mánadagur 4. mai 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50
Jenis av Rana
formaður Miðfloksins
Í einari av vanliga
væleydnaðu roynd
um sínum at verða
stuttligur, blandar
j o u r n a l i s t u r i n
Høgni Djurhuus tí
verri Miðflokkin og
Javnaðarflokkin. Hetta er á baksíðu
Sosialsins leygardagin, har hann
hugleiðir um vitamin D kanningar
og samanber við CTD kanningar.
Onkur
kommunulækni
hevur
noktað Høgna at fáa mett um sítt
vitamin D og burtur úr tí far hann
so greinina, har hann m.a. illneitast
um, at onki var í vegin fyri at kanna
allar føroyingar fyri CTD, men
ókey, skrivar hann, " tær noyddust
fólk at gjalda fyri, brúkaragjald í
heilsuverkinum, meðan Miðflokk
urin var í samgongu".
Nú skal eg ikki siga um tað kann
vera ov lítið ella ov nógv vitamin
D sum ger, at journalisturin ger
mistak sítt og blandar Miðflokk
in og Javnaðarflokkin, men Mið
flokkurin var als ikki í samgongu
tá, og vit funnust staðiliga at
hesi fyrstu, og tíbetur einastu,
royndini, sum higartil er gjørd at
krevja brúkaragjald fyri tænastur
í Heilsuverkinum!
Vit í Miðflokkinum hildu og
halda framvegis, at tilboðini á
heilsu- almanna og skúlaøkinum
eiga at standa øllum í boði og verða
rindaði av tí brúkaragjaldi vit øll
gjalda av skattinum!
Umframt hesa beinleiðis vill
leiðing um Miðflokkin, er hesin
skeivi upplýsingurin tíverri bert
ein av mongum, sum í hesum val
árstíðum verða borðreiddir okkum.
Hagtøl og uppáhald, sum onki høpi
er í, flúgva dagliga um oyru okkara.
Fyri sannleikans skuld eiga hesi at
verða afturvíst!
Men
hinvegin,
góði
Høgni,
kanska skuldi tú farið og fingið
hasa blóðroyndina tikna.
Kanska burdi Høgni fingið
hasa blóðroyndina tikna
Bjørn er óseriøsur
Aksel V. Johannesen
Bjørn
Kalsø
átti
heldur at brúkt or
kuna uppá at funn
ið
loysnir
innan
sjúkrahúsverkið
enn at leggja Javn
aðarflokkin undir líkt og ólíkt
Bjørn Kalsø hevði eitt lesarabræv
á ymisku portalunum í gjár um
sjúkrahúsini, har hann leggur
Javnaðarflokkin undir at vilja
niðurlaga smáu sjúkrahúsinum.
Onki kann vera meira ósatt. Og
vit skulu leita leingi eftir meira
óseriøsum lesarabrævi frá einum
sitandi landsstýrismanni!
Avbjóðingarnar
hjá
Heilsu
verkinum eru stórar. Høvuðs
avbjóðingin er tann, at talið av
serlæknum er ov lágt. Tískil er
ábyrgdin og arbeiðsbyrðan hjá
einstaka læknanum ov stór, og
vandi er fyri, at læknar venda før
oyska sjúkrahúsverkinum bak
ið, fyri heldur at leita leiðir har
ábyrgdin og arbeiðsbyrðan er
meira menniskjalig. Hendir hetta,
so koma vit í eina ónda ringrás, tí tá
verður eisini trupult at lokka ungar
læknar til Føroyar, um hesir eru
vitandi um, at teir koma at standa
einsamallir við ábyrgdina av sínum
serlæknaøkið.
Bjørn Kalsø roynir við sínum
lesarabrævið at snara kjakinum
til at snúgva seg um eitt ella
trý sjúkrahús, eina ella tríggjar
leiðslur á sjúkrahúsinum. Í hesum
sambandi langar Bjørn Kalsø eft
ir andstøðuflokkunum og serliga
Javnaðarflokkinum,
sum
hann
leggur undir at vilja smáu sjúkra
húsunum ilt.
Hetta er sjálvandi skeivt. Sein
astu tíðina hava mær vitandi
bara tríggir politikarar úttala seg
um sjúkrahúsbygnaðin. Annfinn
Brekkstein úr Sambandsflokkinum,
sum vil niðurleggja smáu sjúkra
husini.
