mánadagur 4. mai 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Aðalorðaskiftið um elorku í Føroyum, skal greina
hvør politiski viljin um orku er í landinum
POLITIKKUR
Árni Gregersen
Elorka og elektrifisering av
føroyska samfelagnum skal í
framtíoðini sleppa Føroyum
undan einum stóru parti av
einari milljarda oljurokning.
Tí vil landsstýrismaðurin
við
vinnumálum,
Jóhan
Dahl,
Sambandsflokkurin,
hava Løgtingið at taka støðu
til
tríggjar
prinsippiellar
spurningar:
1. Eigur landið við politisk
um átøkum at virka fyri
at fremja eina skjóta
elektrifisering
av
før
oyska samfelagnum?
2. Hvør skal leikluturin hjá
SEV vera á elmarknaðin
um, og hvør er rætti bygn
aðurin hjá felagnum?
3. Á hvønn hátt kunnu vit
í tráð við aðalmálið í el
veitingarlógini
tryggja
innovatión og veruliga
kapping á føroyska el
marknaðinum?
El fyri olju
Fyri
føropyska
búskapin
kann tað avgerandi týdning,
um vit leggja um frá at brúka
olju til el.
Í 2014 innfluttu Føroyar
olju fyri meira enn eina mil
jard krónur – hettga enntá
nú meðan prísurin er lutfals
liga lágur.
– Bundinskapurin at olj
uni er ein hin størsta hótt
anin móti føroyska búskap
inum, segði Johan Dahl
undir framløguni.
Hann vísti á, at mátin
at sleppa burturúr hesum
bundinskapi er at leggja um
til elorku. Hendan umlegging
loysir seg búskaparliga og
umhvørvisliga, samstundis,
sum tað framtíðartryggjar
føroyska búskapin.
Í Føroyum er elframleiðs
lan økt munandi seinastu
fáu árini. Vindorkan er trí
faldað og elframleiðslan úr
vatnorku er økt munandi.
Tilsamans var meira enn
helvtin av elorkuni í 2014
framleidd við vatni og vindi.
– Hetta eru megnar fram
brot. Vit hava spart 100-
tals milliónir í oljukeypi,
samstundis sum vit hava
framtíðartryggjað føroyska
orkuøkið, segði Johan Dahl.
Tríggjar milljardir
Ein serfrøðingabólkur metir,
at komandi 10 árini fara út
byggingar innan elorku at
verða gjørdar fyri nær um
tríggjar milljardir krónur.
Í tí sambandi verður mælt
til, at kanningar fyri umleið
6,3 milljónir krónur verða
gjørdar komandi trý árini.
Summar kunnu gerast við
verandi starvsfólkatilfeingi á
t.d. Jarðfeingi og SEV, meðan
aðrar meira umfatandi kann
ingar verða fíggjaðar um
játtanina til kanningar hjá
SEV og Jarðfeingi.
Kanningar
skulu
vísa,
hvussu vit á skynsamasta
hátt og stigvíst menna Før
oyar til ein reinorkubúskap.
Ávirka brúkaran
Landsstýrismaðurin vísti á,
at tað ikki er serliga vanligt
í Føroyum at brúka politisk
átøk fyri at ávirka brúkaran
– og als ikki á orkuøkinum.
Nú vísir hann á, at í einari
virkisætlan, sum er gjørd,
verður mælt til at skipanir
verða gjørdar.
Slíkar
skipanir
kunnu
økja um áhugan at nýta
grøna orkutøkni, t.d. broyti
ligir elprísir, avgjaldsfrítøku
ella
stuðulsskipanir
fyri
grøna orkutøkni. Men av
gjaldsfrítøka kostar lands
kassanum í mistum inntøk
um, meðan stuðulsskipanir
økja um útreiðslurnar hjá
landskassanum.
Landsstýrismaðurin spyr tí:
– Er politiska skipanin
sinnað at frítaka til dømis
hitapumpur og elbilar fyri at
gjalda meirvirðisgjald? Eru
vit sinnað at frásiga okkum
inntøkur nú, fyri at fáa tær
inn seinni.
Aðalorðaskifti hevur ver
ið seinnapartin í dag um hesi
viðurskifti.
OLJUROKNING
FYRI MILLJARD
SKIFTAST ÚT
VIÐ ELORKU
Árni Gregersen
Gongur tað sum ein partur
av einum arbeiðsbólki und
ir landsstýrinum ætlar, so
verður SEV í framtíðini ein
heilt annar stovnur.
