mánadagur 4. mai 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. mai 2015 · Nr. 50
ítróttur
tað var orsøk at døma brots
spark fyri. Men tað nyttar
ikki at viðmerkja annað,
enn at viðurskiftini nú eru
soleiðis, at tað ikki ber til at
tosa við dómararnar, uttan
at tað hevur avleiðingar, sig
ur Oddbjørn Joensen.
AB venjarin varð í 2. hálv
leiki vístur út um girðingina.
Patrik helt tætt
Í Streymnesi vann TB 3-0.
Framrættaði
miðvallarin
Patrik Johannesen vardi TB
málið fyri leikbannaða Ivan
Stojkovic, og tað megnaði
hann væl. EB/Streymur er
botnlið. Tríggir javnleikir í
níggju dystum og málmun
urin 8-23 siga, at støðan er
hættislig. Tað eru seks stig
fram til áttanda plássið.
Hjálparvenjarin
Teitur
Joensen ásannar, at tað
kundi staðið betri til:
– Vánaliga gongdin og
soltna úrtøkan hevur ávirk
að spælararnar. Nú ræður
um at fáa teir aftur at trúgva
upp á møguleikan. Tað eru
átjan umfør og 54 stig eftir
at spæla um.
Kunnu tit styrkja um
liðið?
– Vit mugu venda øllum
møguleikum.
Vit
kunnu
kanska fáa hjálp frá teimum,
sum
síðsta
heyst
settu
skógvarnar á hillina, men
stóri trupulleikin er ikki
evnini hjá okkara spælarum.
Tað er heldur tað at fáa teir
aftur at trúgva uppá, at tað
ber til. Í dag taptu vit ímóti
væl skipaðum og góðum TB
liði, sum sektaði mistøkini
hjá okkum. Fyrri hálvleikur
ímóti vindinum var avrikið
á góðari leið. Vit ætlaðu at
leggja trýst á teir undan
vindinum, men tað eydn
aðist als ikki, sigur Teitur
Joensen.
Í TB leguni var lagið gott.
Hetta var annar sigurin á
útivølli. Higartil hevur tað
ikki eydnast TB at vinna á
heimavølli:
–
Næsta
avbjóðingin
verður at vinna fulla úrtøku
við Stórá. Har hava vit
tvær tær seinastu ferðirnar
spælt javnt ímóti Víkingi og
ÍF. Í báðum førum kendu
vit okkum at tapa tvey
stig heldur enn at vinna
eitt. Tí er hesin sigurin so
sera kærkomin. Eirikur M.
Ellendersen
skoraði
fínt
mál undan vindinum, eftir
at Frank so sera fikst spæla
hann leysan við hælinum.
Vit ætlaðu at økja um leiðsl
una undan vindinum. Tað
eydnaðist ikki, men tíbetur
eydnaðist tað at punktera
dystin toluliga skjótt í 2.
hálvleiki, sigur TB miðvall
arin Heini Mikal Mortensen.
Fagnaður í Vági
Tá ið Kári J. á Høvdanum
bríkslaði fyri síðstu ferð í
Fuglafirði, var fagnaðurin
stórur í FC Suðuroy leguni.
Teir bláu úr Suðuroy høvdu
vunnið 3-2. Hetta var fyrsti
sigurin hjá FC Suðuroy á
útivølli, og hetta var fyrsta
ferðin í ár, at ÍF legði rygg til
tap á útivølli.
– Kenslan er framúr góð.
Vit løgdu dent á at verja, men
vit vóru tilvitaðir um, at tað
skuldi ikki vera soleiðis, at
vit gróvu okkum niður í
og kring okkara brotsteig.
Verjuketan var frammarlaga,
og tað bar góðar møguleikar
fyri skjótum mótálopum við
sær. Eftir steðgin sóu vit, at
teir umskipaðu at spæla við
trimum í verjuni. Tað lagaðu
vit okkum eftir, og tað tørn
aði væl út.