Kaj
Leo
Johannesen,
formaður Sambandsfloksins, sum
vil hava eina leiðslu fyri tey trý
sjúkrahúsini, og so Rósa Samuelsen,
tingkvinna fyri Sambandsflokkin
og forkvinna í Trivnaðarnevndini,
sum eisini vil hava eina leiðslu
fyri tey trý sjúkrahúsini. Also, trý
sambandsfólk – floksfelagir hjá
Bjørn Kalsø.
So tá Bjørn Kalsø so fegin vil
skapa nakrar fíggindamyndir, so
er tað ikki í andstøðuni hann finnir
hesar, men í sínum egna flokki.
Tá Bjørn Kalsø leggur meg
persónliga undir at vilja smáu
sjúkrahúsunum ilt og brúkar føði
deildina sum dømi, so fortelur
Bjørn ikki allan sannleikan. Tað
er nú einaferð soleiðis, at óvænt
aðar
komplikatiónir
kunnu
koma fyri í sambandi við føðing.
Tá er avgerðandi neyðugt fyri
móðir og barn, at narkosulækni,
gynækolgur og barnalækni eru á
staðnum. Hesar sergreinir eru ikki
á Klasvíkar sjúkrahúsi, og tí var
tað skilabest at flyta føðideildini,
so móður og barn kunnu vera
í tryggum hondum, um okkurt
óvænta skuldi stungið seg undir
ella beint eftir føðing.
Samstundis vóru fleiri upp
raðfestingar gjørdar á Klaksvíkar
sjúkrahúsið. Millum annað var
ryggambulatorið sett á stovn.
Frammanundan
fingu
rygg
sjúklingar
(sum
ikki
kunnu
skurðviðgerast) onga hjálp frá før
oyska sjúkrahúsverkinum. Somu
leiðis var endurvenjingin upp
raðfest. Vit vita, at tá tað kemur
til endurvenjing, so er long bíðitíð.
So samlað sæð vóru broytingarnar
gagnligar fyri vikrsemi á Klaks
víkar sjúkrahús, og ikki minst fyri
sjúklingin, sum tað hóast alt snýr
seg um.
Tað sama kann sigast um
Suðuroyar
sjúkrahús.
Undir
míni tíð sum landsstýrismaður
vóru
fleiri
uppraðfestingar
gjørdar. Eitt nú var ein forvakt
stovnsettt fyri at taka ringasta
trýstið av kommunulæknunum
og serlæknunum. Somuleiðis fekk
Suðuroyar Sjúkrahús atgongd til
ein narkosulækna, so kirurgarnir á
Suðuroyar Sjúkrahúsið í nógv størri
mun fingu framt skurðviðgerðir
har suðuri, enn møguleki var fyri
frammanundan.
Fleiri
uppraðfestingar
vóru
eisini gjørdar á Landssjúkrahús
inum, t.d. innan krabbameinsvið
gerðir.
Eg haldi at Bjørn í staðin fyri
at brúka sína orku uppá at seta
kílar millum politisku flokkarnir,
skuldi brúkt sína orku saman við
øllum politisku flokkunum og
stavsfólkunum í Heilsuverkinum
til at loyst tær avbjóðingar í standa
fyri framman.
Tí ongin ivi er um, at alneyðugt
er, at øll, sum hava og kenna ábyrgd
fyri
heilsuni
hjá
føroyingum
taka saman hendur og stinga út
í kortið, hvussu vit tryggja eina
skilagóða tilgongd av serlæknum,
hvørji heilsutilboð vit skulu bjóða
í Føroyum, og harnæst, hvørjar
uppgávur skulu liggja á teimum
ymsu
sjúkrahúsunum.
Tað
er
avbjóðingin vit sum politikkarar
skulu brúka okkara orku uppá og
ikki at skjóta hvørjum øðrum følsk
motivir í skógvarnar.
Tað hevði sømt seg betur hjá
landsstýrismanninum at víst á,
hvørjar visjónir og ætlanir hann
og hansara flokkur hava fyri
heilsuverkið – og ikki at vera so
upptikin av at leggja eftir øðrum.
