Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Í gjár varð punktum sett fyri fyrsta triðinginum av hesum kappingarárinum. Nú hava øll liðini spælt einaferð ímóti øllum hinum, og fríggjadagin verður farið undir annað umfar. NSÍ hevur verið á topp­ inum síðani fyrsta umfar. Í gjár øktist munurin aftur til næsta kappingarneytan, B36, til trý stig. Heimaliðið við Løkin í Runavík vann triva­ligan 3-0 sigur á lítið hug­flogs­ríka KÍ, sum datt av fimta og aftur á sjeynda pláss. Sigurin gjørdist eyka søtur, tí B36 misti sigurin á stokk­inum ímóti B36. HB hevði knívin á bark­ anum, tá ið Víkingur í gjár­ kvøldið vitjaði í Gunda­dali. HB vísti sera góðan hugburð, men tað vóru framvegis trupul­leikar við úrtøkuni. Víkingar­nir vóru í øðini, tá ið 2-1 sigursmálið varð skorað, tí teir hildu, at fríspark varð gjørt ímóti Geza Turi. Tað var dómarin ikki samdur við teimum í, og tað kostaði fleiri kort til víkingarnar. Gjárdagurin var góður fyri suðuroyingarnar. Bæði TB og FC Suðuroy vunnu á úti­vølli. TB vann sann­før­ andi 3-0 ímóti EB/Streymi, og FC Suðuroy vann fyri fyrstu ferð á útivølli. Úrslitið í Fugla­firði var 3-2 ímóti ÍF, sum tapti fyri fyrstu ferð á heima­vølli í ár. Søgan er við NSÍ Síðani 2005 hevur kappingin verið skipað í 27 umførum. Har­við er ársins kapping numm­ar ellivu av sínum slagi. Undanfarnu kapp­ingar­ nar siga, at í seks av tíggju før­um hevur tað liðið, sum var fremst eftir fyrsta trið­ ing­in, eisini vunnið FM: 9 umfør FM 2014 B36 B36 2013 HB HB 2012 Víkingur EB/Str. 2011 B36 B36 2010 ÍF HB 2009 HB HB 2008 EB/Str. EB/Str. 2007 EB/Streymur NSÍ 2006 EB/Streymur HB 2005 B36 B36 Toppliðið reisti seg Eftir 5-1 lúsingin í Gøtu næst­síðsta sunnudag var spurningurin, um tað fór at eydnast NSÍ at reisa seg aftur. Teir gulu og svørtu svaraðu spurninginum við at vinna sannførandi 3-0 heima­sigur á KÍ, sum legði bragd­liga fyri og í 1. hálvleiki hevði góðar møguleikar at skora í hvussu so tvey mál, men Páll A. Klettskarð hevði ikki marginalirnar á sínari síðu. Hákun Edmundsson legði stutt undan steðginum NSÍ framum við rimmar lang­ skoti. Hetta var fyrsta málið hjá honum fyri NSÍ, og hetta var týdningarmikið mál. KÍ royndi eftir steðgin at leggja trýst á, men einki spurd­ist burturúr. Tá ið so Jónhard Frederiksberg økti um heimaleiðsluna, var spurn­ ing­urin, hvussu stórur sig­ urin fór at verða. Klæmint A. Olsen stútaði eftir fríspark til 3-0. Harvið hevði NSÍ vunnið sætta heima­dystin av seks, og við mál­mun­inum 21-4! KÍ úr­ tøkan á útivølli er tvey stig í fimm dystum. Málmunurin er 5-11. Tað sigur, at tað haltar bæði í álopi og verju. NSÍ liðformaðurin var væl nøgdur: – Í 1. hálvleiki var tað trup­ult hjá okkum. Tað var vindur, og tá ið teir spældu vit longum sendingum, so var tað torført at fáa saman­ spæl í lag. Tað hevði stóran týdn­ing, at vit skoraðu eitt fínt mál dygst undan steðg­ inum. Sum gongdin var í 2. hálvleiki er einki at siga til, at vit vunnu trivaligan sigur, sigur Klæmint A. Olsen. Hóast NSÍ liðformaðurin og Rás2 viðmerkjarin André Olsen staðfestu, at KÍ avrikið í 2. Hálvleiki var alt annað enn sann­førandi, so vildi KÍ mál­verjin Meinhardt Joensen ikki vera við, at tað hevði verið ússaligt: – Vit áttu at verið framm­ an­fyri eftir 1. hálvleik, men vit megna ikki at vinna úr­ tøku burtur úr góðum støð­ um. Tað gera teir. Munurin var ikki serliga stórur í 2. hálv­leiki, men teir skoraðu, og tað gjørdu vit ikki. Nú eru níggju umfør farin. Vit ar­ beiða við at mynda nýtt lið, og vit hava framvegis góðar vónir um, at tað skal eydnast okk­um at enda millum tey fremru, sigur Meinhardt Joensen. Venjararnir vóru ovfarnir Fýra av fimm minuttunum, sum dómarin hevði lagt aftrat, vóru farnir, tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri brots­ sparki til AB. Jógvan Skeel Nolsøe var púra kaldur og skoraði, og so endaði tað 1-1. Í B36 leguni kókaði tað. Eingin segði seg hava sæð nakað brotsspark eftir fram­ legg­ing í brotsteigin. B36 venjarin Eyðun Klak­ stein: – Hetta var ikki okkara dagur. Fyrrapartin boðaðu bæði Høgni Eysturoy og Jákup á Borg frá, at teir orsaka av sjúku ikki vóru førir fyri at spæla. Tí var neyð­ugt at um­skipa liðið. Tað eydn­aðist Hans Paula Samuelsen at fáa hol á við rimm­ar frísparki, men so gekk tað, sum tað gjørdi. Hvat sigur tú um brots­ sparkið? – Eg veit ikki, hví hann bríksl­aði fyri brotssparki. Tað nyttar ikki at fokusera á tað, tí vit fáa einki gjørt við tað, og eftir dystarlok ráddi tað at fáa frustreraðu spæl­ ar­ar­nar undir tak, so vit ikki fingu uppaftur fleiri kort. Hjá Oddbjørn Joensen og AB er hvørt einasta stig kær­ komið: – Burturúr níggju um­ før­um hava vit vunnið seks stig. Tað er á ongan hátt góð­ tikið, og tað er tyngjandi, at vit ikki enn hava megnað at vinna. Vit hava spælt væl fleiri ferðir, men tað koppar ikki okkum til fyrimunar. Í dag høvdu vit marginalarnar við okkum, og vónandi var tað hetta, sum skuldi til fyri at fáa tað at gleppa. Og brotssparkið? – Eg sá einki brot, sum Trivaligi sigurin á KÍ varð eyka søtur, tá ið B36 misti á stokkinum ímóti AB, sum í felagi við EB/Streym er undir strikuni og framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum Søgan er við NSÍ