt eina avtalu við Thor, sum skal taka sær av sleipingini, og vit rokna við, at Ros fer avstað í dag. Men tað velst alt samalt um veðrið, sum má síggja gott út, tí annars dekkar tryggingin ikki, skuldi nakað hent, sigur hann. Tað er sleiparin hjá Thor, sum eitur Thor Goliath, ið skal taka sær av at fáa Ros av Kollafirði og niður til Es­ bjerg, men sum skilst, eru neyvan líkindi til, at loyst verður longu í dag. – Dagfestingin sigur í dag, men enn er einki serligt veður, so eg ivist í, um tað verður farið. Men so skjótt sum líkindini eru til tað, verður farið avstað. Ferðin til Esbjerg skuldi tikið eini fýra samdøgur og kanska fimm, sigur stjórin í Thor, Hans Andrias Kelduberg, ið upplýsir, at tá sleipað verður millum lond upp á henda mátan, verða fýra mans við Thor Goliath. hilmarjan@sosialurin.fo »ROS« FER FYRSTA DAGIN Hilmar Jan Hansen Mikudagin 14. mai 2008 vórðu tvey russisk skip, Izotop og Ros, tikin fyri at hava fiskað ólógliga í føroyskum sjógvi. Í Føroya rætti fingu skipararnir 100.000 krónur í bót í part, umframt at teir skuldu gjalda fyri virðið á fiskinum, ið myndugleikarnir hildu, at teir høvdu fiska í føroyskum sjógvi. Virðið á fiskinum hjá Izotop varð mett til 132.530 krónur og virðið á fiskinum hjá Ros til 242.860 krónur. Eftir rættarfundin fór Izotop aftur til fiskiskap, so skjótt trygd var veitt fyri upphæddini, men Ros bleiv liggj­ andi á Kollafirði. Dómurin var kærdur inn fyri Lands­rætt­ in, og fútin hevði gjørt arrest í skipinum, men stutt eftir hetta fór reiðaríð á heysin. Tí var tað danski ríkiskassin, ið mátti rinda havn­ar­gjald fyri Ros, ið hevur ligið á Kolla­ firði líka síðani, og talan hevur verið um einar 10.000 krónur um mánaðin. Ta fyrstu tíðina varð eisini rindað fyri streym, tí nakrir av mann­ing­ini enn vóru eftir um­ borð á skipinum. Ikki er sørt, at hetta spøk­ ilsis­skip onkun­tíð hesi árini hevur nervað viður­skiftini millum Føroyar og Russland, tí tá samráð­ing­ar hava verið millum londini, er Ros onk­un­tíð blivið nevnt. Men ongantíð er funnin nøkur loysn á, hvat skuldi henda skipinum, tí russisku embætisfólkini eru ikki komin við nøkrum. Árni Dam, sum er russiskur agentur í Føroyum, fann í 2009 ein keypara í Litava, sum var sinnaður at seta skipið í stand so tað kundi sigla, umframt at hann vildi útvega skipinum siglingarloyvi og senda fólk til Føroya eftir tí, men einki spurdist burtur úr hesum, hóast áhugi keyparin í eina tíð stóð við tað boð, hann hevði givið upp á skipið. Fútin hevur til fánýtis roynt at fingið samband við russiska bankan, sum hevði veðhald í skipinum, og somuleiðis hevur til fánýtis verið roynt at fingið samband við russiska bústjóran. Men helst er trota­ búgvið í Russlandi langt síðani gjørt upp, og tí var eingin bústjóri at finna. Í januar í ár var tolið uppi hjá fútanum, sum ikki helt seg hava aðrar møguleikar, enn at seta Ros til sølu, sum hann lá. Í lýs­ ing­ini stóð, at »trolarin verður seldur uttan pappírir og er annars í sera ringum standi, við tað, at hann hevur ligið uttan viðlíka­ hald síðani 2009, og verður trolarin tí seldur við eyga fyri upphøgging.« Samstundis tryggjaði fútin sær, at keyp­ arin átók sær ábyrgdina av sum skjót­ast at fáa trolaran burtur frá havnalagnum í Kollafirði. Nú er líkt til, at tað kann henda nær sum helst, tí skipið er selt donsku upphøggingarfyritøkuni Smedegaarden í Esbjerg sum gamalt jarn fyri 35.000 krónur. Søgan um »Ros« Ros, sum í sjey ár hevur ligið við bryggju í Kollafirði, fer nú langt um leingi avstað, tí hann er seldur sum gamalt jarn Mynd: Hilmar Jan Hansen