Veteranurin
Palli
Augustinussen var eyðsýnd
ur á miðvøllinum. Hann
legði upp til 1-1 málið, sum
Jón Krosslá Poulsen skoraði,
og hann legði upp til sigurs
málið, sum Mamuka skoraði.
Útjavnandi málið skoraði
John Tordar Poulsen skoraði
eftir horna.
Dánjal á Lakjuni og hinir
í ÍF leguni vóru vónbrotnir
eftir tapið. Tað sá annars
gott út, tá ið Clayton Soares
beinanvegin legði heimaliðið
framum eftir innlegg úr
vinstru frá Dánjali á Lakjuni:
– Vit høvdu tak á tí fyrsta
korterið, og vit vóru oman á
í 1. hálvleiki. Tá høvdu teir
tvey álop, og teir skoraðu
báðu ferðirnar. Tað var skelk
ur fyri okkum. Tíverri gypp
aðu vit ov nógv og spældu
ov lítið. Lawal kom inn og
javnaði í 2. hálvleiki, men
tað vísti seg ikki at vera nóg
mikið. Hetta er fyrsta tapið
á heimavølli, og vit eru sera
vónbrotnir, sigur Dánjal á
Lakjuni.
fótbóltur
Effo-deildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
NSÍ
9
7
0
2
25
14
+11
21
2
B36
9
5
3
1
19
10
+9
18
3
HB
9
4
3
2
14
12
+2
15
4
Víkingur
9
3
5
1
22
14
+8
14
5
ÍF
9
2
5
2
16
15
+1
11
6
TB
9
2
5
2
13
12
+1
11
7
KÍ
9
3
2
4
14
14
0
11
8
FC Suðuroy
9
3
0
6
12
25
-13
9
9
AB
9
0
6
3
8
12
-4
6
10 EB/Streymur
9
0
3
6
8
23
-15
3
B36 - AB 1-1 (0-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 56.
1-1: Jógvan Skeel Nolsøe br 90.
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Tórður Thomsen ■ – Benjamin Heinesen, Hørður Askham,
Odmar Færø ■, Gestsur B. Dam ■ – Róaldur Jakobsen,
Eli Falkvard Nielsen ■ – Árni G. Nielsen (Robert Heðin Brockie, 83. ■),
Lukasz Cieslewicz ■, Hans Pauli Samuelsen – Ibrahim Camara
AB: Heðin Stenberg – Andras B. Vágsheyg ■, Dmitrije Jankovic,
Sørin N. Samuelsen ■, Beinir Ellefsen – Álvur F. Christiansen,
Mikkjal T. Hentze (Bárður Olsen, 76.), Kristin R. Mouritsen, Kári Nielsen,
Magnus Egilsson (Karstin Højgaard, 83.) – Jógvan Skeel Nolsøe ■
EB/Streymur - TB 0-3 (0-1)
0-1: Eirikur M. Ellendersen 14.
0-2: Albert Adu 63.
0-3: Franck Able 76.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen – Ragnar Danielsen,
Árni G. Olsen, Andras Olsen, Jóhannes Hansen – Arnar Dam,
Rógvi E. Nielsen (Rói H. Olsen, 82.) – Brian Olsen,
Niels Pauli Danielsen ■, Rasmus Dan Sørensen (Jan á Høgaryggi, 85.)
– Leif Niclasen (Ólavur Ejdesgaard, 61.)
TB: Patrik Johannesen – Teitur Justinussen ■, Teitur Olsen,
Martin Tausen ■, Andri Freyr Bjørnsson – Rógvi Joensen, Heini
M. Mortensen ■ (Arthur D. Poulsen, 79.), Reynir Magnússon,
Eirikur M. Ellendersen (Heine Mortensen, 59.),
Franck Odje Able (Regin í Lágabø, 90.) – Albert Adu
NSÍ - KÍ 3-0 (1-0)
1-0: Hákun Edmundsson 42.
2-0: Jónhard Frederiksberg 69.
3-0: Klæmint A. Olsen 73.