SEV skal eftir tilmælinum
skipst í partafelagslíknandi
formi, har aðalfundurin ikki
longur skal góðkenna prís
hækkingar ella fíggjarætlan,
men at nevndin skal taka
sær av hesum spurningum.
Umboðini fyri landsstýrið
í nevndini mæla eisini til, at
nevndin í SEV í fraamtíðini
einans verður mannað við
fólki, sum eru serfrøðingar
av ymiskum slag.
Tey halda ikki tað er
nøktandi, at nevndin í mest
týdningarmiklu
veitingar
fyritøkuni í landinum er
mannað við fólki, sum verða
sett hagar av politiskum or
søkum.
Projektbólkuin, sum hev
ur gjørt tilmæli er mannaður
við trimum limum, umboð
andi SEV, einum sum um
boðar Jarðfeingi og einum,
sum umboðar vinnumála
ráðið.
Tey trý umboðini fyri
SEV: Jákup Suni Lauritsen,
stýrisformaður,
Hákun
Djurhuus, stjóri og Bogi
Bendtsen, fíggjarstjóri, hava
ikki gjørt nakað tilmæli um
bygnaðin.
Teir tríggir meta ikki
at tað er rætt, at partur av
leiðsluni í SEV, skulu gera til
mæli um hesi viðurskiftini.
Fýra mál á skrá
Projektbólkurin skuldi gera
niðurstøður og tilmæli á
fýra økjum: felagsformin,
eigaraviðurskiftini, sundur
skiljing av elframleiðslu og
neti og bygnaðinum á mynd
ugleikaøkinum.
Viðvíkjandi eigaraviður
skiftunum, so halda umboð
ini fyri landsstýrið, at tað
er skilagott, um landið yvir
tekur ognarlutin hjá komm
ununum í SEV.
Landsstýrisins
umboð
halda ikki, at landið skal
gjalda fyri at yvirtaka SEV
frá kommununum, annað
enn at kommunurnar fáa
innskotið í felagsskapin aft
ur við rentum.
Umboðini fyri landsstýrið
halda, at ein partvís broyting
av eigaraviðurskiftunum -
flyting av netpartinum og
systemábyrgdini – í sjálv
støðugt felag, sum landið
eigur, kann sum alternativ
umhugsast í staðin fyri at
landið yvirtekur bæði fram
leiðslu og netpart.
Hetta hevði bøtt um
vansarnar við, at saman
fall ikki er millum avgerð
arrætt og ábyrgd innan
elveitingarøkið, og trupul
leikarnar, sum kunnu íkoma
av, at yvirskipaði politikk
urin á orkuøkinum og eftir
fylgjandi
avgerðir
liggja
ávikavist hjá landinum og
kommununum.
Ósemja
Júst
ognarviðurskiftini
hava skapt ósemjur í pro
jektbólkinum.
Har
halda
umbolðini fyri SEV, at tað
ongan hátt er meira nattúr
ligt, at landið edigur SEV enn
kommunurnar.
Teir haldda, at søgulgia
hava kommunurnar víst, at
tær hava megnað at uppbygt
eina vælfirkandi elveitingar.
Teir halda ikki, at tað ber
til at fáa skilagóðar grund
gevingar fyri, hví landið skal
yvirtaka
interkommunala
felagsskapin.
Umboðini fyri landsstýr
ið halda eisini, at ikki núver
andi skipan vera nøktandit.
Tí mæla teir til at býta SEV
í tvær sjálvstøðugar deildir –
framleiðslu og net
Hetta er eitt lutfalsiga
lítið inntriv, sum kann fyri
byrgja diskriminatión av
kappingarneytum og skapa
greiðari linjur, tá ið tað snýr
seg um eftirlit við virksemin
um hjá SEV.
Heldur ikki í hesum eru
umboðini fyri SEV í nevndini
samd
við
umboðini
hjá
landsstýrinuym, sum ikki
halda, at grundgevingarnar
eru nóg góðar.
Umboðini fyri kommun
urnar vísa samstundis á, at
ein sundurskiljing er kostn
aðarmikil, og at tað ikki er
ávíst, at hesin kostnaður
stendur máti við ímyndaðu
fyrimunirnar.
Landið hevur
ætlanir um at
yvirtaka SEV
Vindmyllurnar í Húsahaganum er eitt stórt stig á vegnum at elektrifisera Føroyar
Jóhan Dahl, landsstýris
maður við vinnumálum,
legði upp til aðalorðaskifti
um elorku í Løgtinginum