Á Løgtingið, tann 30/4 2015
Sólvit E. Nolsø
Frálíka
átakið
hjá
Klaksvíkar
Kommunu
er
alla æru vert. At
gera ein aktivan
innsats fyri at
læra at kenna tørvin, ið til
flytarar hava, er lykilin til at
fáa tey at fella til í tí føroyska
samfelagnum. Betur tey fella
til, meira geva tey aftur til sam
felagið.
Samskiparin av átakinum
vísti á í samrøðu í Rás2, at tað
kundi verði ein fyrimunur, um
útlendingaøkið var føroyskt,
heldur
enn
danskt,
tí
tey
heilt serligu atlitini, ið skuldu
takast viðvíkjandi tí føroyska
samfelagnum, blivu ikki tikin
í Danmark, tí tey kendu ikki
nógv væl til Føroyar. Hetta er
sjálvandi ein trupulleiki, tí at ein
málsviðgeri í Keypmannahavn
sær hetta bara sum eina sak
afturat, heldur enn at hava
tann neyðuga kunnleikan til tað
føroyska samfelagið.
Tí er tíðin komin at yvirtaka
útlendingaøkið, soleiðis at vit
fáa stýrt hesi tilgongd sjálvi.
Eitt væl frágingið álit um
integrasjón
bleiv
gjørt
av
Innlendismálaráðnum
í
2011. M.a. sigur álitið, at av tí at
myndugleikin, ið gevur uppi
haldsloyvi er danskur, er einki
samlað yvirlit yvir júst hvør fær
upppihaldsloyvi. Tær einstøku
kommunurnar kunnu tó sum
skrásetingarmyndugleiki í Før
oyum fara undir átøk, tí tær
kunnu betur fylgja við, men ein
yvirornaður politikkur eigur
at orðast, so tað ikki gerst ein
ójavni í hvør útlendingur fær
eitt betur tilboð, alt eftir hvar í
landinum viðkomandi kemur
til.
Samlað sæð eiga vit at kunna
bjóða eitt tilboð, ið umfatar mál,
mentan og samfelag. Mentan
og samfelag hevði givið ný
føroyingum eina betur fatan av
tí landi tey vórðu komin til og
málið er ein sjálvsagdur partur
av at kunna integrerast í einum
landi. Skipanin eigur eisini at
verða krav hjá einum, ið hevur
fingið loyvi í óavmarkaða- ella
longri tíð. Um ein kemur til
landið í styttri tíð kann tað
verða tað verða sjálvboðin
luttøka, men eggjast skal til tað.
Tað sigur seg sjálvt, at vit
í Føroyum eru betur før fyri
at gera og tillaga integrasjón
í okkara egna landi enn tey
eru í eini skrivstovu í Keyp
mannahavn. Tí er tíðin komin,
at vit taka hetta týdningarmikla
øki í egnar hendur!
Tíðin komin
at yvirtaka
útlendinga
økið
Sámal Petur í Grund
Staðfest er, at land
okkara er í fremstu
røð sum oyggjaland,
sæð í ferðavinnu
høpi!
Okkara land hev
ur allar fortreytir
fyri eisini at vera fremsta og besta
land at liva í.
Men skal tað vera tað, so má tað
vera pláss fyri øllum sum fødd eru
her á oyggjunum. Og skal tað vera
pláss fyri okkum øllum, so má tað
eisini vera brúk fyri okkum øllum!
Fremsta politiska mál okkara
má tí vera at gagnnýta og innrætta
okkum í samfelagnum soleiðis,
at hvørt mansbarn sum føtt er
her eisini skal kenna seg heima
her og vera stolt av at hava tann
framíhjárætt, at vera føddur sum
føroyingur.
Sundurlyndið sum so mangan
eltir okkum sum ein trúgvur
fylgisveinur – meir og minni íborið
– fær okkum til at bólka okkum
upp soleiðis at tað (sundurlyndið)
skal hava lív lagað.
Men vit eru eitt fólk, vit eru
føroyingar, og tað vit standa saman
um, tað klára vit!
Hetta vóru bara nakrir tankar,
nú eg havi pakka klæðsekkin og
eri klárur at fara ein ísfiskatúr í
summarferiuni.
Ein góðan dag ynski eg øllum
landsmonnum mínum.
Pláss fyri øllum og brúk fyri øllum
KJAK