Dómari: Páll Augustinussen
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard,
Monrad Holm Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen
– Magnus H. Olsen, Haraldur R. Højgaard (Einar Tróndargjógv, 46.)
– Jónhard Frederiksberg (Jonleif Højgaard, 65.), Hákun Edmundsson ■
(Jann Martin Mortensen, 52.) – Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen,
Ndende Adama Guéye, Mayowa Oladele Alli – Jóannes Bjartalíð,
Atli Danielsen, Evrard Blé (Jákup B. Andreasen, 67. ■),
Hjalgrím Elttør (Henry Heinesen, 63.) – Heðin Klakstein
(Kenan Hajdarevic, 72.), Páll A. Klettskarð
ÍF - FC Suðuroy 2-3 (1-2)
1-0: Clayton Soares 5.
1-1: Jón Krosslá Poulsen 17.
1-2: John Tordar Poulsen 25.
2-2: Adeshina Lawal 57.
2-3: Mamuka 70.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen (Adeshina Lawal, 46.),
Bartal Eliasen ■, Poul Nolsøe Mikkelsen, Áki Petersen – Karl Løkin,
Frank Poulsen – Ari Ó. Ellingsgaard (Kristoffur Jakobsen, 78.),
Nenad Saric, Dánjal á Lakjuni (Sjúrður Jacobsen, 88.) – Clayton Soares
FC Suðuroy: Rani N. Johannesen – Dánjal Godtfred, Valerian Iobashvili,
Christian Ibeagha, Tóki Mortensen – Búi Egilsson (John Villi Leo, 90.),
Heri Kjærbo, Palli Augustinussen, Mamuka Torondjazde, Jón Krosslá
Poulsen (Eiler Brattalíð, 90.) – John Tordar Poulsen (Høgni Madsen, 70.)
Páll Lervig
fc Suðuroy
Tíverri sá eg ikki dystin hjá
FC.Suðuroy ídag. Gott kempa
FC.Suðuroy. Eg veit tit kunna
spæla upp til hini liðini, nú tit
eru fullmannaðir Koyr á víðari.
fjepparin
Rógvi Dam
EB/Streymur
Nú hava vit nátt botnin, tað
kann næstan ikki vera nógv verri,
kom nú, nú má vinnast til næsta
dyst. Saman standa vit sterk.
fjepparin
Kristian Joensen
kí
Katastrofa!!
fjepparin
Allan Smedemark
tb
Sådan! 3 kærkomin stig okur
vunnid sudur vid í dag. Og Patrik
helt clean sheet, so hvør veit um
Ivan sleppur í mál aftur.
Flott dreingir! Koyri á.
TEEEEEEBEEEEEEE!
fjepparin
Myndir: Álvur Haraldsen
hagtøl 9. umfar
Jan B. Antonioussen
nsí
Fótbólturin vann í dag. Tá alt
fokusið er á at royna at skaða
hitt liðið, heldur enn at spæla
fótbólt, so kann man ikki for
vænta at vinna. Í øllum førum
ikki á NSÍ! Klassi, dreingir! Nú er
ein triðingur farin, og enn halda
vit kósini! Fríggjadagin skal
Fuglafjørður takast! Góðir !
fjepparin
Sæbjørn Leiti
íf
Fc suduroy vóru meira tendradir
enn vit sjálvt um vit komu a
odda 1-0 aftaná 15 min. Vit
mugu byrja at fáa 3 stig pr dyst
um vit vilja liggja á toppinum
fjepparin
Lissi Mouritsen
B36
HVÍ skal dómarin meira verða í
fokus hvønn tann einasta dyst!
Óðansæð hvussi dømt verður so
fær tað ALDRIN nakra avleiðing!
DØMT ER DØMT ! "Forbanka
troytt av at hoyra tað "
Oyðileggja í heilum dystir .....
Far á skeið við tykkum og komi
aftur sum rættir dómarir!
Einaferð B36 - altíð B36.
fjepparin